Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
30. desember 2019Nr. 170
Kunngerð um landing í Føroyum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 24 frá 12. apríl 2024
1) Við heimild í § 41, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 5. mai 2021, verður ásett:
§ 1. 2) 3) 1) 4) 5) 6) 7) 8) 9) 10) 11) Hesi fiskasløg eru undantikin ásetingunum í løgtingslógini um at verða landað og avreidd um bryggjukant í Føroyum:
1) Búrfiskur.
2) Krabbi.
3) Lodna.
4) Rækjur.
5) Rossamakrelur.
6) Brislingur og hvítingsbróður.
7) Stinglaksur og langasporl, kubbuta, rísna og trant langasporl.
8) Svartkjaftur.
9) (Strikað).
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2020.
Fiskimálaráðið, 30. desember 2019
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
1) Broytt við kunngerð nr. 127 frá 24. august 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 3 fer úr gildi 1. januar 2022.”
2) Broytt við kunngerð nr. 16. frá 10. mars 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 15. juni 2020.”
3) Broytt við kunngerð nr. 40 frá 22. apríl 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 16. juni 2021.”
4) Broytt við kunngerð nr. 154 frá 6. desember 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2022.”
5) Broytt við kunngerð nr. 50 frá 22. apríl 2022, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 16. juni 2022.”
6) Broytt við kunngerð nr. 1 frá 10. januar 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. mars 2023.”
7) Broytt við kunngerð nr. 46 frá 12. apríl 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 16. juni 2023.”
8) Broytt við kunngerð nr. 92 frá 25. juli 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 31. august 2023.”
9) Broytt við kunngerð nr. 120 frá 14. november 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 14. november 2023. Kunngerðin fer úr gildi 22. november 2023.”
10) Broytt við kunngerð nr. 1 frá 11. januar 2023, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. mars 2024.”
11) Broytt við kunngerð nr. 24 frá 12. apríl 2024, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 16. juni 2024.”
12) Broytt við kunngerð nr. 128 frá 19. september 2022, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. januar 2023.”