Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. mars 1979Nr. 17
Kunngerð um breidd, longd, hædd, vekt og átrýst á akførum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 32 frá 2. mars 1993
Við heimild í §§ 37 og 38 í lógarkunngerð um ferðslu nr. 10 frá 18. mars 1966 við seinri broytingum fyrisetur landsstýrið fylgjandi um breidd, longd, hædd, vekt og ástrýst á akførum.
Kapitul 1.
Breidd
§ 1. Akfar má hvørki við farmi ella uttan vera breiðari enn 2,55 m, smb. tó § 2.
2. stk. Breiddin á akfari fest í motorvogn (bil) má ikki far upp um beiddina á dragandi akfarinum til hvøjra síðu við meira enn
1) 0,1 m um viðfesti vognurin er breiðari enn 2,3 m.
2) 0,3 m um viðfesti vognurin er breiðari enn 2,1 m, men ikki breiðari enn 2,3 m.
§ 2. Fyri koyring við leysum hoyggi, hálmi ella tílíkum og við amboðum til búnaðar- ella vegarbeiði kann breiddin fara upp um 2,55 m. Tó kann hon bert fara upp um 3,3 m, um koyringin er millum bø og búnaðarbygging, millum ognir, sum í felag eiga amboðið, ella millum amboðsstøð og viðskiftafólk. Løgreglan kann seta forboð fyri koyring sambært 1. og 2. pkt., um serliga umstøður eru.
§ 3. Breiddin á akfari ella farmi verður máld eftir tí, sum stingur longst til viks, tó ikki føraraspegli og bákni.
§ 4. Verður koyrt við breiðum akfari ella farmi á smølum vegi, skal serstakt varsemi og fyrilit havast fyri ferðsluni yvirhøvur. Tílíkt breitt akfar skal halda so langt til høgru sum gjørligt, og steðga um neyðugt til tess at lata annað akfar sleppa fram við.
2. stk. Verður koyrt við amboði, sum er breiðari enn 2,55 m, smbr. § 2, skal tann síðan á amboðnum, sum er nærri vegmiðjuni, verða týðiliga merkt við merki, sum stingur upp í 1 metra hædd, um so er, at hesin parturin á amboðnum er minni enn 1 m høgur.
§ 5. Løgreglan kann loyva frávik frá regluni um størstu breidd, tá viðkomandi flutningur ikki rímiliga kann krevjast framdur á annan hátt. Loyvið frá løgregluni skal havast við, tá ið koyrt verður.
Kapitul 2.
Longd
§ 6. Motordrivið akfar skal hvørki við farmi ella uttan vera longri enn 12 m.
2. stk. Løgreglan kann loyva akstur við lastvogni, sum við farmi ikki er longri enn 15 m.
§ 7. Vognrað, sum er sett saman av motorvogni (bili) og leguvogni, skal hvørki við farmi ella uttan vera longri enn 16,5 m.
2. stk. El-verk kunnu á motorvogni (bili) við leguvogni lata flyta leiðningamastrar, sum eru so langar, at vognraðið við farmi verður upp til 22 m langt. Um longdin øll fer upp um 20 m, skal við føraranum verða annað fólk, sum á tvørligum støðum skal hjálpa honum og ávara onnur ferðandi.
3. stk. Løgreglan kann loyva akstur við motorvogni (bili) við leguvogni til flutnings av jørnum og byggielementum, sum eru so long, at vognraðið fær eina longd, sum er størri enn 16,5 m, um so er, at vognraðið til leguvognin hevur ás, sum kann hálast út.
Stk. 4. Motorvognur við leguvogni útgjørdur við síðulyftara og sum ikki lýkur krøvini um størstu longd verður góðkendur av Bileftirlitinum og skrásettur til akstur við í mesta lagi 40 fóts bingjum at koyra eftir frammanundan ásettum farleiðum, ið eru góðkendar av vegamyndugleikunum og løgregluni.
§ 8. Vognrað, sum er sett saman av motordrivnum akfari og viðfestum vogni ella viðfestum amboði, skal hvørki við farmi ella uttan vera longri enn 18,5 m.
2. stk. El-verk kunnu á motordrivnum akfari við viðfestum vogni lata flyta leidningamastrar, sum eru so langar, at vognraðið við farmi verður upp til 22 m langt. 2. pkt. í § 7, 2. stk. stendur óbroytt við eisini her.
§ 9. Longdin á akfari ella vognraði verður máld eftir tí, sum stingur longst fram og aftur, á samankoplaðum akførum við koplingini á tambi.
2. stk. Fráleikin frá afturkanti á dragandi motorvogni (bili) til framkant á viðfestum vogni ella skrásetingarskyldugum viðfestum amboði má ikki vera størri enn 2 m.
