Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
11. november 2025Nr. 174
Kunngerð um skyldu at lata upplýsingar um fóðurprís í alivinnuni
Við heimild í § 5, stk. 6, í løgtingslóg nr. 65 frá 30. mai 2024 um tøkugjald, verður ásett:
§ 1. Alifyritøkurnar skulu lata inn upplýsingar um miðal fóðurprísin fyri hvørt kilo, ið skulu vera grundarlag undir fóðurprístalinum, F, sbr. skjal 2 í løgtingslógini.
Stk. 2. Fóðurprísurin fevnir um:
1) Kostnaðin á rávøruni og
2) kostnaðin av at flyta rávøruna til Føroya.
Stk. 3. Fóðurprísárið gongur frá 1. november til 31. oktober.
Stk. 4. Upplýsingarnar um fóðurprísin skulu latast stjórnarráðnum í seinasta lagi 10. desember á hvørjum ári.
Stk. 5. Upplýsingarnar skulu vera í donskum krónum og latast stjórnarráðnum í Microsoft Excel, Microsoft Word ella PDF.
§ 2. Upplýsingar um fóðurprísin fyri fóðurprísárini 1. november 2022 til 31. oktober 2023, 1. november 2023 til 31. oktober 2024 og 1. november 2024 til 31. oktober 2025, skulu latast stjórnarráðnum í seinasta lagi 10. desember 2025 og verða gjørdar upp sambært ásetingunum í § 1, stk. 2, 3 og 5.
§ 3. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 11. november 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)