Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2018Nr. 168
Kunngerð um fiskiskapin hjá skipum úr ES-londum í føroyskum sjógvi í 2019
Við heimild í § 36, stk. 4, § 37, stk. 2, § 39, stk. 1, nr. 1, 2, 3, 4 og 6, stk. 2, nr. 2, 6, 7, 8 og 9 og stk. 3, § 44, stk. 1 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 20. apríl 2018, verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap eftir botnfiski og uppsjóvarfiski í føroyskum sjógvi í 2019 við skipum úr ES-londum samsvarandi sínámillum fiskiveiðiavtalu millum Føroyar og Evropeiska Samveldið.
Kapittul 2
Fiskiskapur eftir botnfiski
§ 2. Loyvt er skipum úr ES-londum at royna í føroyskum sjógvi eftir hesum botnfiskasløgum og nøgdum í 2019:
1) Toskur og hýsa: 885 tons.
2) Upsi: 2.600 tons.
3) Kongafiskur: 100 tons.
4) Blálonga og longa: 1.885 tons.
5) Flatfiskur: 50 tons.
6) Onnur fiskasløg: 700 tons.
Stk. 2. Hjáveiða av langasporli og stinglaksi kann í mesta lagi vera 665 tons, og verður veiðan mótroknað kvotuni av blálongu og longu sambært stk. 1, nr. 4.
Tal av skipum og avmarkingar á ávísum leiðum og eftir ávísum fiskasløgum
§ 3. Í fiskiskapi eftir botnfiski verður loyvt 26 trolarum, harav 13 í senn, sum ikki skulu vera longri enn 180 føtur, at veiða millum 12 og 21 fjórðingar úr grundlinjunum.
Stk. 2. Hóast ásetingina í stk. 1 er talið av skipum í beinleiðis fiskiskapi eftir toski og hýsu, í økinum sunnan fyri 62˚28’N og eystan fyri 6˚30’V, avmarkað til 8 skip, harav 4 í senn.
Stk. 3. Loyvt verður harumframt 70 trolarum, harav 26 í senn, at veiða uttan fyri 21 fjórðingar úr grundlinjunum. Í tíðarskeiðinum 1. mars til og við 31. mai og 1. oktober til og við 31. desember hava hesi skip tó eisini atgongd til at fiska í einum øki millum 12 og 21 fjórðingar úr grundlinjunum, sum liggur millum 61˚20’N og 62˚00’N.
Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 3 er talið av fiskiførum í beinleiðis veiðu eftir upsa, sbr. § 6, avmarkað til 22 í senn, og talið av fiskiførum í beinleiðis veiðu eftir blálongu, sbr. § 7, avmarkað til 20 í senn.
Stk. 5. Loyvt verður harumframt 10 línuskipum, harav 6 í senn, at veiða uttan fyri 12 fjórðingar úr grundlinjunum.
Reiðskapur
§ 4. Fiskiskapurin, sambært § 2, kann fara fram við troli og línu.
Stk. 2. Veiða við bummtroli og við uppsjóvartroli er ikki loyvd. Loyvt er bert at royna við einum troli í senn.
§ 5. Í fiskiskapi eftir botnfiski er ikki loyvt at nýta trol, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 135 mm, sbr. tó §§ 6-7.
Stk. 2. Tvørmátið á tráðnum í trolposanum, 8 teir aftastu metrarnar av trolinum, eigur ikki at fara upp um 8 mm. Netið framman fyri posan, millumstykkið, skal ikki vaksa í ummáli úr forkanti í afturkant, og pláturnar í yvirpartinum og undirpartinum skulu vera eins. Meskarnir í hvørjari plátu skulu vera skornir eftir síðu og ikki í nøkrum føri eftir leggi. Posin skal vera úr rektangulerum plátum, har yvirpláturnar og undirpláturnar eru eins. Ummálið í forkanti á posanum skal ikki vera víðari enn afturkanturin á millumstykkinum. Loyvt er at sneiða 3 teir aftastu meskarnar inneftir.
Stk. 3. Tað er ikki loyvt at snøra posan ella á nakran hátt at bera so í bandi, at meskarnir ikki standa fult mát. Tó er loyvt:
1) at knýta tilfar, ið bara verður fest framman og á síðurnar á undirsíðuna av trolposanum fyri at minka um slit, og
2) at lata festið til gjørðina ganga gjøgnum spellið og møguliga vera fest í spellið, tó soleiðis, at spellið ikki liggur fast at posanum av hesi orsøk.
