29. desember 2017Nr. 175
Kunngerð um broyting í politiviðtøkuni fyri landkommunurnar í Føroyum
(Longri upplatingartíð fyri vistastøð)
§ 1
Løgmálaráðið hevur tann 13. desember 2017 í samráð við Føroya landsstýri og Føroya Kommunufelag góðkent soljóðandi broyting í politiviðtøkuni frá 3. juli 1931 fyri landkommunurnar í Føroyum, sum broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990:
§ 29 verður orðað soleiðis:
“§ 29. Vistastøð skulu vera afturlatin frá kl. 24 til kl. 5. Politiið kann við undirtøku frá viðkomandi býráði ella bygdaráði loyva longri upplatingartíð.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Løgmansskrivstovan, 29. desember 2017
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
/ Rúni Rasmussen (sign.)