Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. november 2025Nr. 167
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð
(Hækka gjald fyri viðgerð til persónar, ið ikki hava rætt til ókeypis viðgerð)
§ 1
Í kunngerð nr. 41 frá 27. apríl 2009 um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, sum broytt við kunngerð nr. 76 frá 3. juni 2014, kunngerð nr. 15 frá 17. mars 2015, kunngerð nr. 104 frá 4. august 2015 og kunngerð nr. 15 frá 3. mars 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Gjald fyri viðgerð verður sum høvuðsregla ásett til tvær ferðir DRG upphæddina, sum er lýst hjá danska Sundhedsstyrelsen, við støði í donskum krónum.”
2. Í § 2, stk. 3 verður “29.100 kr.” broytt til: “32.000 kr.”
3. Í § 2, stk. 4 verður “1.800 kr.” broytt til: “2.000 kr.”
4. § 2, stk. 5 verður “6.000 kr.” broytt til: “7.000 kr”
5. Í § 2 verður aftan á stk. 5 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 6. Fyri vanliga umsiting, kann Sjúkrahúsverkið krevja upp til 2.500 kr.”
Stk. 6 verður eftir hetta stk. 7.
6. Í § 2 verður sum stk. 8 sett:
“Stk. 8. Øll gjøld sambært stk. 3-7 verða á hvørjum ári prístalsviðgjørd.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026.
Heilsumálaráðið, 6. november 2025
Súsanna Bertholdsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjørgfríð Ludvig (sign.)