Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. desember 2022Nr. 162
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2023, sum broytt við kunngerð nr. 35 frá 21. mars 2023
Við heimild í § 22, stk. 1, § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 2-4 og 7-10 og stk. 3 og 4, § 38, stk. 3, § 50, stk. 4 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020 og løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin ásetir føroyska svartkjaftakvotu og skipar fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2023.
Føroysk kvota og býti av kvotuni
§ 2. 1) Føroyska kvotan av svartkjafti í 2023 er sett til 483.042 tons.
§ 3. 1) Av kvotuni sambært § 2 verða 392.542 tons sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska.
Stk. 2. 1) Heildarkvotan av svartkjafti í 2023 er 344.483 tons.
§ 4. 1) 258.363 tons av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða latin eigarum av fiskiførum, sum í 2022 høvdu rætt til egna árskvotu av svartkjafti, ella teimum, sum hesin rættur er fluttur til, undantikin kvota keypt á uppboði og kvotur umlagdar sambært § 10, stk. 3 ella § 49, stk. 4 í løgtingslógini. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Stk. 2. Eigari av ávísum fiskifari kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2023, til 2024, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnari árskvotu í 2023.
Stk. 3. Eigari av ávísum fiskifari kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini fiska upp um egnu árskvotuna í 2023, tó í mesta lagi við eini nøgd, ið samsvarar við 10% av egnari árskvotu í 2023. Ov nógv fiskað í 2023 verður sambært § 34, stk. 4, 2. pkt. í løgtingslógini mótroknað av tillutaðari eginkvotu í 2024.
Stk. 4. 1) Tey 258.363 tonsini sambært stk. 1 kunnu fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 5. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 7.000 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir samsvarandi § 11. Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 6. 1) Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 35.137 tons sett av til 3 ella 8 ára rættindi keypt á uppboðssølu eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, íroknað tær nøgdir, sum eru lagdar um til egnar árskvotur sambært § 9 í løgtingslógini. Fiskiskapur eftir hesi kvotu kann fara fram í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 2. Persónur, felag ella eigari av ávísum fiskifari, sum í 2023 hevur rættindi at fiska svartkjaft, keypt á uppboði, kann flyta upp til 10% av uppboðskvotuni í 2023 til at verða fiskað í 2024.
§ 7. 1) Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 41.059 tons sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir samsvarandi § 14 í løgtingslógini. Menningarkvotur, sum eru lagdar um til egnar árskvotur sambært § 10, stk. 3 í løgtingslógini, verða roknaðar av hesi nøgdini. Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 2. Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu eftir stk. 1, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2023, til 2024, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnari árskvotu í 2023.
Stk. 3. Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu eftir stk. 1, kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini fiska upp um egnu árskvotuna í 2023, tó í mesta lagi við eini nøgd, ið samsvarar við 10% av egnari árskvotu í 2023. Ov nógv fiskað í 2023 verður sambært § 34, stk. 4, 2. pkt. í løgtingslógini mótroknað av tillutaðari eginkvotu í 2024.
§ 8. 1) Av kvotuni sambært § 3, stk. 2 verða 50.984 tons sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir samsvarandi § 16, stk. 2 í løgtingslógini. Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
Fiskiloyvi
§ 9. Fiskiskapur eftir svartkjafti sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi, og sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn. Tó krevst ikki veiðiloyvi til fiskiskap av kvotum sambært § 6, sum ikki eru lagdar um eftir § 9 í løgtingslógini.
Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap í íslendskum sjógvi, ella í NEAFC-skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum Ísland hevur givið loyvi at fiska í teirra sjóøki, ella eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 3. Tá søkt verður um fiskiloyvi til fiskiskap eftir svartkjafti sambært § 4, skal umsóknarblað nýtast, ið er tøkt á www.torvan.fo.
Leiðir
§ 10. Tá fiskað verður í føroyskum sjógvi, er ikki loyvt at royna eftir svartkjafti á teimum leiðum nevndar í stk. 2 og 3.
