21. mars 2006Nr. 17
Kunngerð um heilivágsskrá (farmakopé) og fyrimyndarreglur á heilivági
Við heimild í § 28 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991, verður ásett:
§ 1. Við føroyska farmakopé er at skilja:
1) European Pharmacopeia 5th Edition 2005 við supplement 5.1 – 5.3.
Pharmacopeia, 5th Edition Supplement 5.4 kemur í gildi 1. apríl 2006.
Pharmacopeia, 5th Edition Supplement 5.5 kemur í gildi 1. juli 2006.
2) Danske Lægemiddelstandarder 2006.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 10 frá 15. februar 2005 um heilivágsskrá (farmakopé) og fyrimyndarreglur á heilivági.
Almanna- og heilsumálaráðið 21. mars 2006
Hans Pauli Strøm (sign.)
landsstýrismaður
/ Aibritt á Plógv (sign.)