Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. desember 2023Nr. 170
Kunngerð um broyting í kunngerð um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi
(Fult ískoyti verður veitt til sálarfrøðiliga viðgerð hjá persónum millum 15 til 25 ár, ið hava angist ella lætt til moderat tunglyndi)
§ 1
Í kunngerð nr. 150 frá 6. desember 2011 um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi, sum broytt við kunngerð nr. 29 frá 4. apríl 2016, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Ávísingin er bert galdandi, um sálarfrøðingurin móttekur hana í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at hon varð útflýggjað.”
2. Í § 4 verða sum stk. 2-4 sett:
“Stk. 2. Heilsutrygd veitir 40% í ískoyti til gjald fyri viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi.
Stk. 3. Heilsutrygd veitir fult ískoyti til viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi til persónar millum 15 til 25 ár, ið hava angist ella lætt til moderat tunglyndi. Fult ískoyti verður veitt til í mesta lagi 12 viðgerðir.
Stk. 4. Fyri at fáa fult ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð sambært stk. 3 er tað ein treyt, at persónurin lýkur treytirnar í skjali 1.”
3. Skjal 1 verður sett sum skjal í kunngerð nr. 150 frá 6. desember 2011 um fíggjarligt ískoyti til sálarfrøðiliga viðgerð hjá privatstarvandi sálarfrøðingi.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2024.
Heilsumálaráðið, 22.desember 2023
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Turid Arge (sign.)
Skjal 1
Treytir fyri at fáa ávísing frá kommunulækna til 12 ókeypis sálarfrøðiligar viðgerðir
Avmarking av persónsbólki við løttum til moderatum tunglyndi
Treytir fyri at persónar við løttum til moderatum tunglyndi eru fevndir av § 4, stk. 3:
1) Persónurin skal vera læknafakliga diagnostisk útgreinaður sambært galdandi kliniskum leiðreglum innan økið; harumframt kann tað gerast ein psykometrisk screening so sum “Major ICD-10 Depression Spørgeskema”.
2) Virkisførleikin hjá persóninum skal vera lætt ella moderat niðursettur orsakað av tunglyndinum hjá persóninum.
3) Sambært eini læknafakligari meting vil persónurin fáa gagn av sálarfrøðiligari viðgerð hjá løggildum sálarfrøðingi, og mett verður harumframt, at tað ikki er nóg mikið við viðtalum hjá kommunulækna sum einasta viðgerð.
Avmarking av persónsbólki við angist
Treytir fyri at persónar við angist eru fevndir av § 4, stk. 3:
1) Persónurin skal vera læknafakliga diagnostisk útgreinaður sambært galdandi kliniskum leiðreglum innan økið; harumframt kann tað gerast ein psykometrisk screening so sum “Angst-Symptom-Spørgeskemaet (ASS)”.
2) Kommunulæknin hjá persóninum skal hava diagnostiserað viðkomandi við einari av niðanfyrinevndu diagnosum (sambært ICD-10 klassifikatiónum):
F40.0 Agorafobi
F40.1 Sosialfobi
F40.2 Einkult fobi
F41.0 Panikkangist
F41.1 Generaliserað angist
F41.2 Lætt angist-tunglyndi
F41.3 Onnur blandað angiststøða
F41.8 Aðrar angiststøður
F41.9 Angiststøða, sum ikki er greinað eftir slagi
F42.0 Obsessiv-kompulsiv atferð
F43.1 Posttraumatisk belastningsreaktión
3) Virkisførleikin hjá persóninum skal vera lætt ella moderat niðursettur orsakað av angiststøðuni hjá persóninum.
4) Sambært eini læknafakligari meting vil persónurin fáa gagn av sálarfrøðiligari viðgerð hjá løggildum sálarfrøðingi, og mett verður harumframt, at tað ikki er nóg mikið við viðtalum hjá kommunulækna sum einasta viðgerð.