Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2022Nr. 166
Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2023
Við heimild í § 22, stk. 1, § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 1-4, stk. 2, nr. 2-4 og 6-10 og stk. 3 og 4, § 38, stk. 3, § 39, stk. 2, § 50, stk. 4 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020 og løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin skipar fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2023 og ásetir treytir um umskiping, lating og móttøku av veiðu í tí sambandi.
Kapittul 2
Kvotur, fiskiloyvi, fiskileiðir o.a.
Føroysk kvota
§ 2. Føroyska kvotan av makreli í 2023 er sett til 70.000 tons.
Býti av føroysku kvotuni
§ 3. Av kvotuni sambært § 2 verða 49.100 tons sett av til fiskifør undir føroyskum flaggi at fiska.
Stk. 2. Heildarkvotan av makreli í 2023 er 42.300 tons.
Stk. 3. Kvota sambært stk. 1 kann fiskast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 4. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 19.176 tons latin eigarum av fiskiførum, sum í 2019 høvdu rættindi at fiska av egnari árskvotu av makreli, undantikið kvota keypt á uppboði, ella teimum, sum hesin rættur seinni er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
§ 5. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 4.060 tons latin øðrum enn teimum í § 4 nevndu, sum í 2009 høvdu rætt til fiskiloyvi at fiska uppsjóvarfisk í føroyskum sjógvi, og sum í 2022 hevði rætt at fiska makrel ella teimum, sum hesin rættur seinni er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
§ 6. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 1.019 tons latin eigarum av trolarum, hvørs fiskirættindi upprunaliga vóru avmarkað til altjóða sjógv, og sum í 2022 hevði rætt at fiska makrel, ella teimum, sum hesin rættur seinni er fluttur til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
§ 7. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 1.019 tons latin eigarum av fiskiførum, sum í 2016 fingu útskrivað fiskiloyvi við fiskifari undir føroyskum flaggi at veiða rækjur í NEAFC-skipanarøkinum, og sum í 2022 høvdu rætt at fiska makrel ella fiskiførum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
§ 8. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 7.049 tons latin eigarum av fiskiførum, sum í 2023 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 2, sambært § 18, stk. 1, nr. 1 í løgtingslógini, og sum í 2022 høvdu rætt at fiska makrel, ella teimum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
§ 9. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 2.073 tons latin eigarum av fiskiførum, sum í 2023 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 18, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini, og sum í 2022 høvdu rætt at fiska makrel ella teimum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
§ 10. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 726 tons latin eigarum av fiskiførum, sum í 2020 høvdu rætt til fiskiloyvi sambært kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir havtasku og svartkalva við gørnum í føroyskum sjógvi, og sum í 2022 høvdu rætt at fiska makrel ella teimum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til. Undantikin eru eigarar av fiskiførum, ið eru fevnd av §§ 9 og 12. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
§ 11. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 690 tons latin eigarum av fiskiførum, sum í 2023 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4 T, sambært § 18, stk. 1, nr. 4 í løgtingslógini, og sum í 2022 høvdu rætt at fiska makrel ella teimum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
§ 12. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 144 tons latin eigarum av fiskiførum:
1) sum í 2023 hava rætt til fiskiloyvi í bólki 4 og bólki 5, sambært § 18, stk. 1, nr. 3 og 5 í løgtingslógini, og
2) sum í 2022 høvdu loyvi at fiska skeljadjór við fiskifari undir føroyskum flaggi í føroyskum sjógvi.
Stk. 2. Tey 144 tonsini verða latin sum felags árskvota at fiska við øðrum reiðskapi enn troli ella nót.
§ 13. Eigari av ávísum fiskifari við kvotu sambært §§ 4-11 kann sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2023, til 2024, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2023.
Stk. 2. Eigari av ávísum fiskifari við kvotu sambært §§ 4-11 kann, sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini, fiska upp um egnu árskvotuna í 2023, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2023. Ov nógv fiskað í 2023 verður sambært § 34, stk. 4, 2. pkt. í løgtingslógini mótroknað av egnari árskvotu í 2024.
