21. desember 2022Nr. 169
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons
(Útseta gildiskomuna fyri treytini um mark fyri lønarinntøku)
§ 1
Í kunngerð nr. 76 frá 22. mai 2019 um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons, sum broytt við kunngerð 217 frá 22. desember 2020 og kunngerð nr. 163 frá 14. desember 2021, verður í § 5, stk. 3 “1. januar 2023” broytt til: “1. januar 2024”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 21. desember 2022
Árni Skaale (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)