Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
5. november 2025Nr. 166
Kunngerð um at veita næmingastuðul til húsarhaldsskúlar
Við heimild í § 12, stk. 2 í løgtingslóg nr. 66 frá 13. mai 1992 um húsarhaldsskúlar, sum broytt við § 3 í løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 og løgtingslóg nr. 129 frá 11. september 2017, verður ásett:
§ 1. Stuðul til næmingar á húsarhaldsskúla verður veittur sambært §§ 2 og 3 av tí upphædd, sum á hvørjum ári verður sett av á løgtingsfíggjarlógini til hetta endamál, undir húsarhaldsskúlar.
§ 2. Upphæddin, ið latin verður næmingunum, er ikki treytað av inntøku næminganna ella foreldranna.
§ 3. Næmingastuðulin er eins fyri allar næmingar skúlans. Stuðulin kann í mesta lagi verða kr. 3.000,00 um mánaðin. Um játtanin á løgtingsfíggjarlógini ikki røkkur, verður stuðulin lækkaður samsvarandi.
§ 4. Næmingastuðulin verður goldin húsarhaldsskúlanum mánaðarliga eftir umsókn frá skúlanum. Næmingar, sum stuðul verður søktur til, skulu undirskriva umsóknina.
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Samstundis sum kunngerðin fær gildi, fer kunngerð nr. 80 frá 1. august 1991 um veiting av næmingastudningi til Húsarhaldsskúla Føroya úr gildi.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 5. november 2025
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)