Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. mars 2019Nr. 17
Kunngerð um virkið hjá kommunala musikkskúlaleiðaranum
Við heimild í § 9, stk. 5 í løgtingslóg nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) verður ásett:
§ 1. Fyri tann einstaka musikkskúlan setir kommunan ein kommunalan musikkskúlaleiðara.
Stk. 2. Kommuna fevnir eisini um kommunal samstarvsøki, og tí kann ein kommunalur musikkskúlaleiðari røkja uppgávur í fleiri musikkskúlum ella tvørtur um kommunumark.
§ 2. Kommunali musikkskúlaleiðarin hevur dagligu leiðsluna av musikkskúlanum í kommununi.
§ 3. Kommunali musikkskúlaleiðarin hevur dagligu námsfrøðiligu ábyrgdina fyri tí virksemi, ið skipað verður í tí kommunala musikkskúlanum.
§ 4. Kommunali musikkskúlaleiðarin og musikkskúlastjórin eiga at vera í regluligum og skipaðum samskifti og samstarvi.
§ 5. Kommunali musikkskúlaleiðarin hevur tað dagliga samskiftið við musikkskúlalærararnar. Kommunali musikkskúlaleiðarin leiðir og fordeilir arbeiðið innanfyri tað lærarabýti, tímabýti og lærugreinabýti, ið musikkskúlastjórin hevur játtað kommunala musikkskúlanum.
§ 6. Lærarar hava, hvat viðvíkur dagliga virkseminum, tilvísing til kommunala musikkskúlaleiðaran.
§ 7. Kommunali musikkskúlaleiðarin skipar undirvísing á miðnámsstigi og á prelimineru orgulútbúgvingini, sum báðar enda við próvtøku, samsvarandi § 2, stk. 3-5 í løgtingslógini.
§ 8. Kommunali musikkskúlaleiðarin ger leiðreglur viðvíkjandi upptøku, virksemi, undirvísingaramboðum o.ø. í kommunala musikkskúlanum.
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 12. mars 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)