§ 14. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 850 tons sett av til vinnuligar fiskiroyndir samsvarandi § 20.
Stk. 2. Kvotan verður latin fiskiførum sum felagskvota og kann fiskast í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.
§ 15. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 2.665 tons sett av til 8 ára rættindi keypt á uppboðssølu eftir ásetingunum í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, íroknað tær nøgdir, sum eru lagdar um til egnar árskvotur sambært § 9 í løgtingslógini.
Stk. 2. Persónur, felag ella eigari av ávísum fiskifari, sum í 2023 hevur rættindi at fiska makrel, keypt á uppboði, kann flyta upp til 10% av uppboðskvotuni í 2023 til at verða fiskað í 2024.
§ 16. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 5.950 tons sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir samsvarandi § 14 í løgtingslógini. Menningarkvotur, sum eru lagdar um til egnar árskvotur, sambært § 10, stk. 3 í løgtingslógini, verða roknaðar av hesi nøgdini sambært § 10, stk. 4 í løgtingslógini.
Stk. 2. Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu eftir stk. 1, kann, sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini, flyta kvotu, sum ikki er fiskað í 2023, til 2024, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2023.
Stk. 3. Eigari av ávísum fiskifari, sum hevur kvotu eftir stk. 1, kann, sambært § 34, stk. 4, 1. pkt. í løgtingslógini, fiska upp um egnu árskvotuna í 2023, tó í mesta lagi eina nøgd, ið samsvarar við 10% av egnu árskvotuni í 2023. Ov nógv fiskað í 2023 verður sambært § 34, stk. 4, 2. pkt. í løgtingslógini mótroknað av egnari árskvotu í 2024.
§ 17. Av kvotuni sambært § 3, stk. 1 verða 3.680 tons sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir samsvarandi § 16, stk. 2 í løgtingslógini.
§ 18. Eru líkindi fyri, at kvotan í § 12 ikki verður fiskað, kann landsstýrismaðurin loyva øðrum, sum hava rættindi sambært §§ 4-12 at fiska av hesi kvotu.
Stk. 2. Eru líkindi fyri, at kvota sambært § 14 ikki verður fiskað, kann landsstýrismaðurin loyva øðrum, sum hava rættindi sambært §§ 4-12 at fiska av hesum kvotum.
Fiskiloyvi
§ 19. Fiskiskapur eftir makreli sambært hesi kunngerð kann bert fara fram við fiskiførum, sum hava veiðiloyvi, og sum eftir umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn. Tó krevst ikki veiðiloyvi til fiskiskap av kvotum sambært § 15, sum ikki eru lagdar um eftir § 9 í løgtingslógini, og við fiskiførum í bólki 5 sambært § 18, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini.
Stk. 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu bert byrja fiskiskap í NEAFC-skipanarøkinum, um Vørn hevur váttað, at tey eru á lista yvir fiskifør, sum eru fráboðað NEAFC at fiska í NEAFC-skipanarøkinum.
Stk. 3. Tá søkt verður um fiskiloyvi til fiskiskap eftir makreli sambært §§ 4-12 og 15-17, skal umsóknarblað nýtast, ið er tøkt á www.torvan.fo.
Vinnuligar fiskiroyndir
§ 20. Landsstýrismaðurin kann eftir umsókn lata persóni, felag ella eigara av fiskifari rætt at troyta ávís veiðirættindi í upp til eitt ár í senn. Umsókn um lut í nøgdunum sambært § 14 skal vera knýtt at ávísum fiskifari undir føroyskum flaggi við veiðiloyvi.
Stk. 2. Umsóknin skal vera Fiskimálaráðnum í hendi áðrenn 16. juni 2023, kl. 16.00. Umsóknin skal lýsa endamál, tíðarætlan og kostnaðarætlan fyri royndunum, umframt upplýsingar um, hvat fyri fiskifar ætlanin er at brúka, reiðskap, útgerð og leiðir.
Stk. 3. Fiskimálaráðið sendir umsóknir, ið lúka formligu krøvini í stk. 2, til Havstovuna ella onnur serkøn innan økið, sum lata Fiskimálaráðnum ummæli.