Stk. 2. Á landgrunninum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°50'00"N, 07°11'00"V
2) 62°53'00"N, 06°40'00"V
3) 62°50'00"N, 06°10'00"V
4) 62°43'00"N, 05°38'00"V
5) 62°32'00"N, 05°02'00"V
6) 62°25'00"N, 04°15'00"V
7) 62°19'00"N, 04°00'00"V
8) 62°01'00"N, 04°00'00"V
9) 61°17'00"N, 04°56'00"V
10) 60°26'00"N, 06°10'00"V
11) 60°26'00"N, 06°32'00"V
12) 60°35'00"N, 06°35'00"V
13) 61°23'00"N, 07°30'00"V
14) 61°25'25"N, 08°01'00"V
15) 61°32'48"N, 08°20'30"V
16) 61º49'00"N, 08º41'50"V
17) 62º00'00"N, 10º00'00"V
18) 62º40'00"N, 10º00'00"V
19) 62º40'00"N, 08º00'00"V
20) 62°50'00"N, 07º11'00"V
Stk. 3. Á Føroyabanka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 60°50'00"N, 07°57'00"V
2) 61°03'00"N, 07°57'00"V
3) 61°15'30"N, 08°16'00"V
4) 61°13'20"N, 08°42'12"V
5) 61°00'00"N, 09°11'00"V
6) 60°48'40"N, 09°25'00"V
7) 60°24'00"N, 09°07'00"V
8) 60°50'00"N, 07°57'00"V
Vinnuligar fiskiroyndir
§ 11. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn lata persóni, felag ella eigara av fiskifari lut í kvotu, ið er sett av til vinnuligar fiskiroyndir sambært § 5.
Stk. 2. Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi áðrenn 20. januar 2023, kl. 12.00. Umsóknin skal lýsa endamál, tíðarætlan og kostnaðarætlan fyri royndunum, umframt upplýsingar um, hvat fyri fiskifar við veiðiloyvi ella við fiskiloyvi í bólki 5, ið ætlanin er at brúka, umframt upplýsingar um reiðskap, útgerð og leiðir.
Stk. 3. Fiskimálaráðið sendir umsóknir, ið lúka formligu krøvini í stk. 2, til Havstovuna ella onnur serkøn innan økið, sum lata Fiskimálaráðnum ummæli.
Stk. 4. Í viðgerðini og ummælum av umsóknum skal dentur serliga leggjast á menningarvirðið og nýskapanarvirðið í royndunum.
§ 12. Tá fiskað verður í íslendskum sjógvi, skal skiparin sambært § 23, stk. 3 í løgtingslógini halda seg til tær reglur, sum galda fyri fiskiskap eftir svartkjafti fyri skip undir føroyskum flaggi í íslendskum sjógvi.
Reiðskapur
§ 13. Tá svartkjaftur verður veiddur við uppsjóvartroli, skulu meskarnir í trolinum ikki fara niður um 35 mm.
§ 14. Trolið skal hava innsetta skiljirist, tá roynt verður eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi á leiðunum norðan fyri 60°20'00''N og sunnan fyri eina linju drigna í ein beinan eystan úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið, og 315° rættvísandi úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið.
Stk. 2. Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45°-60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út. Skjal 1 vísir skitsu av rist og ristseksjón.
Partroling
§ 15. Áðrenn fiskifar fer at partrola, skal fráboðan sendast Vørn um, hvørjum trolað verður saman við. Eisini skal fráboðan sendast Vørn, tá partrolingin, saman við fráboðaða fiskifarinum, endar.
Stk. 2. Tað er bert loyvt at skifta skip, ið partrolað verður saman við, eftir at fráboðan er send Vørn um veiðu flokkað á fiskaslag. Fiskifør, sum hava veiðu umborð, sum ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, kunnu ikki partrola við øðrum skipi, fyrr enn veiðan er farin um eina góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum hava veiðu umborð, loyvi at skifta skip, ið partrolað verður saman við, hóast veiðan ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan.
Stk. 3. Tá fiskifør partrola, og annað ella bæði førini hava felagskvotu, verður veiðan, fyri hvørt fiskaslag sær, skrásett javnt býtt millum førini.
Stk. 4. Tá veiða frá partroling verður landað, skulu skipararnir ella eigararnir av fiskiførunum, sum hava partrolað, senda Vørn upplýsingar um helvtina av veiðinøgdini frá partrolingini, greinað á fiskaslag. Hava skipini bæði eginkvotu, er tað tó bert farið, ið landar, sum sendir upplýsingar um veiðinøgdina. Verður landað til flutningsfar, er tað bert skiparin ella eigarin av flutningsfarinum, ið skal senda hesar upplýsingar. Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum skulu upplýsingarnar sendast elektroniskt í tí sniði og eftir teimum krøvum, sum Vørn ásetir, og skulu tær sendast í seinasta lagi ein tíma eftir landingina.
