Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. apríl 2014Nr. 18
Kunngerð um útbúgvingar til heilsuhjálpara og heilsurøktara, sum broytt við kunngerð nr. 152 frá 5. desember 2017
Við heimild í § 5, § 9, stk. 1, § 13, stk. 2, §§ 17-20 og § 23, stk. 2 í løgtingslóg nr. 57 frá 26. mai 2010 um heilsuútbúgvingar verður ásett:
Kapittul 1
Bygnaður og skipan
§ 1. Útbúgvingarnar eru skipaðar í eindum, bæði í ástøðiligu og starvsligu útbúgvingarpørtunum. Skift verður millum undirvísing í skúla og starvsvenjing.
Stk. 2. Undirvísingin í báðum pørtunum verður løgd til rættis við støði í fortreyt næmingsins, so einstaki næmingurin verður stuðlaður í at røkka málunum í útbúgvingini.
§ 2. Tá ið einstaki næmingurin byrjar útbúgvingina, ger Heilsuskúli Føroya saman við honum eina útbúgvingarætlan, ið nærri lýsir, hvussu hann røkkur yrkisfakligu og persónligu førleikamálunum, ið fevna um læringar- og menningarførleikar eins og um sosialar førleikar.
§ 3. Útbúgvingarnar verða lagdar soleiðis til rættis, at einstaki næmingurin fær eina heildarfatan av teimum krøvum, sum einstaka útbúgvingin setir, í skiftisvirknaði við royndum og førleikum næmingsins.
Stk. 2. Fyri at styrkja heild og samanhang í útbúgvingargongd næmingsins, orðar einstaki næmingurin í byrjanini av hvørjari undirvísingareind saman við skúlanum, ávikavist starvsvenjingarstaðnum, persónligu og fakligu læringarmál síni fyri undirvísingareindina.
Stk. 3. Heilsuskúli Føroya og starvsvenjingarstaðið samstarva um at tryggja eitt gott læringarumhvørvi, so málini í ástøðiligu og starvsligu pørtunum verða rokkin.
Stk. 4. Heilsuskúli Føroya hevur yvirskipaðu ábyrgdina av øllum pørtum av útbúgvingunum.
Ástøðiligi útbúgvingarparturin
§ 4. Ástøðiligi útbúgvingarparturin fevnir um yrkislærugreinir, almennar lærugreinir og vallærugreinir. Yrkislærugreinirnar eru serstakar fyri hvørja útbúgving sær. Almennu lærugreinirnar stuðla í sínari heild fakligu málunum í hvørjari útbúgving sær. Vallærugreinirnar eru við til at menna fakligu og persónligu førleikar næmingsins.
Stk. 2. Undirvísingin verður í høvuðsheitinum skipað sum temaundirvísing, ið skal geva næminginum heildarfatan av samanhangi millum lærugreinirnar. Temaundirvísing tekur støði í verkligum spurdómi, sum er at finna innan almanna- og heilsuøkið.
Stk. 3. Temaundirvísingin verður skipað, so næmingurin fær greiða fatan av, hvussu umráðandi tað er at arbeiða tvørgreinaligt og at styrkja teir persónligu førleikarnar.
Stk. 4. Undirvísingin verður løgd til rættis sum toymisarbeiði, og allir lærarar skulu í samstarvi gera eina felags samskipaða undirvísingarætlan fyri hvørt skúlaskeið sær.
Stk. 5. Kunningartøkni er kravdur táttur í allari undirvísing, og næmingurin skal duga at nýta kunningartøkni í fakligum eins og í yrkisfakligum høpi.
Starvsligi útbúgvingarparturin
§ 5. Starvsligi útbúgvingarparturin er ikki partur av undirvísing í skúla. Starvsligi parturin er skipaður sum starvsvenjing. Partar av starvsvenjingini kunnu fara fram í venjingarstovu, men høvuðsparturin fer fram í almannaverkinum og heilsuverkinum.
Stk. 2. Starvsvenjingarstaðið hevur ábyrgd av starvsliga útbúgvingarpartinum.
