9. desember 2020Nr. 164
Kunngerð um broyting í kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi
(Broyttur inngangur og tilvísing rættað)
§ 1
Í kunngerð nr. 30 frá 11. apríl 2018 um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 34, stk. 1, nr. 1-3 og 5 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, verður ásett:”.
2. Í § 6, stk. 3 verður “Sambært § 87” broytt til: “Sambært § 70”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 9. desember 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)