§ 10. Løgrelgan kann loyva frávik frá reglunum um størstu longd, tá viðkomandi flutningur ikki rímiliga kann krevjast framdur á annan hátt. Loyvið frá løgregluni skal havast við, tá ið koyrt verður.
Kapitul 3.
Hædd
§ 11. Akfar má hvørki við farmi ella uttan vera hægri enn 4 m.
2. stk. Hóast hæddina hevur førarin sambært § 37, 2. stk. í ferðslulógini, tá ið koyrt verður undir brúm og leidningum, í tunnlum og øðrum skyldu at vissa seg um, at farandi er uttan vanda ella bága.
§ 12. Hæddin verður máld upp og niður, av sløttum í ovast á vogni ella roka.
§ 13. Løgreglan kann í samráði við avvarðandi vega- og brúgvamyndugleika loyva frávik frá regluni um størstu hædd, tá ið flutningurin ikki rímiliga kann krevjast framdur á annan hátt. Loyvið frá løgregluni skal havast við, tá ið koyrt verður.
Kapitul 4.
Ástrýst
§ 14. Hvørki motordrivið akfar við hjólum, sum hava luftgummiringar, ella hartil viðfest akfar við hjólum við luftgummiringum má við farmi ella uttan koyra á almennum vegi, um so er, at alt trýstið niður á vegin frá hjólunum á ási (ástrýstið) er størri enn 10.000 kg.
2. stk. Tveir ásar, sum eru longur enn 1,0 m, men styttri enn 2,0 m hvør frá øðrum, mugu ikki tilsamans hava størri ástrýst enn 16.000 kg. Hvørgin av tveimum ásum, sum eru styttri enn 1,3 m hvør frá øðrum, má hava størri ástrýst enn 8.000 kg.
3. stk. Eingin av trimum ásum, sum er minni enn 2,0 m frá næsta ási, má hava størri ástrýst enn 8.000 kg. Eru tveir av hesum ásum nærri hvør øðrum enn 1,3 m, má ástrýstið tilsamans ikki verða størri enn 22.000 kg.
4. stk. Leguvognur má ikki hava størri ástrýst tilsamans enn 24.000 kg. Verður leguvognur drigin av motorvogni (bili), sum hevur loyvda totalvekt oman fyri 3.500 kg., má alt ástrýst leguvognsins ikki fara upp um 1,5 ferðir loyvdu totalvektina á motorvogninum (bilinum), sum dregur.
5. stk. Tá ástrýst verður roknað út, verða tveir ásar, sum eru nærri hvør øðrum enn 1,0 m, at rokna sum ein.
§ 15. Skrásett ella góðkent akfar má ongantíð fermast til størri ástrýst, enn tað er skrásett ella góðkent til.
§ 16. Løgreglan kann í samráði við avvarðandi vega- ella brúgvamyndugleika loyva frávik frá reglunum um mest loyvda ástrýst um so er, at viðkomandi flutningur ikki rímiliga kann krevjast framdur á annan hátt. Loyvið frá løgregluni skal verða havt við, meðan flutningurin fer fram.
§ 17. Løgreglan kann eisini í samráði við teir í § 16 nevndu myndugleikar loyva neyðsendarakstri frávik frá reglunum um mest loyvda ástrýst.
Kapitul 5.
Totalvekt
§ 18. Akfar við hjólum við luftgummiringum má hvørki við farmi ella uttan koyra á almennum vegi, um so er, at veruliga totalvektin fer upp um samløguna av teimum ástrýstum, sum akfarið hevur loyvi til, samanber tó stk. 2 og 3.
2. stk. Veruliga totalvektin má ikki fara upp um:
|
1) |
á motordrivnum akfari við |
|
|
|
2 ásum:................................................................................................................... |
18.000 kg |
|
2) |
á motordrivnum akfari við |
|
|
|
3 ásum:................................................................................................................... |
24.000 kg |
|
3) |
á motordrivnum akfari við |
|
|
|
4 ella fleiri ásum:.................................................................................................... |
29.500 kg |
|
4) |
á motordrivnum akfari við 4 ella fleiri ásum, har tveir teir fremstu eru stýrandi, og har fráleikin frá fremsta til aftasta ás á akfarinum er 5,0 ella meira:................ |
|
|
5) |
á viðfestum vogni................................................................................................... |
3.500 kg |
|
6) |
á vognraði............................................................................................................... |
44.000 kg |
3. stk. 1. stk. hevur ikki gildi fyri leguvognar. Fyri tílík akfør verða bert nýttar reglurnar um ástrýst og reglurnar um veruliga totalvekt á vognraði.