Stk. 4. Í viðgerðini og ummælum av umsóknum skal dentur serliga leggjast á menningarvirði og nýskapanarvirði í royndunum.
Partroling
§ 21. Partroling er bert loyvd millum fiskifør í sama bólki. Bólkarnir eru hesir:
1) Fiskifør 1.000 bruttotons, BT, og størri sambært málibrævi skipsins.
2) Fiskifør minni enn 1.000 bruttotons, BT, sambært málibrævi skipsins.
Stk. 2. Áðrenn fiskifar fer at partrola, skal fráboðan sendast Vørn um, hvørjum trolað verður saman við. Eisini skal fráboðan sendast Vørn, tá partrolingin, saman við fráboðaða fiskifarinum, endar.
Stk. 3. Tað er bert loyvt at skifta skip, ið partrolað verður saman við, eftir at fráboðan er send Vørn um veiðu flokkað á fiskaslag. Fiskifør, sum hava veiðu umborð, sum ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, kunnu ikki partrola við øðrum skipi, fyrr enn veiðan er farin um eina góðkenda innvigingarskipan, sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum hava veiðu umborð, loyvi at skifta skip, ið partrolað verður saman við, hóast veiðan ikki er farin um eina góðkenda innvigingarskipan.
Stk. 4. Tá fiskifør partrola, og annað ella bæði førini hava felagskvotu, verður veiðan, fyri hvørt fiskaslag sær, skrásett javnt býtt millum fiskiførini.
Stk. 5. Tá veiða frá partroling verður landað, skulu skipararnir ella eigararnir av fiskiførunum, sum hava partrolað, senda Vørn upplýsingar um helvtina av veiðinøgdini frá partrolingini, greinað á fiskaslag. Hava skipini bæði egna árskvotu, er tað tó bert farið, ið landar, sum sendir upplýsingar um veiðinøgdina. Verður landað til flutningsfar, er tað bert skiparin ella eigarin av flutningsfarinum, ið skal senda hesar upplýsingar. Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum skulu upplýsingarnar sendast elektroniskt í tí sniði og eftir teimum krøvum, sum Vørn ásetir, og skulu tær sendast í seinasta lagi ein tíma eftir landingina.
Landing og innviging
§ 22. Hóast ásetingarnar í kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum og kunngerð um avreiðing av feskum uppsjóvarfiski at frysta ella meirvirka í Føroyum skal allur fiskur og øll fiskavøra vigast, tá veiða sambært hesi kunngerð fer um eina innvigingarskipan, tó undantikið, tá veiðan verður goymd í kørum ella kassum umborð, og undantikið, tá veiðan verður fryst og pakkað umborð.
Kapittul 3
Hjáveiða, undirmálsmakrelur og bráðfeingis veiðibann
Hjáveiða
§ 23. Hjá fiskiførum, sum hava loyvi at fiska uppsjóvarfisk, sum er undir kvotuskipan, er hjáveiða av hesum uppsjóvarfiskasløgum loyvd í beinleiðis fiskiskapi eftir makreli. Hjáveiðan verður roknað av egnu árskvotuni hjá viðkomandi fiskifari.
Stk. 2. Hjá fiskiførum sambært stk. 1, har kvota av uppsjóvarfiski er uppfiskað, og hjá fiskiførum, sum ikki eru fevnd av stk. 1, kann hjáveiða av uppsjóvarfiski, sum er undir kvotuskipan, í mesta lagi vera 10% av samlaðu vektini fyri hvørja avreiðing, lating, uppskiping ella umskiping.
§ 24. Samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur í føroyskum sjógvi skal ikki vera meir enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin, hálið ella kastið.
Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, um íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur er meir enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.
§ 25. Sambært § 59, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn lýsa bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann verður ásett fyri upp til 4 vikur hvørja ferð.
Undirmálsfiskur
§ 26. Veiðan av undirmálsmakreli skal ikki vera meir enn 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.
Stk. 2. Makrelur, ið er undir 30 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, tá hann er strektur, er undirmálsmakrelur.
