Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
24. oktober 2025Nr. 163
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum o.a.
(At koppseta ímóti RS-virus, strika tíðaravmarking fyri koppseting ímóti covid-19 fyri ávísar persónar o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 148 frá 25. september 2025 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum o.a., verða gjørdar hesar broytingar:
1. Yvirskriftin yvir § 5 verður orðað soleiðis:
“Koppseting ímóti kikhosta og RS-virus til barnakonur”
2. Aftan á § 5, men áðrenn yvirskriftina yvir § 6, verður sett:
“§ 5 a. Barnakonur kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti Respiratorisk syncytialvirus, tað er RS-virus, til og við 31. januar 2026.”
3. Í § 6, stk. 1, nr. 4, 1. pkt. verður aftan á “Barnakonur” sett: “fáa tilboð um ókeypis koppseting móti influensu”.
4. § 6, stk. 1, nr. 4, 2. pkt. verður strikað.
5. Í § 6, stk. 1, nr. 6 verður “fevnir” strikað.
6. Í § 6, stk. 4 verður “stk. 4” broytt til: “stk. 5”.
7. Í § 7, stk. 1 verður “í tíðarskeiðinum 21. desember til 30. september” strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 24. oktober 2025
Súsanna Bertholdsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)