Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. desember 2019Nr. 169
Kunngerð um veiðu eftir botnfiski og rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi við Svalbard í 2020
Við heimild í § 23, stk. 1 og 2, § 34, stk. 1, nr. 4, stk. 2, nr. 2 og stk. 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski í fiskiverndarøkinum við Svalbard og eftir rækjum í fiskiverndarøkinum við Svalbard, í sjóumveldinum við Svalbard og á innaru leiðum í 2020.
Kapittul 2
Veiða eftir botnfiski
Heildarkvotur og býti av kvotunum
§ 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 fiska 1.499 tons av toski og 361 tons av øðrum botnfiski í fiskiverndarøkinum við Svalbard.
Stk. 2. Hýsa, svartkalvi og kongafiskur kunnu bert veiðast sum hjáveiða. Hjáveiðan av hýsu kann í mesta lagi vera 14% av veiðinøgdini í hvørjum háli og av landaðari veiðu. Hjáveiðan av svartkalva kann í mesta lagi vera 12% av veiðinøgdini í hvørjum háli og 7% av veiðuni, tá túrur endar og av landaðari veiðu. Hjáveiðan av kongafiski kann í mesta lagi vera 20% av veiðinøgdini í hvørjum háli og av landaðari veiðu. Samlaða hjáveiðan av nevndu fiskasløgum og veiða av øðrum botnfiski enn toski kann tó ikki fara uppum 361 tons.
Stk. 3. Heildarkvoturnar, sambært stk. 1, verða latnar persóni ella felagi, sum í 2019, við fiskifari undir føroyskum flaggi, hevði rætt til fiskiloyvi at fiska eginkvotu av botnfiski við Svalbard, undantikið kvota keypt á uppboði. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Fiskiloyvi
§ 3. Fiskiskapur eftir botnfiski í fiskiverndarøkinum við Svalbard kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
§ 4. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í fiskiverndarøkinum við Svalbard.
Kapittul 3
Veiða eftir rækjum
Veiðirættindi og býti av rættindunum
§ 5. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2020 veiða eftir rækjum í upp til 922 dagar við Svalbard.
Stk. 2. Í mesta lagi 11 føroysk fiskifør kunnu vera til fiskiskap í senn eftir rækjum við Svalbard.
Stk. 3. Fiskidagarnir, sambært stk. 1, verða latnir persóni ella felagi, sum í 2016 fekk útskrivað fiskiloyvi til, við fiskifari undir føroyskum flaggi, at veiða rækjur í NEAFC-skipanarøkinum ella teimum, sum hesi rættindi seinni eru flutt til. Fiskiskapurin verður skipaður við felags fiskidøgum.
Fiskiloyvi
§ 6. Fiskiskapur eftir rækjum við Svalbard kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap, og sum Vørn hevur váttað eru á lista yvir fiskifør, sum eru skrásett til veiðu eftir rækjum við Svalbard hjá norskum fiskivinnumyndugleikum.
§ 7. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í fiskiverndarøkinum við Svalbard, í sjóumveldinum við Svalbard og á innaru leiðum.
Kapittul 4
Fráboðanir, revsing og gildistíð
Fráboðanir
§ 8. Fiskifar, sum fiskar við Svalbard sambært hesi kunngerð, skal senda hesar fráboðanir til Vørn sambært skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 12 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiverndarøkið við Svalbard.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiverndarøkinum við Svalbard.
Stk. 2. Fiskifarið skal somuleiðis senda norskum myndugleikum fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í fiskiverndarøkinum við Svalbard.
Revsing
§ 9. Brot á §§ 6 og 8 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 70 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1, um fiskað er meira enn loyvt er sambært fiskiloyvi ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifar ikki heldur seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært §§ 3 og 6 í hesi kunngerð. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 10. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2020 og fer úr gildi 31. desember 2020.
Fiskimálaráðið, 30. desember 2019
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 12 tímar, áðrenn skipið kemur inn í fiskiverndarøkið við Svalbard.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð | OB | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr fiskiverndarøkinum við Svalbard.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn | PO | Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað | TR | Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað | PD | Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað | PT | Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking | RE | Viðmerking |