Stk. 4. Tað er ikki loyvt at brúka gjarðir, rundstroppar, tó er loyvt at hava eina gjørð, lyftistropp, í posanum til at býta sundur við. Gjørðin skal ikki vera styttri enn 70% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørturum á posanum á tí staðnum, har gjørðin er fest til posan.
Serligar ásetingar fyri beinleiðis veiðu eftir upsa
§ 6. Hóast ásetingarnar í § 5, stk. 1-4 er í beinleiðis veiðu eftir upsa loyvt at nýta trol við meskum niður í 120 mm. Eisini verður gjørt tað undantakið, at loyvast kann trolarum í beinleiðis veiðu eftir upsa at nýta rundstroppar, soleiðis at fráleikin millum hvønn rundstroppin er í minsta lagi 1 metur, at rundstropparnir eru festir í minsta lagi í tveimum støðum uttan á trolposanum, at rundstropparnir eru úr sama tilfari sum í posalínuni á trolposanum, og at rundstropparnir skulu ikki vera styttri enn 70% av ummáli trolposans, mált við strektum meski tvørtur um á posanum á tí staðnum, har rundstroppurin er festur til trolposan.
Stk. 2. Skip skulu boða Vørn frá á vakt@vorn.fo, tá ið tey byrja og enda fiskiskap sambært undantaksreglum í stk. 1, eisini tá lagt verður um til annan fiskiskap.
Stk. 3. Beinleiðis veiða eftir upsa er veiða, har upsi er í minsta lagi 85% av veiðinøgdini til einhvørja tíð á túrinum.
Serligar ásetingar fyri beinleiðis veiðu eftir blálongu
§ 7. Hóast ásetingarnar í § 5, stk. 1-4 er í beinleiðis veiðu eftir blálongu loyvt at nýta trol við meskum ikki smærri enn 100 mm á leiðum sunnan fyri 61°30’N og vestan fyri 09°00’ V, og sunnan fyri 60°30’ N millum 7°00’ V - 09˚00’V og økið sunnan og vestan fyri eina linju millum punktini 60°3’N, 07˚00’V og 60˚00’N, 06°00 V.
Stk. 2. Skip skulu boða Vørn frá á vakt@vorn.fo, tá ið tey byrja og enda fiskiskap sambært undantaksreglunum í stk. 1, eisini tá lagt verður um til annan fiskiskap.
Stk. 3. Beinleiðis fiskiskapur eftir blálongu skal ikki rekast á grynri sjógvi enn 500 m.
Máting av meskum og merking av reiðskapi
§ 8. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól, 2 mm tjúkt, við tí ásetta mátinum lættliga ganga gjøgnum meskarnar í netinum, sambært starvsreglugerð um meskamáting.
Stk. 2. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát sambært §§ 5-7, skal vera fyri seg í serligum rúmi ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
Stk. 3. Allar boyur á línureiðskapi skulu vera merktar við kallibókstavunum og havnarkenningarnummarinum hjá fiskifarinum. Allar endaboyur skulu hava eina minst 1,5 metur høga stongboyu við vimpli við havnarkenningarnummari.
Kapittul 3
Fiskiskapur eftir svartkjafti
§ 9. Loyvt er skipum úr ES-londum at veiða upp til 2.500 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2019.
Stk. 2. Umframt kvotuna, sambært stk. 1, hava skip úr ES-londum atgongd at veiða í mesta lagi 22.500 tons av ES kvotuni av svartkjafti í føroyskum sjógvi í 2019.
Stk. 3. Í veiðu eftir svartkjafti, verður hjáveiða av gulllaksi, sum ikki slepst undan, mótroknað kvotunum sambært stk. 1 og 2.
Tal av skipum
§ 10. Í mesta lagi 34 fiskifør kunnu vera til svartkjaftafiskiskap í senn sambært § 9. Talið av fiskiførum kann økjast upp til 38, tá fiskifør partrola.
Stk. 2. Verður ein høvuðsleið til fiskiskapin ásett av Vørn, kunnu 20 skip vera á høvuðsleiðini í senn.
Fiskileiðir
§ 11. Loyvt er ikki at royna eftir svartkjafti við troli á teimum leiðum nevndar í stk. 2 og 3, samanber tó eisini § 23.
