Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. september 1993Nr. 172
Kunngerð um elinnleggingarvirksemi
Við heimild í § 3, stk. 2 og í § 15 stk. 2 í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m. hevur landsstýrið fyrisett:
Vinnu- og setanarviðurskifti.
§ 1. Elinnleggjarin skal, hvat ið arbeiðinum viðvíkur, vera soleiðis fyri, at hann sum ábyrgur kann hava neyðugt, regluligt eftirlit við elinnleggingarvirkinum.
Stk. 2. Ein og hvør broyting í arbeiðs- og ábyrgdarviðurskiftunum hjá elinnleggjaranum, sum hava verið avgerandi fyri at fáa løggilding, skal beinanvegin verða fráboðað SEV.
§ 2. Elinnleggjarin skal síggja til, at telefonin hjá virkinum svarar í arbeiðstíðini. Telefonsvarari kann tó vera nýttur, tá ið boð kunnu verða talað inn.
§ 3. Elinnleggjarin skal geva starvsfólkinum leiðbeining um, hvussu arbeiðið skal verða gjørt, við tað at havt verður í huga bæði yrkisliga útbúgvingin og eftirlitið hjá innleggjaranum við arbeiðinum.
Stk. 2. Elinnleggjarin skal síggja til, at øll neyðug amboð og mátingarútgerð eru til, og eru í fullgóðum standi og væl hildin.
Stk. 3. Elinnleggjarin skal síggja til, at starvsfólkið á vinnustaðnum sleppur framat einum dagførdum eintaki av sterkstreymsreglugerðini og tí reglugerð, sum SEV hevur ásett um íbinding av elinnleggingum og nýtslulutum.
Viðurskiftini hjá elinnleggjaranum mótvegis elveitaranum.
§ 4. Elinnleggjarin skal við hvørt arbeiði fylgja arbeiðsgongdini hjá SEV viðvíkjandi at senda inn oyðubløð, tekningar v.m. og skal annars fylgja teimum rættlagaðu skipanum og ávísingum, sum SEV gevur viðvíkjandi útinning av ávísum arbeiðum.
§ 5. Allar fráboðanir, liðugfráboðanir ella aðrar áheitanir til SEV viðvíkjandi arbeiðum ella øðrum viðurskiftum, sum løggildingin fevnir um, skulu hava løggildingarnummar og verða undirskrivaðar av elinnleggjaranum. SEV kann tó í serligum førum loyva, at elinnleggjarin gevur einum starvsfólki, sum hann hevur álit á, fulltrú.
§ 6. Elinnleggjarin kann ikki fráboða ella átaka sær ábyrgd av arbeiðum, ið eru gjørd av persónum, sum ikki starvast í virkinum.
§ 7. Í sambandi við at gera ætlan um og útinning av einum fráboðaðum arbeiði skal elinnleggjarin eftir áheitan frá SEV geva allar upplýsingar, SEV biður um viðvíkjandi víddini á innleggingini, og hvussu hon er háttað. SEV kann krevja, at slíkar upplýsingar verða givnar við, at elinnleggjarin sjálvur ella ein skikkaður umboðsmaður við fulltrú kemur á staðið, har arbeiðið verður gjørt, ella á skrivstovu SEV’s.
§ 8. SEV kann nokta at binda í innleggingar, sum elinnleggjarin hevur gjørt uttan at fylgja sterkstreymsreglugerðini. Um íbinding er gjørd í slíkum førum, kann SEV slíta veitingina. SEV kann krevja, at elinnleggjarin rindar útreiðslurnar av einum møguligum nýggjum eftirliti í sambandi við rætting av útinntum arbeiði, sum ikki fylgir reglugerðini.
§ 9. At SEV góðkennir útbúnað ella tekningar, ið hartil hoyra, sleppur elinnleggjaranum ikki undan nøkrum parti av hansara ábyrgd av, at arbeiðið er gjørt samsvarandi galdandi reglum.
§ 10. Elinnleggjarin kann ikki uttan loyvi frá SEV bróta tey innsigli, sum SEV hevur fest, ella gera nakrar broytingar í leiðingarútbúnaðum, ið leiða ómáldan streym, og við elmálarar, uttan so slík viðurskifti eru (skammlop, fráleiðing, eldsbruni v.m.), at ábót er neyðug í stundini. Elinnleggjarin skal, tá ið so er, beinanvegin boða SEV frá tí, hann hevur gjørt.
Revsireglur.
§ 11. Brot á reglurnar í hesi kunngerð verður revsað við bót.
Afturtøka av løggilding.
§ 12. Um elinnleggjarin hevur gjørt seg sekan í grefligum vansketni ella vansketni ferð eftir ferð í útinningini av innleggingararbeiðum ella hevur brotið treytirnar fyri løggildingini, heruppií reglurnar í hesi kunngerð, kann elnevndin taka løggildingina aftur eina tíð frá 1-5 ár ella í óásetta tíð.
§ 13. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.