4. stk. Tá totalvektin verður roknað út, verða tveir ásar, sum er nærri hvør øðrum enn 1,0 m at rokna sum ein.
§ 19. Viðfestur vognur, sum verður drigin av motorvogni (bili) við loyvdari totalvekt, sum ikki er størri enn 3.500 kg, má ikki hava loyvda totalvekt, sum er størri enn:
1) 90% av eginvektini á motorvogninum (bilinum), sum dregur, um viðfesti vognurin kann bremsast, meðan koyrt verður, og
2) 50% av eginvektini á motorvogninum (bilinum), sum dregur, um viðfesti vognurin ikki kann bremsast, meðan koyrt verður.
2. stk. Í minsta lagi 20% av loyvdu totalvektini á øllum vognraðnum skulu liggja á drívhjólunum á motorvogninum (bilinum).
§ 20. Á viðfestum amboði, sum verður drigið av motorvogni (bili) við loyvdari totalvekt oman fyri 3.500 kg, má loyvda totalvektin ikki fara upp um 1,5 ferðir loyvdu totalvektina á dragandi motorvogninum (bilinum).
2. stk. Í minsta lagi 20% av loyvdu totalvektini á øllum vognraðnum skulu liggja á drívhjólunum á motorvogninum (bilinum).
§ 21. Av loyvdu totalvektini á vognraði, sum er sett saman av motorvogni (bili) við leguvogni, skulu í minsta lagi 20% liggja á drívhjólum á motorvogninum (bilinum).
§ 22. Í vognraði, sum verður drigið av skrásetingarskyldugum traktori, skulu í minsta lagi 20% av veruligu totalvektini á vognraðnum liggja á drívhjólunum á traktorinum.
2. stk. Av veruligu totalvektini á vognraðnum skulu har afturat í minsta lagi 50% liggja á teimum hjólunum, sum bremsa. Hesi hjól skulu antin vera á traktorinum, traktorinum og tí fyrsta viðfesta akfarinum ella traktorinum og báðum viðfestu akførunum.
3. stk. 1. og 2. stk. eru ikki galdandi fyri vognrað við ikki skrásettum viðfestum amboðum.
§ 23. Um traktorur, sum ikki hevur skrásetingarskyldu, verður nýttur at draga viðfestar vognar, má øll veruliga totalvektin á viðfestu vognunum ikki fara upp um 3 ferðir veruligu totalvektina á traktorinum, sum so er, at eingin av viðfestu vognunum hevur bremsur.
2. stk. Hevur viðfestur vognur 2 hjól, verður tann parturin av vektini á viðfesta vogninum, sum liggur á traktorinum, roknaður upp í vektina á traktorinum.
§ 24. Vognur festur í motoramboð má ikki hava størri veruliga totalvekt enn 2 ferðir veruligu totalvektina á motoramboðnum, sum dregur, um so er, at viðfesti vognurin ikki hevur nóg góða bremsu, sum er sjálvvirkandi ella sum kann passast, meðan koyrt verður.
§ 25. Í vognraði við viðfestum amboði, sum ikki er skrásett, má vektin á tí viðfesta amboðnum ikki fara upp um 2 ferðir veruligu totalvektina á tí akfarinum, sum dregur, um so er, at viðfesta amboðið ikki hevur nóg góða bremsu, sum er sjálvvirkandi ella sum kann passast, meðan koyrt verður.
§ 26. Annars má akfar, sum er skrásett ella góðkent, ongantíð verða fermt við størri vekt, enn tað er skrásett ella góðkent til at bera.
§ 27. Løgreglan kann í samráði við avvarðandi vega- ella brúgvamyndugleikar loyva frávik frá reglunum um størstu loyvdu totalvekt, um so er, at viðkomandi flutningur ikki rímiliga kann krevjast at verða framdur á annan hátt. Loyvið frá løgregluni skal vera havt við, meðan koyrt verður.
§ 28. Løgreglan kann eisini í samráði við teir í § 27 nevndu myndugleikar loyva bjargingarfeløgum og tílíkum at víkja frá reglunum um størstu loyvdu totalvekt, tá ið skadd akfør verða beind av vegnum.
§ 29. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.
2. stk. Motorvognar til leguvogn, ið eru skrásettir, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, koma ikki undir regluna í § 7, 1. stk., um so er, at samlaða longdin á vognraðnum við ella uttan farm ikki er longri enn 16,5 m.
1) Broytt við kunngerð nr. 21 frá 24. apríl 1991.
2) § 7, 1. stk. seinna pkt. varð sett inn við kunngerð nr. 109 frá 4. november 1982, men tikið av við kunngerð nr. 21 frá 24. apríl 1991.
3) Broytt við kunngerð nr. 32 frá 2. mars 1993.