Stk. 2. Á landgrunninum innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 62°50'00"N, 07°11'00"V
2) 62°53'00"N, 06°40'00"V
3) 62°50'00"N, 06°10'00"V
4) 62°43'00"N, 05°38'00"V
5) 62°32'00"N, 05°02'00"V
6) 62°25'00"N, 04°15'00"V
7) 62°19'00"N, 04°00'00"V
8) 62°01'00"N, 04°00'00"V
9) 61°17'00"N, 04°56'00"V
10) 60°26'00"N, 06°10'00"V
11) 60°26'00"N, 06°32'00"V
12) 60°35'00"N, 06°35'00"V
13) 61°23'00"N, 07°30'00"V
14) 61°25'25"N, 08°01'00"V
15) 61°32'48"N, 08°20'30"V
16) 61°49'00"N, 08°41'50"V
17) 62°00'00"N, 10°00'00"V
18) 62°40'00"N, 10°00'00"V
19) 62°40'00"N, 08°00'00"V
20) 62°50'00"N, 07°11'00"V
Stk. 3. Á Føroya Banka innan fyri linjur drignar millum hesi støð og í hesi raðfylgju:
1) 60°50'00"N, 07°57'00"V
2) 61°03'00"N, 07°57'00"V
3) 61°15'30"N, 08°16'00"V
4) 61°13'20"N, 08°42'12"V
5) 61°00'00"N, 09°11'00"V
6) 60°48'40"N, 09°25'00"V
7) 60°24'00"N, 09°07'00"V
8) 60°50'00"N, 07°57'00"V
Reiðskapur
§ 12. Tá svartkjaftur verður veiddur við uppsjóvartroli, skulu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.
§ 13. Trolið skal hava innsetta skiljirist, tá roynt verður eftir svartkjafti á leiðunum norðan fyri 60°20'00''N, og sunnan fyri eina linju drigna í ein beinan eystan úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið, og 315° rættvísandi úr punktinum 63°00'00''N, 06°00'00''V og út á fiskimarkið.
Stk. 2. Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45°-60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út. Skjal 1 vísir skitsu av rist og ristseksjón.
Kapittul 4
Fiskiskapur eftir makreli og norðhavssild
§ 14. Loyvt er skipum úr ES-londum at fiska 24.690 tons av makrelkvotuni hjá ES í føroyskum sjógvi í 2019.
Stk. 2. Í mesta lagi 12 fiskifør kunnu vera til fiskiskap eftir makreli í senn, sambært stk. 1. Tó kunnu 20 skip vera á listanum.
§ 15. Tá makrelur verður veiddur við uppsjóvartroli, skulu meskarnir í trolinum ikki vera minni enn 35 mm.
§ 16. Kvotan, sambært § 14, kann í føroyskum sjógvi bert fiskast uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum, samanber tó eisini § 23.
§ 17. Loyvt er skipum úr ES-londum at fiska í mesta lagi 4.500 tons av kvotuni hjá ES av norðhavssild í føroyskum sjógvi í 2019.
Stk. 2. Í mesta lagi 20 fiskifør kunnu vera til fiskiskap eftir norðhavssild í senn, sambært stk. 1.
§ 18. Kvotan, sambært § 17, kann í føroyskum sjógvi bert fiskast uttan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum og norðan fyri 62˚30 N, samanber tó eisini § 23.
Ásetingar um útgerð umborð fyri skip, sum veiða makrel og norðhavssild
§ 19. Gloppið millum rimarnar í pumpukassanum kann í mesta lagi vera 10 mm. Rimarnar skulu vera sveisaðar fastar. Um pumpukassin hevur hol í staðin fyri rimar, skal tvørmátið á holunum ikki fara upp um 10 mm. Hol í sliskuni, áðrenn pumpukassan, skulu ikki vera meiri enn 15 mm í tvørmát.
§ 20. Skip skulu ikki vera innrættað soleiðis, at møguligt er at tøma fisk úr tangunum yvir borð undir vatnlinjuni.
§ 21. Vørn kann krevja at fáa tekningar frá skipum, sum vísa, hvussu fongurin verður hagreiddur umborð og um tømingarmøguleikar. Skip skulu til einhvørja tíð hava avrit av hesum tekningum umborð.
§ 22. Fiskifør, sum ikki frysta veiðuna umborð, hava ikki loyvi at hava ella brúka sjálvvirkandi støddarskiljarar umborð. Verður veiðan fryst ella virkað umborð, skal hetta gerast beint eftir støddarskiljing.