Bráðfeingis veiðibann
§ 27. Tá fiskað verður í føroyskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skulu fiskifør halda seg til ásetingarnar um ungfisk, ásettar í kunngerð um vernd av ungfiski og hámark fyri íblanding av ungfiski.
Kapittul 4
Reiðskapur
Meskar í uppsjóvartroli
§ 28. Tá makrelur verður veiddur við uppsjóvartroli í føroyskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum, skulu meskarnir ikki fara niður um 35 mm.
Stk. 2. Ásetingarnar um trolposan í § 8, stk. 1-3 í kunngerð um fiskiskapin í føroyskum sjógvi við fiskiførum, sum eru skrásett í Føroyum, eru ikki galdandi í beinleiðis fiskiskapi eftir makreli.
Gørn
§ 29. Beinleiðis veiða eftir makreli við gørnum í føroyskum sjógvi er ikki loyvd innan fyri linjur drignar millum hesar knattstøður:
1) 62°24´7090 N, 006°33´3655 V
2) 62°22´7108 N, 006°17´1607 V
3) 62°21´5780 N, 006°12´9309 V
4) 62°20´6219 N, 006°11´8598 V
5) 62°16´4800 N, 006°13´9060 V
6) 62°13´7883 N, 006°16´6000 V
7) 62°11´2594 N, 006°21´5132 V
8) 62°07´2027 N, 006°31´4429 V
9) 61°58´5259 N, 006°35´0994 V
10) 61°37´8020 N, 006°38´5500 V
11) 61°28´2366 N, 006°38´3683 V
12) 61°24´9380 N, 006°34´0792 V
13) 61°24´9380 N, 006°34´0792 V
14) 61°21´6976 N, 006°44´9684 V
15) 61°23´9291 N, 006°51´6311 V
16) 61°28´7341 N, 006°57´2607 V
17) 61°37´3000 N, 007°03´6000 V
18) 61°46´0000 N, 006°54´4180 V
19) 61°54´7500 N, 007°00´9000 V
20) 61°59´2200 N, 007°03´5000 V
21) 61°59´7498 N, 007°14´5000 V
22) 62°04´5000 N, 007°43´5000 V
23) 62°05´5000 N, 007°44´7766 V
24) 62°06´3000 N, 007°44´5005 V
25) 62°06´8998 N, 007°43´7879 V
26) 62°08´3500 N. 007°39´5000 V
27) 62°10´2000 N, 007°28´0000 V
28) 62°15´6000 N, 007°17´6600 V
29) 62°19´1298 N, 007°13´6356 V
30) 62°22´7411 N, 006°50´4492 V
31) 62°24´7090 N, 006°33´3655 V
Stk. 2. Veiðibannið í stk. 1 fevnir ikki um royndir, sum Havstovan skipar fyri.
Kapittul 5
Ymiskar ásetingar
Umrokningarfaktorar
§ 30. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt í sambandi við uppgerð av veiðu skulu hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri makrel:
1) Kruvdur, við høvdi 1,15.
2) Kruvdur, avhøvdaður 1,30.
3) Flak við skræðu og beinum 2,60.
4) Flak, skrædlað, við beinum 2,60.
5) Flak skrædlað, uttan bein 2,60.
6) Fiskamjøl 5,11.
Ymiskar ásetingar um útgerð umborð
§ 31. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meiri enn 15 mm í tvørmát.
§ 32. Skip skulu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum yvir borð undir vatnlinjuni.
§ 33. Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til einhvørja tíð hava avrit av hesum tekningum.
§ 34. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Um veiðan verður fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing.
Umskiping, virking o.a.
§ 35. Fiskifør, og onnur før, undir føroyskum flaggi, kunnu eftir umsókn fáa loyvi frá Vørn til at umskipa, lata og taka ímóti veiðu, sum er fiskað sambært hesi kunngerð. Sama er galdandi fyri før undir fremmandum flaggi í føroyskum sjógvi, sum eru limir í NEAFC ella hava støðu sum samstarvandi land í NEAFC.
