Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
21. desember 2018Nr. 174
Kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons
Við heimild í § 74, stk. 4 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi, sum broytt við løgtingslóg nr. 162 frá 21. desember 2018, verður ásett:
Virkisøki o.a.
§ 1. Henda kunngerð fevnir um treytir fyri fiskiloyvi 5 A og fiskiloyvi 5 B og reglur um býtið av fiskidagatalinum hjá bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons, sambært § 74, stk. 1, nr. 6 í løgtingslógini.
Fiskiloyvi 5 A
§ 2. Fiskiloyvi 5 A kann eftir umsókn verða skrivað eigara av fult riknum fiskifari í bólki 5:
1) um eigarin við fiskifarinum álmanakkaárið fyri hevur avreitt fyri minst kr. 200.000, og
2) um inntøkan hjá eigaranum, sum ikki stavar frá útróðri álmanakkaárið fyri, í mesta lagi hevur verið kr. 150.000.
Stk. 2. Rógva eigarar ikki út við viðkomandi útróðrarfari, kann fiskiloyvi 5 A verða útskrivað, um fastur útróðrarformaður lýkur treytirnar í stk. 1, nr. 1 og 2.
Stk. 3. Sum inntøka verða roknaðar allar inntøkur og veitingar, undantikið rentur og veitingar í samband við sjúku ella skaða hjá persóni, sum annars hevur útróður sum høvuðsvinnu.
Stk. 4. Sum inntøka frá útróðri verður roknað inntøka forvunnin við:
1) fiskifari í bólki 4 A, útróðrarbátar millum 15 og 40 tons sambært § 74, stk. 1, nr. 3 í løgtingslógini,
2) fiskifari í bólki 4 B, útróðrarbátar størri enn 40 tons sambært § 74, stk. 1, nr. 4 í løgtingslógini,
3) fiskifari í bólki 4 T, útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu sambært § 74, stk. 1, nr. 5 í løgtingslógini, ella
4) fiskifari í bólki 5, útróðrarbátar undir 15 tons sambært § 74, stk. 1, nr. 6 í løgtingslógini.
Stk. 5. Um ein persónur, sum lýkur treytirnar sambært stk. 1, nr. 2, keypir ein bát í bólki 5, ið lýkur treytirnar í stk. 1, nr. 1, kann hesin, eftir umsókn, fáa skrivað eitt fiskiloyvi 5 A.
Fiskiloyvi 5 B
§ 3. Fiskiloyvi 5 B kann, eftir umsókn, verða skrivað eigara av fiskifari í bólki 5, um treytirnar sambært § 2, stk. 1 ikki eru loknar.
Fiskidagatal
§ 4. Fiskidagatalið, ásett fyri bólk 5, verður lutað millum bátar við fiskiloyvi 5 A og fiskiloyvi 5 B.
Stk. 2. Tal av fiskidøgum, ið verður tillutað eigarum av útróðrarbátum við fiskiloyvi 5 A, er talið av bátum, ið lúka treytina sambært § 2, stk. 1, nr. 1, faldað við 110, tó avmarkað til í mesta lagi 60% av fiskidagatalinum ásett fyri bólk 5.
Stk. 3. Tal av fiskidøgum tilsamans, ið verður tillutað eigarum av útróðrarbátum við fiskiloyvi 5 B, er fiskidagatalið ásett fyri bólk 5, frádrigið fiskidagatalið sambært stk. 2.
Stk. 4. Rættindi til fiskidagar, sambært stk. 1, verða tillutað sum felags fiskidagar í fiskiloyvini 5 A og 5 B.
Gildiskoma
§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2019, og samstundis fer kunngerð nr. 86 frá 14. juni 2011 um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal hjá fiskiførum í bólki 5 úr gildi.
Fiskimálaráðið, 21. desember 2018
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)