Kapittul 5
Ymiskar ásetingar
Friðaðar leiðir
§ 23. Í tíðarskeiðinum 1. januar til 31. desember, báðir dagar íroknaðir, er ikki loyvt at veiða við nøkrum veiðihátti innan fyri linjur drignar 12 fjórðingar úr grundlinjunum.
Stk. 2. Fiskifør, sum fiska sambært hesi kunngerð, skulu halda seg til ásetingarnar um friðað øki ásettar í kunngerð um at friða ávísar leiðir í føroyskum sjógvi fyri veiðu við troli og øðrum reiðskapi og § 1 í kunngerð um tíðaravmarkað veiðibann á gýtingarleiðum fyri skip úr Noregi og ES-londum.
Loyvi
§ 24. Fiskifør úr ES-londum kunnu bert byrja fiskiskap á føroysku landleiðunum, um tey eru á lista yvir fiskifør, sum ES hevur givið loyvi at fiska á føroysku landleiðunum sambært hesi kunngerð. Listin skal vera fráboðaður og góðkendur av føroyskum myndugleikum. Á listanum skal vera frámerkt, hvat fiskaslag fiskifarið hevur loyvi at fara til beinleiðis fiskiskap eftir.
Hjáveiða í fiskiskapi eftir svartkjafti, makreli og norðhavssild
§ 25. Í fiskiskapi eftir svartkjafti, makreli ella norðhavssild skal samlaða hjáveiðan av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur, hvørki fyri hvørt hál ella fyri túrin, vera meiri enn 2% av samlaðu veiðuni fyri túrin ella hálið.
Stk. 2. Skiparin hevur skyldu at boða Vørn frá, er íblandingin av fiskasløgunum toskur, hýsa, upsi og kongafiskur meiri enn 2% av vektini í hvørjum háli ella kasti.
Ungfiskur
§ 26. Í beinleiðis veiðu eftir svartkjafti skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ikki vera meiri enn 50% í tali. Svartkjaftur, ið er minni enn 23 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 2. Í beinleiðis veiðu eftir upsa skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ikki vera meiri enn 30% í tali. Upsi, ið er minni enn 55 cm, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 3. Í beinleiðis veiðu eftir blálongu skal íblandingin av ungfiski í hvørjari setu ikki vera meiri enn 25% í tali. Blálonga, ið er minni enn 75 cm, máld fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 4. Í beinleiðis veiðu eftir longu skal íblandingin av ungfiski í hvørjari setu ikki vera meiri enn 25% í tali. Longa, ið er minni enn 75 cm, máld fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 5. Í beinleiðis veiðu eftir toski skal íblandingin av ungfiski í hvørjari setu ella í hvørjum háli ikki vera meiri enn 30% í tali. Toskur, ið er minni enn 50 cm, máldur fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 6. Í beinleiðis veiðu eftir hýsu skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ella í hvørjari setu ikki vera meiri enn 30% í tali. Hýsa, ið er minni enn 45 cm, máld fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 7. Í beinleiðis veiðu eftir kongafiski skal íblandingin av ungfiski í hvørjum háli ella í hvørjari setu ikki vera meiri enn 25% í tali. Kongafiskur, ið er minni enn 37 cm, máldur fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er ungfiskur.
Stk. 8. Er íblandingin av ungfiski, sambært stk. 1-7, størri enn ásetta hámarkið, skal skiparin alt fyri eitt boða Vørn frá. Skiparin hevur skyldu at upplýsa íblandingina av ungfiski, tá ið Vørn biður um tað.
§ 27. Sambært § 69, stk. 1 í løgtingslógini kann Vørn áseta bráðfeingis veiðibann fyri ávísan fiskiskap á ávísum leiðum í føroyskum sjógvi, har íblandingin av ungfiski ella hjáveiða er meira enn ásetta hámarkið. Bráðfeingis veiðibann kann lýsast fyri upp til 4 vikur hvørja ferð.
Minstamát á fiski
§ 28. Fiskur, ið ikki stendur hesi mát, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmálsfiskur:
1) Toskur, Gadus morhua, 40 cm.
2) Hýsa, Melanogrammus aeglefinus, 37 cm.
3) Reyðsprøka, Pleuronectes platessa, 40 cm.
4) Lálla, Glyptocephalus cynoglossus, 28 cm.
5) Tunga, Microstomus kitt, 30 cm.
6) Kalvi, Hippoglossus hippoglossus, 45 cm.
7) Sild, Clupea harengus, 22 cm.
8) Glaskvoysa, Lepidorhobmus whifflagonis, 25 cm.
