Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2023Nr. 164
Kunngerð um samsýning til fosturforeldur í 2024
Við heimild í § 29, stk. 5 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd (Barnaverndarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 166 frá 12. desember 2020, verður ásett:
Javningarprosent 2024
§ 1. Sambært kunngerð um javningarprosent til almannaveitingar 2024 er javningarprosentið 3,8%.
Samsýning
§ 2. Fosturforeldur fáa eina samsýning áljóðandi 128,77 kr. um samdøgrið fyri hvørt fosturbarn.
Vistarhald og klæði
§ 3. Eitt fast gjald um samdøgrið verður rindað til vistarhald og klæði til barnið. Tá upp til 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið fyri hvørt barnið ávikavist 169,55 kr. til børn undir 10 ár, og 178,48 kr. til børn 10 ár og eldri. Tá fleiri enn 2 børn eru í somu fosturfamilju, er gjaldið 158,08 kr. fyri hvørt barnið.
Lummapeningur
§ 4. Eitt fast gjald verður um vikuna rindað til lummapening til barnið. Tá barnið er:
1) 3-6 ár er gjaldið 42,90 kr.
2) 7-10 ár er gjaldið 91,16 kr.
3) 11-13 ár er gjaldið 117,98 kr.
4) 14-15 ár er gjaldið 187,69 kr.
5) 16 ár og eldri er gjaldið 294,94 kr.
Útreiðslur til stovnan og útbúnað
§ 5. Útreiðslur til stovnan og útbúnað í sambandi við fosturuppihald kunnu rindast fosturforeldrum, tá ið barnið verður latið teimum, við upp til 8.906,22 kr.
Fosturforeldur í Danmark
§ 6. Um barn verður sent til fosturforeldur í Danmark, eru donsku upphæddirnar fyri samsýning, lummapening, stovnan og útbúnað galdandi.
Ymisk arbeiðsmarknaðargjøld
§ 7. Afturat samsýningini í § 2 verður lagt gjald til arbeiðsloysisskipanina, gjald til barsilsgrunnin, gjald til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin og bundna eftirlønargjaldið sambært § 2 í løgtingslóg um eftirløn.
Trupul børn og pinkubørn
§ 8. Um talan er um eitt sera trupult barn, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til tríggjar ferðir samsýningini sambært § 2, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 3 og 4.
Stk. 2. Um talan er um eitt óvanliga trupult barn, sum tí krevur heilt serliga røkt frá fosturforeldrunum, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningini sambært § 2, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 3 og 4.
§ 9. Um talan er um eitt pinkubarn undir eitt ár, kunnu fosturforeldrini samsýnast við upp til sjey ferðir samsýningini sambært § 2, umframt eina ferð føstu gjøldini í §§ 3 og 4.
§ 10. Samsýning sambært §§ 8 og 9 kann bert veitast í 3 mánaðir í senn. Eftir hetta tíðarskeið skal metast, um tiltakið virkar eftir ætlan, og um ráðiligt er at halda áfram við tiltakinum.
Gildiskoma og úrgildisseting
§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar mánað 2024.
Stk. 2. Kunngerð nr. 150 frá 14. desember 2022 um samsýning til fosturforeldur í 2023 fer úr gildi 1. januar 2024.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 20. desember 2023
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)