18. november 2025Nr. 176
Kunngerð um broyting í kunngerð um ALS-gjald
(Broyting av upphæddini á ALS-gjaldinum)
§ 1
Í kunngerð nr. 203 frá 18. desember 2020 um ALS-gjald, sum broytt við kunngerð nr. 107 frá 6. oktober 2023, verður í § 1 “0,8%” broytt til: “0,6%”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026.
Umhvørvismálaráðið, 18. november 2025
Margit Stórá (sign.)
landsstýriskvinna
/ Pól E. Egholm (sign.)