9) Laksur, Salmo salar, 60 cm.
10) Hvítingur, Merlangius merlangus, 30 cm.
11) Stórur kongafiskur, Sebastes marinus, 30 cm.
12) Trantkongafiskur, Sebastes mentella, 30 cm.
13) Blálonga, Molva dipterygia, 60 cm.
14) Longa, Molva molva, 60 cm.
15) Brosma, Brosme brosme, 40 cm.
16) Langasporl, Coryphaenoides rupestris, 40 cm.
17) Gulllaksur, Argentina silus, 28 cm.
18) Havtaska, Lophius piscatorius, 50 cm.
19) Upsi, Pollachius virens, 45 cm.
20) Svartkalvi, Rheinhardtius hippoglossoides, 35 cm.
21) Makrelur, Scomber Scombrus, 30 cm.
Stk. 2. Veiðan av undirmálsfiski fyri hvønn túr skal ikki vera meiri enn 5% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin. Tó kann veiðan av undirmálsmakreli vera upp í 10% av samlaðu vektini av veiðuni fyri túrin.
Umrokningarfaktorar
§ 29. Við umrokning av fiski og fiskavørum til runda vekt skulu, umframt ásetingarnar í kunngerð um umrokningarfaktorar, hesir umrokningarfaktorar nýtast fyri svartkjaft:
1) Kruvdur, við høvdi: 1,20.
2) Kruvdur, avhøvdaður: 1,40.
3) Flak við skræðu og beinum: 2,80.
4) Flak, uttan skræðu, við beinum: 2,80.
5) Flak, uttan skræðu og bein: 2,80.
6) Fiskamjøl: 5,11.
Útblaking
§ 30. Loyvt er ikki at blaka ella sleppa fiski útaftur.
Fiskireiðskapur
§ 31. Kemur skip inn á øki, har tað ikki hevur loyvi at fiska, skal allur fiskireiðskapur vera burturstúgvaður á sínum natúrliga staði og trolwirar úrsjeklaðir.
Umskipingar
§ 32. Sambært § 37, stk. 1 í løgtingslógini er umskiping av veiðu ikki loyvd.
Stk. 2. Vørn kann tó loyva umskiping við bryggju í føroyskari havn samsvarandi galdandi NEAFC reglum hesum viðvíkjandi.
Fráboðanarskyldur
§ 33. Skip úr ES-londum, sum sambært § 24 hava loyvi at fiska á føroysku landleiðunum, skulu senda fráboðan til Vørn, sum nærri ásett í skjali 2 til hesa kunngerð.
Kapittul 6
Revsireglur og gildiskoma
Revsing
§ 34. Brot á § 2, stk. 2, §§ 4-8, §§ 11-13, 15-16 og 18-20, § 21, 2. pkt., §§ 22-23 og 25, § 26, stk. 8, § 28, stk. 2, §§ 29-31 og 33 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki ger eftir boðum ella fylgir boðum, sambært § 21, 1. pkt., ella sum umskipar uttan loyvi, sambært § 32, stk. 2.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 35. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2019 og fer úr gildi 31. desember 2019.
Fiskimálaráðið, 21. desember 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Skitsa av rist og ristseksjón í svartkjaftaveiðu
Skiljiristin hevur sum endamál at skilja stóran fisk frá smáum og sleppa størra fiskinum út gjøgnum op í undirnetinum.
Ristseksjón
Ristseksjónin skal setast inn framman fyri posan. Ristin skal hava rimar við í mesta lagi 55 mm millum hvørja. Hallið á ristini skal vera 45° - 60°. Op skal vera í netinum undir ristini. Opið skal vera breiddin á ristini og skal vera frítt soleiðis, at hjáveiða ótarnað sleppur út.
Skjal 2
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast til vakt@vorn.fo, telefaks +298 313981 ella INMARSAT-C 492880010.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 6 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið kemur inn í føroyskt fiskiøki.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi (ikki krav) |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (ikki krav) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav) |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð | OB | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi (ikki krav) |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (ikki krav) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav) |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 8 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið skiftir frá einum fiskaslagi til eitt annað ella gevst at fiska. Verður farið úr føroyskum sjógvi, skal fráboðanin sendast í seinasta lagi 12 tímar áðrenn.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi (ikki krav) |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (ikki krav) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum (ikki krav) |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn | PO | Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað | TR | Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað | PD | Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað | PT | Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking | RE | Viðmerking |