Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2022Nr. 168
Kunngerð um broyting í kunngerð um loyvi til royndarfiskiskap
(Treytin um veiðiloyvi ella fiskiloyvi er slept og nágreining av frágreiðingini um royndarfiskiskap)
§ 1
Í kunngerð nr. 8 frá 11. februar 2020 um loyvi til royndarfiskiskap, sum broytt við kunngerð nr. 123 frá 23. juli 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Inngangurin verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 34, stk. 2, nr. 1, 2, 4 og 10, § 50, stk. 6 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020, løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2021 og løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, verður ásett:”
2. § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. Royndarfiskiskapur kann bert fara fram við fiskifari undir føroyskum flaggi, sum hevur fingið serstakt fiskiloyvi til royndarfiskiskap sbrt. § 50, stk. 1 í løgtingslógini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum geva undantak frá kravinum um føroyskt skrásett fiskifar til royndarfiskiskap, um eitt nú fiskifør ella serlig tøkni ikki er tøk í føroyska fiskiflotanum sbrt. § 50, stk. 2 í løgtingslógini.”
3. Í § 7, stk. 1, 2. pkt. verður “sbrt. § 50, stk. 1, 2. pkt.” broytt til: “sbrt. § 50, stk. 3, 2. pkt.”
4. § 9 verður orðað soleiðis:
“§ 9. Í sambandi við, at serstaka fiskiloyvið til royndarfiskiskap kann verða endurnýggjað á hvørjum ári í upp til fimm ár, skal teldutøk frágreiðing um royndarfiskiskapin latast Fiskimálaráðnum. Frágreiðingin skal innihalda gongd og niðurstøður frá royndarfiskiskapinum, umframt avrit av nágreiniligu dagbókini sbrt. § 8, stk. 1, nr. 2.
Stk. 2. Frágreiðing um royndarfiskiskapin í einum álmanakkaári skal latast inn í seinasta lagi 1. februar árið eftir.
Stk. 3. Frágreiðingin er partur av metingini um endurnýggjan av loyvinum sbrt. hesi kunngerð.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 21. desember 2022
Árni Skaale (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)