Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. februar 2021Nr. 17
Kunngerð um broyting í kunngerð um parkeringskort fyri persónar við avlamni
(Nýggjar ásetingar um stovnskort)
§ 1
Í kunngerð nr. 2 frá 13. januar 2015 um parkeringskort fyri persónar við avlamni, sum broytt við kunngerð nr. 100 frá 10. juli 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heiti á kunngerðini verður orðað soleiðis:
“Kunngerð um parkeringskort og stovnskort fyri persónar við avlamni”
2. Yvirskriftin yvir § 1 verður orðað soleiðis:
“Útgáva og endurnýggjan av parkeringskorti, stovnskorti o.a.”
3. § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Eitt parkeringskort er eitt serligt kort, sum verður útgivið til persónar við avlamni, og sum lúka treytirnar í § 6. Parkeringskortið er sniðgivið í samsvari við ásetingarnar í skjali 1.
Stk. 2. Eitt stovnskort er eitt serligt kort, sum verður útgivið til stovnar, sum lúka treytirnar í § 9 a. Stovnskortið er sniðgivið í samsvari við ásetingarnar í skjali 2.
Stk. 3. Parkeringskortið og stovnskortið skal góðkennast av Akstovuni.
Stk. 4. Parkeringskortið er skjalprógv fyri, at handhavin er fevndur av teimum undantøkum um parkering, sum eru nevnd í § 11.”
4. § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Umsókn um útgávu ella endurnýggjan av parkeringskorti ella stovnskorti verður latin MEGD, sum avger um umsóknin kann verða gingin á møti ella ikki.”
5. Í § 2, stk. 2 verður aftan á “parkeringskorti” sett: “og stovnskorti”.
6. Í § 3, stk. 2, nr. 5 verður aftan á “sjónlig” sett: “,”.
7. Í § 3 verður sum stk. 7 sett:
“Stk. 7. Tá ein avgerð skal takast um útgávu av stovnskorti, sbrt. § 9 a, skal umsøkjarin vátta á umsóknarblaðnum, at tað eru ein ella fleiri borgarar knýttir at stovninum, sum eru sera illa gongdir, hava varandi niðursett evni at virka ella onnur líknandi heilsulig viðurskifti, sum í stóran mun skerja evni ella ger tað trupult at ferðast, og sum lúka krøvini um útgávu av parkeringskorti.”
8. § 4 verður orðað soleiðis:
“§ 4. MEGD kann í sambandi við viðgerð og avgerð av málum um útgávu av parkeringskorti ella stovnskorti, brúka KT í viðgerðini í samsvari við trygdarkrøvini til almennar skráir.”
9. Aftan á § 5 verður sett:
“§ 5 a. Stovnskort verður útgivið ella endurnýggjað við gildi í 5 ár.”
10. Yvirskriftin yvir § 6 verður orðað soleiðis:
“Treytir fyri útgávu og endurnýggjan av parkeringskorti o.a.”
11. Aftan á § 9 verður sett:
“Treytir fyri útgávu og endurnýggjan av stovnskorti o.a.
§ 9 a. Stovnskort verður útgivið og endurnýggjað til eitt akfar, sum er knýtt at:
1) røktarheimi, sbrt. § 13, stk. 2, nr. 1 í løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt m.v.,
2) eldrasambýli, sbrt. § 13, stk. 2, nr. 2 í løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt m.v.,
3) dagstovna- og frítíðarvirksemi, sbrt. § 39 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur,
4) virknistænastu, sbrt. § 40 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur,
5) umlættingarstovni, sbrt. § 41 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur,
6) fyribils bústaði, sbrt. § 45 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur,
7) vardum bústaði, sbrt. § 46 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur,
8) serligum bútilboði, sbrt. § 47 løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, ella
9) dagtilhaldi til dement.