Stk. 3. Í starvsliga partinum skal næmingurin ogna sær yrkisfakligan førleika, so hann verður førur fyri at røkja arbeiðsuppgávur innan almanna- og heilsuøkið.
Stk. 4. Heilsuskúli Føroya góðkennir starvsvenjingarstøð. Við atliti at góðkenning ger einstaka starvsvenjingarstaðið eftir leisti lýsing av námsfrøðiligum og fakligum viðurskiftum á staðnum.
Stk. 5. Heilsuskúli Føroya tekur stig til samstarv við starvsvenjingarstøð. Starvsvenjingarstaðið leggur í samstarvi við skúlan starvsvenjingina til rættis sambært námsskipanini.
Stk. 6. Starvsliga útbúgvingin og vegleiðingin um hana verða lagdar soleiðis til rættis, at tær stuðla næminginum í at ogna sær vitan, dugna og førleikar við atliti at útbúgvingini og arbeiðinum innan almanna- og heilsuøkið.
Stk. 7. Starvsvenjingarstaðið hevur skyldu til eina og hvørja tíð at boða skúlanum frá, um mett verður, at einstaki næmingurin ikki fer at røkka málunum fyri hvørja starvsvenjingareind sær.
Stk. 8. Kunningartøkni er kravdur táttur sum samskiftis- og skjalprógvingaramboð í sambandi við starvsvenjing.
Kapittul 2
Útbúgvingarætlan
§ 6. Við útbúgvingarbyrjan ger einstaki næmingurin í samstarvi við Heilsuskúla Føroya eina persónliga útbúgvingarætlan.
Stk. 2. Útbúgvingarætlanin skal saman við útbúgvingarbók næmingsins gera fakligu og persónligu læringarmál næmingsins sjónlig og stuðla læringartilgongdini.
Stk. 3. Útbúgvingarætlanin setur út í kortið útbúgvingarleið næmingsins, og lýsir hon m.a.:
1) persónlig mál við útbúgvingini,
2) arbeiðið við persónligum førleikum í útbúgvingartíðini,
3) hvussu málini í teimum ymsu lærugreinunum verða rokkin,
4) væntanir, mál og eftirmetingar frá starvsvenjingarstøðum og
5) møguligan avriksflutning frá øðrum útbúgvingum ella frá viðkomandi arbeiðsroyndum.
Stk. 4. Útbúgvingarætlanin verður støðugt endurskoðað við atliti at persónligu og fakligu menning næmingsins. Endurskoðanin tekur støði í ítøkiligu læringartilgongd næmingsins.
§ 7. Heilsuskúli Føroya hevur við útbúgvingarbyrjan ábyrgd av, at allir næmingar fáa útbúgvingarbók, og er Heilsuskúli Føroya næmingunum til hjálpar at skipa útbúgvingarbókina.
Stk. 2. Í útbúgvingarbókini eru útbúgvingargongdirnar innan heilsuútbúgvingarnar lýstar í sínari heild, eins og øll útbúgvingarskjøl verða goymd í hesari, so einstaki næmingurin kann skjalprógva sína læringartilgongd í teimum ymsu útbúgvingareindunum.
Stk. 3. Í útbúgvingarbókini hjá einstaka næminginum verða persónliga útbúgvingarætlan næmingsins og ummælini frá starvsvenjingarstøðunum goymd. Harumframt verða onnur skjøl, ið eru tengd at starvsvenjingini, goymd í útbúgvingarbókini.
Stk. 4. Næmingurin hevur ábyrgd av síni útbúgvingarbók og av, at hon verður dagførd.
Stk. 5. Útbúgvingarbókin verður førd talgilt. Í námsskipanini er nærri lýsing um, hvussu útbúgvingarbókin verður skipað, hvussu hon verður førd, og hvat hon fevnir um.
§ 8. Útbúgvingarbók og útbúgvingarætlan skulu tryggja, at einstaki næmingurin hevur yvirlit yvir útbúgvingargongd síni og yvir fakligu og persónligu menning síni í útbúgvingini. Útbúgvingarbókin er samstarvsamboð hjá næmingi, lærara og vegleiðara á starvsvenjingarstøðunum.
