Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Kunngerð
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Heilsu- og innlendismálaráðið
  • Útgávudagur: 21-09-1993
Tilvísingar
Valmøguleikar
Tín lógalisti

Kunngerð nr. 174 frá 21.09.1993 um løggilding av elinnleggjarum.

Við heimild í § 3, stk. 2, § 4, stk. 2, § 15, stk. 2 og § 16, stk. 5 í løgtingslóg nr. 142 frá 10. juni 1993 um løggilding av elinnleggjarum v.m. hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1. Umsókn um løggilding skal fara fram við at nýta eitt serligt umsóknarblað, ið fæst hjá SEV. Umsóknarblaðið og tey fylgiskjøl, ið har eru nevnd til sannunar av, at treytirnar fyri at fáa løggilding eru loknar, og tær upplýsingar og váttanir, sum verða kravdar sbr. reglunum niðanfyri í § 2, verða at senda SEV.

§ 2. Løggilding kann annaðhvørt verða latin persóni, ið ætlar sær sjálvur at reka innleggingarvirksemi, ella einum, sum er settur í virki ella felag, ið rekur innleggingarvirksemi. Tann løggildi skal starvast fulla tíð í virkinum.

Stk. 2. Um løggildingin verður givin einum starvsfólki, skal hesin verða settur sum stjóri ella við starvsmannatreytum smb. løgtingslóg um starvsmenn og verða tryggjaður rætt til at taka avgerðir viðvíkjandi arbeiðinum, ið lógin fevnir um. Hetta skal verða prógvað við at senda inn sáttmálar e.tl. í sambandi við umsóknina.

Stk. 3. Um umsøkjarin skal verða settur í einum felagi ella stovni, hvørs endamál er annað enn útinning av innleggingarvirki, verða reglurnar í stk. 1 og 2 nýttar samsvarandi, og eftir ynski frá felagnum ella stovninum kann verða viðmerkt í løggildingini, at henda er avmarkað til at galda fyri arbeiði á elútbúnaðum hjá felagnum ella stovninum.

Stk. 4. Í teimum førum, sum nevnd eru í stk. 2 og 3, skal treytin um fast vinnustað bert verða lokin av virkinum, meðan kravið um ræði á búgvi skal verða lokið bæði av umsøkjara og av virkinum.

§ 3. Broytingar í arbeiðs- og ábyrgdarviðurskiftum hjá einum settum løggildum elinnleggjara skulu verða fráboðaðar SEV. Hin løggildi skal annars eftir áheitan frá SEV geva allar upplýsingar um arbeiðs- og ábyrgdarviðurskifti í virkinum.

§ 4. SEV hevur eina skrá yvir persónar, ið hava løggilding sum elinnleggjari.

§ 5. Løggildingar, ið eru givnar eftir áður galdandi lóggávu, hava ikki gildi aftaná 1. januar 1995. Slíkar løggildingar kunnu verða skiftar um til nýggjar við at senda SEV umsókn innan 1. oktober 1994.

§ 6. Við bót verður hann revsaður, ið

1)   gevur skeiva upplýsing til nýtslu við viðgerð av málum um at  fáa ella varðveita løggilding,

2)   brýtur § 3 við ikki at geva SEV frágreiðing.

§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.