Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. desember 1997Nr. 167
Kunngerð um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni, sum broytt við kunngerð nr. 4 frá 30. januar 2002
Við heimild í § 3, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 63 frá 20. mai 1996 um royndarskipan innan eldrarøkt í Sandoynni verður fyrisett:
§ 1. Tá ein fólkapensiónistur fær uppihald á røktarheiminum ella í einum sambýli í Sandoynni, verður fólkapensiónin framhaldandi útgoldin pensiónistinum.
Stk. 2. Hjálpar- og røktarviðbót fella burtur við endan av tí mánaði, ið kemur aftan á tann mánaðin, sum flutt verður inn.
§ 2. Búfólk rinda fyri uppihald (húsaleigu, olju, el, mat, vask, reingerð, o.t.) og til felags útreiðslur.
Stk. 2. Fyri uppihald rindar hvørt búfólk kr. 3.100,00 um mánaðin. Fyri hjún, har bæði eru pensiónistar, har annað er á røktarheiminum/eldrasambýlinum, verður gjaldið niðursett til kr. 2.100,00.
Stk. 3. Fastbúgvandi búfólk, ið fara í feriu í meira enn 3 dagar, fær góðskrivað kr. 50,00 um dagin frá 4. degi at rokna.
Stk. 4. Einki depositum verður goldið við innflytan. Um eitt búfólk ynskir at innrætta býlið á ein serligan hátt, kann tó krevjast, at búfólkið rindar depositum fyri møguligar eykaútreiðslur í sambandi við broytan av býlinum aftur til uppruna stand.
Stk. 5. Búfólkið rindar fyri býlið frá fyrsta í mánaðinum aftaná innflutt verður.
Stk. 6. Um búfólkið flytur úr býlinum ella andast, skal gjaldast til endan av mánaðinum.
Stk. 7. Pensiónistur kann vera til umlætting í mesta lagi 90 dagar í einum ári. Gjaldið fyri umlætting er kr. 75,00 um samdøgrið frá fyrsta degi.
§ 3. Avgerð um upptøku, verður tikin av upptøkunevndini, sum skal taka umsøkjarar úr Sandoynni fram um aðrar umsøkjarar.
Stk. 2. Í upptøkunevndini verða hesi vald:
1. Leiðarin fyri eldrarøktina í Sandoynni, ið er formaður.
2. Ein kommunulækni úr Sandoynni.
3. Eitt umboð, tilnevnt av Heimarøktini.
Stk. 3. Almannastovan tilnevnir kommunulæknan, sum skal verða í upptøkunevndini.
§ 4. Kæra um upptøku, gjaldsviðurskifti og aðrar avgerðir hjá leiðsluni fyri eldrarøktina í Sandoynni, ið viðvíkja stakpersónum, kunnu innan 4 vikur kærast til Kærunevndina í almannamálum. Freistin verður roknað frá tí degi, kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
§ 5. 1) Landskassin rindar nettorakstrarútreiðslurnar av royndarskipanini.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1998.
1) Broytt við kunngerð nr. 4 frá 30. januar 2002, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. juli 2000. Stk. 2. Frá 1. januar 2002 verður § 5 orðað soleiðis: § 5. Landskassin rindar nettorakstrarútreiðslurnar av royndarskipanini.”