§ 9. Útbúgvingarbók má ikki fevna um viðkvæmar upplýsingar sbrt. løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, t.e. upplýsing um lit og ættarslag, um átrúnaðarliga, heimspekiliga ella politiska sannføring, um revsiverd og kynslig viðurskifti, heilsustøðu, yrkisfelagsligt tilknýti, munandi sosialar trupulleikar og onnur heilt privat viðurskifti.
Kapittul 3
Næmingaskylda
§ 10. Næmingarnir hava møtiskyldu, bæði í ástøðiligu og starvsligu útbúgvingarpørtunum.
Stk. 2. Heilsuskúli Føroya kunnar næmingarnar um møtiskylduna og um avleiðingarnar, um møtiskyldan ikki verður hildin.
§ 11. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya sær til, at næmingarnir í teimum einstøku flokkunum og bólkunum fáa í minsta lagi 90% av tí í § 18, stk. 1 og § 20, stk. 1 ásetta tímatalinum.
Stk. 2. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya ger skipan fyri, hvussu skráseting av teimum ásettu klokkutímunum, sum næmingarnir hava krav uppá, verður framd í skúlanum.
Stk. 3. Næmingarnir skulu hava atgongd til at síggja yvirlit yvir hildnar tímar í mun til ásetta kravið um klokkutímatal.
§ 12. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya hevur ábyrgd av, at fráveran, líka mikið av hvørjum slagi hon er, verður skrásett og gjørd upp so hvørt bæði fyri ástøðiliga og starvsliga partin, og at mannagongd viðvíkjandi fráveruuppgerð er øllum næmingum, starvsfólkum í skúlanum og starvsvenjingarstøðunum kunnug.
Stk. 2. Hjá einstaka næminginum er fráveruuppgerðin í ástøðiliga partinum galdandi fyri samlaðu útbúgvingargongdina, meðan fráveruuppgerðin í starvsliga partinum er galdandi fyri hvørja starvsvenjingareind sær.
Stk. 3. Vantandi innlating av skrivligum avrikum verður skrásett og viðgjørd sambært námsskipan skúlans.
Stk. 4. Einstaki næmingurin skal í talgildum líki hava møguleika at eftirkanna sína fráveru.
§ 13. Um fráveran í einari lærugrein fer upp um 10% av lisna tímatalinum, fær næmingurin fyrru ávaring. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær eisini foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina.
Stk. 2. Um næmingurin við eini seinni uppgerð ikki hevur tikið ávaringina til eftirtektar, fær næmingurin seinnu ávaring. Skúlin ger skipan fyri, hvussu skjalprógvast kann, at næmingurin hevur fingið ávaringina. Um næmingurin er undir 18 ár, fær eisini foreldramyndugleikin skrivliga ella talgilda fráboðan um ávaringina. Næmingurin fær bert tvær ávaringar.
Stk. 3. Um næmingurin við eftirfylgjandi fráveruuppgerð framhaldandi ikki hevur tikið ávaringarnar til eftirtektar, so fráveran framvegis er meira enn 10% av lisnum tímum í einari lærugrein ella meira enn 10% av lisnum tímum til samans í øllum lærugreinum, verður støða næmingsins umrødd av leiðslu skúlans.
§ 14. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kann í samráð við starvsvenjingarstaðið taka avgerð um, at skipað verður fyri eyka starvsvenjing, so næmingur, ið orsakað av fráveru av serligum, skjalprógvaðum orsøkum ikki hevur rokkið tímatalinum í einari ella fleiri starvsvenjingareindum, fær kravda tímatalið.
§ 15. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kann í heilt serligum føri og við støði í einari ítøkiligari meting loyva næmingi, ið av heilsuávum er burturstaddur frá undirvísingini, ella sum hevur verið fyri álvarsligum lívstilburði, at fara til próvtøku eftir vanligum treytum, hóast ásetingarnar í §§ 11-13.
