Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. desember 2019Nr. 163
Kunngerð um veiðu eftir botnfiski og øðrum fiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í ES-sjógvi í 2020
Við heimild í § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 3 og 4, stk. 2, nr. 2 og stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi av kvotum av botnfiski og øðrum fiski í ES-sjógvi sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Evropeiska Samveldið fyri 2020.
Heildarkvotur
§ 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 fiska 200 tons av brosmu og longu í ICES øki 6a norðan fyri 56°30’N og 6b í ES-sjógvi.
Stk. 2. Í fiskiskapi av kvotum sambært stk. 1 er loyvt at hava sum hjáveiðu upp til 20% av øðrum fiskasløgum, tó so, at teir fyrstu 24 tímarnar eftir, at fiskiskapur er byrjaður á ávísari fiskileið, kann hjáveiðan vera meira enn 20%. Samlaða hjáveiðan hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi kann í mesta lagi vera 75 tons. Hjáveiðan verður roknað av kvotuni í stk. 1.
Stk. 3. Í mesta lagi 10 føroysk skip kunnu vera til fiskiskap í senn eftir brosmu og longu.
§ 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 fiska 150 tons av blálongu í ICES-øki 6a norðan fyri 56°30’N og 6b í ES-sjógvi.
Stk. 2. Hjáveiða av langasporli og stinglaksi í fiskiskapi sambært stk. 1 verður roknað av kvotuni í stk. 1.
Stk. 3. Í mesta lagi 16 føroysk skip kunnu vera til fiskiskap í senn eftir blálongu.
§ 4. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 fiska 1.600 tons av rossamakreli í ICES-øki 4a, 6a norðan fyri 56°30’N og 7e, f, h í ES-sjógvi.
§ 5. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 fiska 5.000 tons av hvítingsbróður í ICES-øki 4 í ES-sjógvi.
Stk. 2. Í fiskiskapi eftir hvítingsbróður skal skiljirist nýtast sambært ES-reglum.
Stk. 3. Hjáveiða, sum ikki slepst undan í fiskiskapi eftir hvítingsbróður sambært stk. 1, kann í mesta lagi vera 15%. Hjáveiðan verður roknað av kvotuni í stk. 1.
§ 6. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu frá 1. juli 2020 fiska 1.000 tons av brislingi í ICES-øki 4 og 6a norðan fyri 56°30’N í ES-sjógvi.
Stk. 2. Í fiskiskapi eftir brislingi sambært stk. 1 er loyvt at hava sum hjáveiðu upp til 4% av sild. Hjáveiðan verður roknað av kvotuni í stk. 1.
§ 7. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 fiska 250 tons av sild í ICES-øki 4a í ES-sjógvi.
Fiskiloyvi
§ 8. Fiskiskapur sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap, og sum Vørn hevur váttað er á lista yvir fiskifør, ið ES-myndugleikar hava givið loyvi at fiska í ES-sjógvi.
§ 9. Fiskiloyvi, sambært § 8 til fiskiskap eftir kvotuni í § 2, stk. 1, verður latið persóni ella felagi, sum í 2020 hevur rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 19, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini. Veiðast skal við línu. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.
§ 10. Fiskiloyvi, sambært § 8 til fiskiskap eftir kvotuni í § 3, stk. 1, verður latið persóni ella felagi, sum í 2020 hevur rætt til fiskiloyvi til egnar fiskidagar í bólki 2, sambært § 19, stk. 1, nr. 1, litra b í løgtingslógini. Veiðast skal við troli. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.
§ 11. Fiskiloyvi, sambært § 8 til fiskiskap eftir kvotuni í § 4, verður latið:
1) persóni ella felagi, sum í 2019, við fiskifari undir føroyskum flaggi, hevði rætt til fiskiloyvi at fiska av egnari árskvotu av makreli, undantikin kvota keypt á uppboði, og
2) øðrum persóni ella felagi enn teimum í nr. 1 nevndu persónum ella feløgum, sum í 2019, við fiskifari undir føroyskum flaggi, høvdu fiskiloyvi til beinleiðis veiðu eftir norðhavssild, undantikin kvota keypt á uppboði, ella teimum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til.
Stk. 2. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.
§ 12. Fiskiloyvi, sambært § 8 til fiskiskap eftir kvotunum í § 5, stk. 1, § 6, stk. 1 og § 7, verður latið øðrum persóni ella felagi enn teimum í § 11, stk. 1, nr. 1 nevndu persónum ella feløgum, sum í 2019, við fiskifari undir føroyskum flaggi, høvdu fiskiloyvi til beinleiðis veiðu eftir norðhavssild, undantikin kvota keypt á uppboði, ella teimum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til. Fiskiskapurin verður skipaður við felags árskvotu.
§ 13. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiðu í ES-sjógvi.
Fráboðanir
§ 14. Fiskifar, sum fiskar í ES-sjógvi sambært hesi kunngerð, skal senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í ES-sjógv.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr ES-sjógvi.
Stk. 2. Fiskifarið skal somuleiðis senda ES-myndugleikum fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í ES-sjógvi.
Revsing
§ 15. Brot á § 8, § 9, 2. pkt., § 10, 2. pkt. og § 14 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1, um fiskað er meira enn loyvt er sambært fiskiloyvinum ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifar ikki heldur seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært § 8 í hesi kunngerð. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 16. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2020 og fer úr gildi 31. desember 2020.
Fiskimálaráðið, 30. desember 2019
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í ES-sjógv.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð | OB | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr ES-sjógvi.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COX, fráboðan um, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn | PO | Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað | TR | Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað | PD | Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð, tá veiðan verður landað ella umskipað | PT | Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking | RE | Viðmerking |