Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. desember 2020Nr. 175
Kunngerð um triðjalond, sum hava nøktandi verndarstøði viðvíkjandi flutningi av persónupplýsingum, sum broytt við kunngerð nr. 62 frá 4. mai 2022
Við heimild í § 60, stk. 2 í løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin) verður eftir ummæli frá Dátueftirlitinum ásett:
§ 1. Londini, sum eru nevnd í skjali 1 hava eitt nøktandi verndarstøði í sambandi við viðgerð av persónupplýsingum.
§ 2. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2021.
Løgmansskrivstovan, 16. desember 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
/ Marjun Hanusardóttir (sign.)
Skjal 1 1)
Triðjalond við nøktandi verndarstøði
1) Andorra.
2) Argentina.
3) Gibraltar.
4) Guernsey.
5) Isle of Man.
6) Ísrael.
7) Japan.
8) Jersey.
9) Kanada, tó bert um flutningurin er til vinnuligar fyritøkur.
10) Ný Sæland.
11) Sameinda Kongsríkið, t.e. Ongland, Wales, Skotland og Norðurírland.
12) Sveis.
13) Uruguai.
14) Suðurkorea, tó undantikið átrúnaðarligir felagsskapir í tann mun hesir viðgera persónsupplýsingar sum liður í teirra trúboðaravirksemi, politiskir flokkar í tann mun teir viðgera persónsupplýsingar í sambandi við tilnevning av valevnum, og dátuábyrgdarar, ið eru undir eftirliti av the Financial Services Commission viðvíkjandi viðgerð av persónligum kreditupplýsingum sambært the Credit Information Act, í tann mun teir viðgera slíkar upplýsingar.