Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. desember 2021Nr. 164
Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti COVID-19
(Heilsutrygd ábyrgd av koppsetingum hjá børnum 5-11 ár)
§ 1
Í kunngerð nr. 183 frá 18. desember 2020 um ókeypis koppseting ímóti COVID-19, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 12. januar 2021, kunngerð nr. 22 frá 10. mars 2021, kunngerð nr. 25 frá 26. mars 2021, kunngerð nr. 38 frá 21. apríl 2021, kunngerð nr. 80 frá 13. mai 2021, kunngerð nr. 122 frá 3. august 2021, kunngerð nr. 123 frá 12. august 2021 og kunngerð 160 frá 13. desember 2021, verður ásett:
1. § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgdina av og skipar fyri COVID-19 koppsetingum hjá persónum, sum hava fylt 12 ár.”
2. Í § 3 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Heilsutrygd hevur ábyrgdina av og skipar fyri COVID-19 koppsetingum hjá børnum í aldrinum 5-11 ár.”
Stk. 2 og 3 verða eftir hetta stk. 3 og 4.
3. Í § 3, stk. 2, sum verður stk. 3, verður “Koppsetingarnar fara fram” broytt til: “Koppsetingarnar innan Sjúkrahúsverkið fara fram”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi, dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Heilsumálaráðið, 15. desember 2021
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
landsstýrismaður
/ Turid Arge (sign.)