Umrokningarfaktorar
§ 16. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri svartkjaft:
1) Kruvdur, við høvdi: 1,20.
2) Kruvdur, avhøvdaður: 1,40.
3) Flak við skræðu og beinum: 2,80.
4) Flak, uttan skræðu og bein: 2,80.
5) Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,80.
6) Fiskamjøl: 5,11.
Hjáveiða í føroyskum sjógvi
§ 17. Hjá fiskiførum, sum hava loyvi at fiska uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, er hjáveiða av hesum fiskasløgum loyvd í beinleiðis fiskiskapi eftir svartkjafti. Hjáveiðan verður roknað av kvotuni hjá viðkomandi fiskifari.
§ 18. Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur í føroyskum sjógvi skal ikki vera meir enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin ella hálið.
Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur er meir enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.
§ 19. Sambært § 59, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn lýsa bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har hjáveiðan er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann verður ásett fyri upp til 4 vikur hvørja ferð.
Hjáveiða í altjóða sjógvi
§ 20. Tá fiskað verður í NEAFC-skipanarøkinum, í ICES-øki I og II, skal hjáveiðan av pelagiskum kongafiski ikki vera meir enn 1% av samlaðu veiðuni.
Ungfiskur
§ 21. Tá fiskað verður í føroyskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skulu fiskifør halda seg til ásetingarnar um ungfisk, ásettar í kunngerð um vernd av ungfiski og hámark fyri íblanding av ungfiski.
Virking, lating og móttøka
§ 22. Fiskifør, og onnur før, undir føroyskum flaggi, kunnu eftir umsókn fáa loyvi frá Vørn til at lata og taka ímóti svartkjafti í føroyskum sjógvi, sum er fiskaður í føroyskum sjógvi sambært hesi kunngerð.
Stk. 2. Í 2023 er loyvt at virka veiðu sambært hesi kunngerð umborð eftir treytum, sum Vørn ásetir. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur.
Stk. 3. Í loyvið, sambært stk. 1, verða settar treytir um innvigingarskipan, fráboðanir í sambandi við lating og móttøku, at fiskurin skal haldast sundurskildur fyri hvørt skip, sum móttikið verður frá, eygleiðara o.a.
Stk. 4. Verða treytirnar í loyvinum sambært stk. 1 ikki hildnar, kann Vørn taka loyvið aftur sambært § 70 í løgtingslógini.
Stk. 5. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum taka ímóti veiðu frá øðrum í føroyskum sjógvi og flyta veiðuna til innvigingarstað í Føroyum, undantak frá kravinum um at hava góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.
Eygleiðari
§ 23. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð, og førum, sum taka ímóti frá øðrum fari ella lata øðrum fari veiðu. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð sambært § 34, stk. 2, nr. 4, 3. pkt. í løgtingslógini. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Sýni
§ 24. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 25. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, harundir av stødd, vekt og dygd.
Fráboðanir
§ 26. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 2:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í íslendskan sjógv ella í NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv ella í NEAFC-skipanarøkið.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Skipið skal, hvønn fyrrapart áðrenn kl. 12 UTC, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr íslendskum sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi ella NEAFC-skipanarøkinum.
Revsing
§ 27. Brot á § 9, stk. 2, § 10, stk. 1, §§ 13 og 14, § 15, stk. 1, stk. 2, 1. og 2. pkt. og stk. 4, §§ 16, 18, 20 og 26 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum virkar, letur ella tekur ímóti veiðu uttan loyvi sambært § 22, stk. 1, sum ikki fylgir treytum sambært § 22, stk. 2, 1. pkt., sum ikki fylgir boðum sambært §§ 24 ella 25, ella sum forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 23.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 28. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2023 og fer úr gildi 1. januar 2024.
Fiskimálaráðið, 19. desember 2022
Árni Skaale (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Skitsa av rist og ristseksjón
Skiljiristin hevur sum endamál at skilja stóran fisk frá smáum og sleppa størra fiskinum út gjøgnum op í undirnetinum.
Ristseksjón
Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45° - 60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út.
Skjal 2
Fráboðanir til Vørn
Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í íslendskan sjógv ella í NEAFC-skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr íslendskum sjógvi ella NEAFC- skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu) í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |