20. desember 2005Nr. 161
Kunngerð um broyting í kunngerð um útflutning av viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum til Evropeiska Samveldið (ES)
§ 1
Í kunngerð nr. 119 frá 18. november 2005 um útflutning av viðgjørdum seyðaskinnum og neytahúðum til Evropeiska Samveldið (ES), verða hesar broytingar gjørdar:
1) Í innganginum verður eftir “§ 48, stk. 2” sett: “og stk. 3”.
2) Í § 10 verður sett inn sum stk. 2:
“Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Vinnumálaráðið, 20. desember 2005
Bjarni Djurholm (sign.)
landsstýrismaður
/ Arne Poulsen (sign.)