Stk. 2. Í 2023 er loyvt at virka veiðu sambært hesi kunngerð umborð eftir treytum, sum Vørn ásetir. Virking umborð er eftir hesi kunngerð, tá fiskurin er meiri viðgjørdur enn sløgdur ella avhøvdaður, sama hvussu hann er goymdur.
Stk. 3. Í loyvið, sambært stk. 1, verða settar treytir um innvigingarskipan, fráboðanir í sambandi við landing til móttøkuskip ella flutningsskip og umskiping, eygleiðara o.a.
Stk. 4. Umskiping frá skipum, sum taka ímóti og frysta makrel í føroyskum sjógvi, kann bert fara fram við bryggju í føroyskari havn og við loyvi frá Vørn. Vørn kann í serligum førum geva undantak frá hesum kravi treytað av, at eftirlitið í sambandi við umskiping verður mett nøktandi.
Stk. 5. Vørn kann áleggja skipum, sum taka ímóti og frysta makrel í føroyskum sjógvi, at koma í føroyska havn til eftirlit, áðrenn tey fara úr føroyskum sjógvi.
Stk. 6. Treytað av, at eftirlitið verður mett nøktandi, kann Vørn eftir umsókn geva skipum, sum taka ímóti veiðu frá øðrum, undantak frá kravinum um at hava góðkenda innvigingarskipan sambært kunngerð um landingar og avreiðingar av fiski og fiskavørum.
Eygleiðari
§ 36. Vørn ger av, um eygleiðari skal vera umborð á fiskiførum, ið fiska sambært hesi kunngerð, og førum, sum umskipa, taka ímóti frá øðrum fari ella lata øðrum fari veiðu ella úrdrátt úr veiðu. Fiskifarið ber allar útreiðslur av at hava eygleiðara umborð. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Sýni
§ 37. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at taka sýni av veiðuni.
§ 38. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, kunnu verða áløgd at gera kanningar av veiðuni, herundir av stødd, vekt og dygd.
Fráboðanir
§ 39. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu senda hesar fráboðanir elektroniskt til Vørn sambært skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Tá farið verður í NEAFC-skipanarøkið, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Skipið skal, hvønn fyrrapart áðrenn kl. 12 UTC, boða frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Tá farið verður úr NEAFC-skipanarøkinum, skal fráboðanin sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum.
Kapittul 6
Revsireglur og gildistíð
Revsing o.a.
§ 40. Brot á § 19, stk. 2, § 21, stk. 1 og 2, stk. 3, 1. og 2. pkt. og stk. 5, § 22, § 23, stk. 2, § 24, § 26, stk. 1, § 28, stk. 1, § 29, stk. 1, §§ 30-32, § 33, 2. pkt., § 34, § 35, stk. 4, 1. pkt. og § 39 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum virkar, umskipar, letur ella tekur ímóti veiðu uttan loyvi, sambært § 35, stk. 1, sum ikki fylgir treytum sambært § 35, stk. 2, 1. pkt., sum ikki fylgir boðum sambært § 33, 1. pkt., § 35, stk. 5, §§ 37 og 38, ella forðar Vørn í at útinna sínar uppgávur sambært § 36.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 41. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2023 og fer úr gildi 1. januar 2024.
Fiskimálaráðið, 20. desember 2022
Árni Skaale (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðan fyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “Veiðifráboðanir”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis Elektronisku veiðidagbókina, sum er góðkend av Vørn.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NEAFC-skipanarøkið.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð |
OB |
Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
2) CAT - Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, hóast eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59(CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar |
RE |
Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr NEAFC-skipanarøkinum.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement |
Koda |
Frágreiðing |
Fráboðan |
TM |
COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar |
SQ |
Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar |
LC |
Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða |
DS |
Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki |
RC |
Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar |
IM |
IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar |
TN |
Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip |
NA |
Navn á skipinum |
Skipari |
MA |
Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar |
XR |
Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki |
RA |
Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig |
LA |
Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig |
LO |
Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða |
CA |
Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð |
TC |
Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu) í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn |
PO |
Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað |
TR |
Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað |
PD |
Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað |
PT |
Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting |
DA |
Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð |
TI |
Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking |
RE |
Viðmerking |