Stk. 2. Mentamálaráðið skal hava fráboðan um frávik sbrt. stk. 1.
§ 16. Næmingurin skal fylgja skilhaldsreglum skúlans. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya kunnar við skúlaársbyrjan næmingarnar um reglurnar og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar.
Kapittul 4 1)
Heilsuhjálparaútbúgvingin 1)
§ 17. 1) Starvsligi útbúgvingarparturin fevnir um upplæring og fjølbroyttar arbeiðsroyndir innan virkni, stuðul, røkt og umsorgan.
Stk. 2. 1) Starvsligi útbúgvingarpartinum verður lýstur í námsskipan sum skúlin ger sambært kapittul 6.
Stk. 3. 1) Við støði í námsskipanini leggja Heilsuskúli Føroya og starvsvenjingarstøðini í felag yvirskipaðu starvsligu útbúgvingarpartarnar til rættis.
§ 18. 1) Í ástøðiliga útbúgvingarpartinum verður undirvísingin løgd til rættis við yrkislærugreinum, almennum lærugreinum og vallærugreinum.
Stk. 2. 1) Ástøðiligi útbúgvingarpartinum verður lýstur í námsskipan sum skúlin ger sambært kapittul 6.
Stk. 3. 1) Námsætlanir fyri yrkislærugreinirnar, almennu lærugreinirnar og vallærugreinirnar eru at finna í námsskipan hjá Heilsuskúla Føroya. Málini fyri starvsligu eindirnar eru somuleiðis at finna í námsskipan hjá Heilsuskúla Føroya.
Kapittul 5 1)
Heilsurøktaraútbúgvingin 1)
§ 19. 1) Starvsligi útbúgvingarparturin fevnir um upplæring og fjølbroyttar arbeiðsroyndir innan virkni, stuðul, umsorgan, heilsurøkt og sjúkrarøkt.
Stk. 2. 1) Starvsligi útbúgvingarparturin verður lýstur í námsskipan sum skúlin ger sambært kapittul 6.
Stk. 3. 1) Heilsuskúli Føroya og starvsvenjingarstøðini leggja í felag við støði í námsskipanini yvirskipaðu, starvsligu útbúgvingarpartarnar til rættis.
§ 20. 1) Í ástøðiliga útbúgvingarpartinum verður undirvísingin løgd til rættis við yrkislærugreinum, almennum lærugreinum og vallærugreinum.
Stk. 2. 1) Námsætlanir fyri yrkislærugreinirnar, almennu lærugreinirnar og vallærugreinirnar eru at finna í námsskipan hjá Heilsuskúla Føroya. Málini fyri starvsligu eindirnar eru somuleiðis at finna í námsskipanini hjá Heilsuskúla Føroya.
Stk. 3. 1) Ástøðiligi útbúgvingarparturin verður lýstur í námsskipan, sum skúlin ger sambært kapittul 6.
Kapittul 6
Námsskipanir
§ 21. Heilsuskúli Føroya ger námsskipanir og námsætlanir fyri útbúgvingarnar, og útbúgvingarráðið ummælir hesar, áðrenn tær verða sendar Mentamálaráðnum til góðkenningar.
Stk. 2. Í námsskipanunum ger Heilsuskúli Føroya nærri ásetingar um, hvussu útbúgvingarnar verða lagdar til rættis, har ímillum um:
1) mál fyri útbúgvingarnar,
2) karmarnir fyri ástøðiliga útbúgvingarpartin og fyri starvsliga útbúgvingarpartin, og nær hesir verða í samlaðu útbúgvingargongdini í einstøku útbúgvingini,
3) mál fyri hvørja eind sær í starvsliga útbúgvingarpartinum,
4) ábyrgdarbýtið millum starvsvenjingarstað og Heilsuskúla Føroya í sambandi við starvsligu útbúgvingarpartarnar,
5) námsætlanir fyri yrkislærugreinirnar, almennu lærugreinirnar eins og vallærugreinirnar,
6) hvørjar vallærugreinirnar eru, og nær tær vera bjóðaðar í útbúgvingini,
7) lýsing av avriksflutningsskipanini,
8) lýsing av eftirmetingarskipanini,
9) hvussu og nær ávegis eftirmeting fer fram í ástøðiliga útbúgvingarpartinum og í starvsliga útbúgvingarpartinum,
10) lýsing av skipanini fyri útbúgvingarætlan hjá einstaka næminginum,
11) møguleika fyri vegleiðing, fakliga eykaundirvísing og sernámsfrøðiliga hjálp,
12) lýsing av næmingaskyldum, har ímillum um skilhaldsreglur skúlans,
13) lýsing av fráverureglum og farloyvisskipan og
14) kunning um allar reglur, ið eru galdandi fyri útbúgvingarnar.