Stk. 2. Útgáva av stovnskorti er treytað av, at tað á stovninum, sbrt. stk. 1, eru ein ella fleiri borgarar, sum eru sera illa gongdir, hava varandi niðursett evni at virka ella onnur líknandi heilsulig viðurskifti, sum í stóran mun skerja evni ella ger tað trupult at ferðast.
§ 9 b. Eitt stovnskort kann bara brúkast í Føroyum, og bara í sambandi við flutning av borgarum knýttir at stovnum, sum eru nevndir í § 9 a, stk. 1, nr. 1-9, og sum hava ein tørv, sum ger, at teir hava brúk fyri einum stovnskorti, sbrt. § 9 a, stk. 2.
Stk. 2. Eitt stovnskort má bert nýtast í tí akfari, sum loyvið er givið til.
§ 9 c. Broytingar í upplýsingunum hjá umsøkjaranum skulu fráboðast MEGD.
Stk. 2. Um so er, at stovnurin, sbrt. § 9 a, stk. 1, ikki longur lýkur treytirnar fyri at hava stovnskort, skal kortið latast aftur til MEGD.”
12. Í § 10 verður aftan á “parkeringskort” sett: “ella stovnskort”.
13. Í § 11, stk. 1 verður aftan á “parkeringskorti” sett: “ella stovnskorti”.
14. Í § 11, stk. 2 verður “v.m.” broytt til: “o.a.”
15. Í § 11, stk. 2 verður aftan á “parkeringskorti” sett: “ella stovnskorti”.
16. Yvirskriftin yvir § 16 verður orðað soleiðis:
“Gjald fyri útgávu og endurnýggjan av parkeringskorti ella stovnskorti”
17. Í § 16 verða sum stk. 4-6 sett:
“Stk. 4. Fyri útgávu av stovnskorti verður goldið 425 kr.
Stk. 5. Fyri endurnýggjan av stovnskorti verður goldið 425 kr.
Stk. 6. Fyri útgávu í sambandi við burturmist stovnskort, ella um handhavin av aðrari orsøk biður um nýtt stovnskort, verður goldið 425 kr.”
18. Í § 17 verður aftan á “parkeringskorti” sett: “ella stovnskorti”.
19. Skjal 1 verður sett sum skjal 2 í kunngerð nr. 2 frá 13. januar 2015 um parkeringskort fyri persónar við avlamni.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fíggjarmálaráðið, 16. februar 2021
Jørgen Niclasen (sign.)
landsstýrismaður
/ Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Skjal 1
“Skjal 2
Ásetingar um útsjónd og innihald av stovnskorti
1. Snið
1.1. Stovnskortið verður útgivið í ES-sniði.
1.2. Stovnskortið skal vera 106 mm langt og 148 mm breitt.
1.3. Stovnskortið skal hava appilsingula bakgrund. Tó skal teigurin undir altjóða tekninum fyri koyristól hava myrkabláa bakgrund.
1.4. Omaná bæði framsíðu og baksíðu á stovnskortinum, verður lagdur ein trygdarfilmur.
1.5. Stovnskortið hevur eina framsíðu og eina baksíðu, sum báðar eru býttar sundur í tveir loddrættar hálvpartar.
2. Innihald
2.1. Vinstra helvt á framsíðuni:
2.1.1. Altjóða teknið fyri koyristól í hvítum liti á myrkabláari bakgrund.
2.1.2. Navn, adressa, búmerki og hologram á útgevandi felagsskapi.
2.2. Høgra helvt á framsíðuni:
2.2.1. Ovast verður skrivað á føroyskum við stórum bókstavum: “Stovnskort fyri persónar við avlamni”.
2.2.2. Nummarplátan á akfarinum.
2.2.3. Galdandi til og frá.
2.2.4. Navn og adressa hjá stovninum.
2.2.5. Raðnummar.
2.3. Baksíðan:
2.3.1. Vegleiðing um brúk av stovnskortinum, umframt ein stutt lýsing av, hvør revsingin kann verða, um kortið verður misbrúkt.”