Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
6. mars 2007Nr. 17
Kunngerð um broyting í kunngerð um heimahjálp
§ 1
Í kunngerð nr. 101 frá 24. juli 2000 um heimahjálp, sum seinast broytt við kunngerð nr. 139 frá 13. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 2 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 2. Verður fyritíðar- ella fólkapensjónistur fastbúgvandi á eldrasambýlum, fær viðkomandi varandi heimahjálp.”
2) § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Ein tørvsmeting verður gjørd av, um heimahjálp kann verða játtað, og til hvørjar uppgávur heimahjálpin verður veitt til. Tó verður ongin tørvsmeting gjørd í sambandi við veiting av heimahjálp til fastbúgvandi á eldrasambýlum.”
3) § 8 verður orðað soleiðis:
“§ 8. Fyri heimahjálp veitta eftir § 2, nr. 2 verður at gjalda fyri hvønn tíma í mun til ta inntøku, sum pensjónisturin og møguligi hjúnafelagin hava tilsamans umframt almannapensjónina, tá hendan inntøka árliga fer uppum 50.000 kr. fyri støk og 75.000 kr. fyri hjún. Gjaldið er ásett í kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum.
Stk. 2. Inntøkugrundarlagið verður roknað sambært ásetingunum um hetta í § 20, stk. 1-4 í løgtingslóg um almannapensjónir.
Stk. 3. Goldið verður ikki fyri heimahjálp, tá pensjónisturin er til umlætting.
Stk. 4. Goldið verður í mesta lagi fyri 30 tímar um mánaðin. Gjaldið kann takast beinleiðis av pensjónini, innan hendan verður útgoldin.
Stk. 5. Fastbúgvandi á eldrasambýlum, ið gjalda fyri heimahjálp, rinda altíð fyri 30 tímar um mánaðin, sbr. stk. 4.”
4) § 8 a verður strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almanna- og heilsumálaráðið, 6. mars 2007
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)