Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 21-09-1993
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 171 frá 21. september 1993 um trygdar- og eftirlitsreglur viðvíkjandi eltilfari.

Við heimild í §§ 2, 3, 4 og 5 í løgtingslóg nr. 134 frá 10. juni 1993 um sterkstreymsútbúnað hevur landsstýrið fyrisett:

Trygdarkrøv til eltilfar.

§ 1. Eltilfar skal vera framleitt á slíkan hátt, at tað við rættari innlegging og røttum viðlíkahaldi og eisini við nýtslu samsvarandi við endamáli tess ikki hóttir trygdina fyri persónar, húsdjór og ogn.

Stk. 2. Fyri tilfar, ið er ætlað nýtt her á landi, kann trygdarkravið bert verða lokið, tá ið tilfarið er framleitt samsvarandi reglunum í sterkstreymsreglugerðini. Tó verður mett, at trygdarkravið eisini er lokið, um prógvað verður fyri elnevndini, at tilfarið er gjørt samsvarandi altjóða góðkendum reglum, og soleiðis sum tað er tilevnað, veitir trygd svarandi til ta trygd, ið ætlast at verða fingin við fyriskipanunum í sterkstreymsreglugerðini viðvíkjandi sama slag av tilfari.

Stk. 3. Á eltilfari ella – um hetta ikki ber til – í frágreiðing, sum er hjáløgd, skulu verða tilskilaðar slíkar meginupplýsingar, ið eru ein treyt fyri, at tilfarið kann verða nýtt samsvarandi endamáli sínum og uttan vanda. Upplýsingarnar skulu verða orðaðar á føroyskum, donskum, norskum ella svenskum. Umframt skulu framleiðslu- ella vørumerki verða sett týðiliga á tilfarið ella – um hetta ikki ber til – á pakkitilfarið.

Eftirlit við eltilfari.

§ 2. Eltilfar, ið ikki lýkur tey trygdarkrøv (ólógligt tilfar), sum nevnd eru í § 1, kann ikki verða selt, útflýggjað ella nýtt her á landi.

Stk. 2. Eftirlitið við, at eltilfar lýkur trygdarkrøvini, verður útint av elnevndini.

Upplýsingarskylda um eltilfar.

§ 3. Við sølu, útflýggjan ella innlegging av eltilfari, sum ikki áður hevur verið marknaðarført, útflýggjað ella innlagt her í landinum, og sum er tikið við á yvirlitinum, sum DEMKO umsitur, skal ein og hvør, ið sum virkiseigari, innflytari, heilsølumaður, smásølumaður, elinnleggjari ella annað selur, útflýggjar ella leggur inn tilfarið prógva fyri elnevndini, at upplýsingar um tilfarið eru latnar DEMKO ella “Elektricitetsrådet“. Upplýsingarnar verða latnar á einum serligum oyðublað, sum fæst hjá DEMKO.

Stk. 2. Yvirlit yvir tilfar, sum upplýsingarskyldan fevnir um, fæst hjá SEV.

Forboð móti sølu, útflýggjan, innlegging og nýtslu av tilfari.

§ 4. Í førum, har tað við eftirliti av eltilfari ella aðramáta verður staðfest, at hetta er ólógligt, kann elnevndin seta forboð móti sølu, útflýggjan og innlegging av tilfari av hesum slag til nýtslu her á landi. Um so er, at tilfarið er tikið við í tað yvirlit, sum nevnt er í § 3, stk. 3, yvir skrásett og góðkent tilfar, verður forboðið givið honum ella teimum, ið hava boðað frá tilfarinum, og snýr tað seg um annað tilfar, virkiseigaranum ella innflytaranum. Boðini skulu vera skrivlig. Um søla ella útflýggjan av tilfarinum hevur verið, verður forboðið almannakunngjørt á slíkan hátt, sum elnevndin metir vera neyðugt ella hóskandi.

Stk. 2. Um broytingar verða gjørdar í trygdarkrøvunum til tilevning av eltilfari, kann elnevndin banna, at tilfar, ið ikki lýkur tey nýggju krøvini, verður selt, útflýggjað ella innlagt, tá ið ein nærri tilskilað freist er farin.

§ 5. Tá ið forboð er gjørt sbr. § 4, kann elnevndin áleggja virkiseigarum, innflytarum og heilsølumonnum at taka aftur selt ella útflýggjað tilfar frá smásølumonnum, innleggjarum ella øðrum, sum teir hava selt ella útflýggjað tað tilfar, sum her er talan um. Áleggjast kann smásølumonnum at royna at fáa seld eintøk av tilfarinum aftur við beinleiðis at venda sær til teir keyparar ella móttakarar, sum teir hava kunnleika um.

Stk. 2. Elnevndin kann umframt áleggja innleggjara skyldu at taka niður ella taka aftur fast innlagt tilfar, uttan so at ánarin, áðrenn farið var undir innleggingina, var kunnaður um, at tilfarið ikki var skrásett og kortini vildi hava hetta nýtt.

§ 6. Um tryggleikin hjá brúkarunum krevur tað, kann elnevndin í framhaldi av gjørdum forboði sbr. § 4 forbjóða framhaldandi nýtslu av tilfarinum. Í slíkum førum kann verða álagt seljarum ella øðrum, ið hava útflýggjað ólógligt tilfar av tí slagnum til keyparar ella móttakarar, har navn og bústaður eru ókunnug, at royna at fáa tilfarið afturkallað við almennari lýsing, við at seta upp skelti á sýnisgluggum ella tílíkt. Umframt kann elnevndin skipa fyri, at ávaring verður lýst um nýtslu av slíkum ólógligum tilfari.

Stk. 2. Elnevndin kann umframt í slíkum førum gera av, at ólógligt tilfar, ið er fast innlagt, skal verða loyst frá.

Marknaðareftirlit.

§ 7. Við atliti til at hava eftirlit við, at eltilfar lýkur trygdarkrøvini í § 1, og við at geva reglunum í § 3 gætur kunnu umboð fyri elnevndina uttan rættarúrskurð móti at vísa neyðuga heimild krevja at fáa atgongd til øll høli, har eltilfar verður selt, goymt ella nýtt og til at skoða tað tilfar, ið har er.

Almennar reglur.

§ 8. Elnevndin kann gera frávik frá reglunum í hesi kunngerð. Tær neyvari reglurnar um hetta verða ásettar í sterkstreymsreglugerðini.

§ 9. Forboð móti sølu, útflýggjan ella nýtslu av tilfari, sbr. § 4, kann innan 4 vikur eftir avgerðina verða kært til landsstýrið, hvat ið viðvíkur spurninginum um, hvussu reglurnar eru at skilja, sum forboðið er gjørt eftir. Klaga sleppur einum ikki undan fyribils at akta forboðum og boðum.

§ 10. Brot á § 1, § 2 stk. 1 og § 3 verður revsað við bót.

Stk. 2. Somuleiðis verður hann revsaður, sbr. § 5 stk. 1, nr. 1 og nr. 2, sum ikki aktar treytirnar fyri einum loyvi sbr. kunngerðini ella letur vera við at gera eftir forboðum ella boðum, ið eru fráboðað sbr. kunngerðini.

§ 11. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.