Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. desember 2023Nr. 168
Kunngerð um býti av inntøkum frá veiðigjaldi og tøkugjaldi millum kommunurnar
Við heimild í § 12 a í løgtingslóg nr. 77. frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 1. juni 2023 og § 2 b í løgtingslóg nr. 64 frá 15. mai 2014 um loyvisgjald á alivinnu, sum broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 1. juni 2023, verður ásett:
Býti av inntøku frá veiðigjaldinum
§ 1. Veiðigjald fellur til gjaldingar so hvørt, veiðan er landað, sbrt. § 12, stk. 1 í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap.
Stk. 2. Inntøkur frá veiðigjaldinum sbrt. § 12 a í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap fella til ta kommunu, sum heimstaður skipsins í føroyskari havn er skrásettur sbrt. § 5, stk. 4 í løgtingslóg um skráseting av skipum.
Stk. 3. Kemur skipið undir annan heimstað, fella inntøkur frá veiðigjaldinum til tann heimstað, sum er skrásettur, tá veiðan verður landað.
Býti av inntøku frá tøkugjaldinum
§ 2. Inntøkur frá tøkugjaldinum sbrt. § 2 b í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu verða býttar millum kommunurnar eftir lutfallinum av býtinum av partafelagsskatti til kommunurnar frá fyritøkum og samtøkum í alivinnuni fyri annað árið frammanundan.
Útgjald
§ 3. Parturin hjá kommununum av inntøkunum frá veiðigjaldinum og tøkugjaldinum verður gjørdur upp so hvørt hesi fella til gjaldingar.
Stk. 2. Gjaldið til kommunurnar verður avgreitt gjøgum kommunuavrokningina mánaðin aftaná, at parturin hjá kommunum er gjørdur upp sbrt. stk. 1.
Gildiskoma
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2024.
Fíggjarmálaráðið, 20. desember 2023
Ruth Vang (sign.)
landsstýriskvinna
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)