Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. oktober 2025Nr. 161
Kunngerð um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi, váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum og veiðiváttan
Við heimild í § 52, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett:
§ 1. Kunngerðin fevnir um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi, váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum og veiðiváttan.
Stk. 2. Vørn krevur inn gjøldini sambært hesi kunngerð.
§ 2. Eigari av fiskifari skal rinda avgreiðslugjald fyri hvørt fiskiloyvi, sum verður latið sambært løgtingslóg um sjófeingi ella kunngerðum við heimild í løgtingslógini.
Stk. 2. Avgreiðslugjaldið er kr. 800 fyri hvørt fiskiloyvi.
§ 3. Eigari av fiskifari skal rinda avgreiðslugjald fyri hvørja váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum sambært løgtingslóg um sjófeingi ella kunngerðum við heimild í løgtingslógini.
Stk. 2. Avgreiðslugjaldið er kr. 2.700.
Stk. 3. Tann, ið avhendað verður til, hevur skyldu at rinda avgreiðslugjaldið.
§ 4. Útflytari skal rinda avgreiðslugjald fyri hvørja veiðiváttan, um at fiskur, sum skal útflytast, er veiddur lógliga.
Stk. 2. Avgreiðslugjaldið er kr. 250.
§ 5. Loyvi og váttan sambært hesi kunngerð verða latin, tá avgreiðslugjaldið er goldið.
Stk. 2. Tá avgreiðslugjald verður goldið skal verða upplýst:
1) Navn, sýslunummar og kallibókstavir á viðkomandi fiskiførum.
2) Eigarar av fiskiførunum hjá keypara og seljara.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. §§ 2 og 3 koma í gildi 1. januar 2026.
Stk. 3. Kunngerð nr. 77 frá 25. august 2008 um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum fer úr gildi 1. januar 2026.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 23. oktober 2025
Jóhan Christiansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)