Stk. 3. Broytingar í námsskipanunum skulu ummælast í Útbúgvingarráðnum og síðani góðkennast av Mentamálaráðnum, áðrenn tær fáa gildi.
Kapittul 7
Avriksflutningur
§ 22. Næmingur kann eftir skrivliga umsókn til Heilsuskúla Føroya í seinasta lagi 14 dagar eftir útbúgvingarbyrjan søkja um at fáa avriksflutning:
1) í einari ella fleiri almennum lærugreinum í útbúgvingunum, um hann hevur lokið lærugreinina ella lærugreinirnar á sama ella hægri stigi, og um hann hevur fingið í minsta lagi talmetið 02 í lærugreinini til próvtøku ella í ársmeti, um lærugreinin ikki var tikin út til próvtøku,
2) í einari ella fleiri yrkislærugreinum, um hann kann skjalprógva, at hann hevur samsvarandi kunnleika í yrkislærugreinini ella yrkislærugreinunum,
3) í eindum ella í pørtum av eindum í starvsliga útbúgvingarpørtunum, um hann kann skjalprógva samsvarandi kunnleika á yrkisøkinum.
Stk. 2. Um næmingur fær avriksflutning sbrt. stk. 1, nr. 1 og 2, skal einki próvtal skrivast í prógvið fyri lærugreinina, har avriksflutningur er farin fram, men tilskilast skal ARF fyri avriksflutning, og í viðmerkingarteiginum í próvnum skal tilskilast, við støði í hvørjum avriksflutningur er framdur.
Stk. 3. Um næmingur fær avriksflutning sbrt. stk. 1, nr. 3, skal í viðmerkingarteiginum tilskilast, við støði í hvørjum avriksflutningur er framdur.
Kapittul 8
Eftirmeting
§ 23. Í almennu lærugreinunum og í yrkislærugreinunum verður fakliga støði næmingsins eftirmett við:
1) talmeti, ið verður givið ávegis í hvørjari lærugrein sær sambært námsskipanini, og lýsir talmetið fakliga løtustøði næmingsins ávegis í útbúgvingareindini,
2) endaligum støðumeti, ið verður givið í hvørjari lærugrein sær, og lýsir støðumetið fakliga støði næmingsins við undirvísingarlok í lærugreinunum og
3) próvtali, ið verður givið í sambandi við próvtøku.
Stk. 2. Í starvsliga útbúgvingarpartinum verður fakliga støði næmingsins eftirmett fyri hvørja eind sær í mun til tey mál, sum eru fyri ávísu eindirnar. Eftirmetingin verður skipað á henda hátt:
1) ávegis skipaðar samrøður millum næming og starvsvenjingarvegleiðara og
2) støðumeting, ið er ein samanfatandi eftirmeting av yrkisligum og persónligum førleikum næmingsins, sum tilskilar, um næmingurin hevur:
a) Staðið.
b) Ikki staðið.
Stk. 3. Starvsvenjingarstaðið sendir við starvsvenjingarlok Heilsuskúla Føroya avrit av støðumetingini, og næmingurin fær frumrit av skjølunum at goyma í útbúgvingarbókini.
Stk. 4. Í vallærugreinunum fær næmingurin eina munnliga eftirmeting, ið verður skjalprógvað skrivliga.
§ 24. Fyri at kunna fara í starvsvenjing skal næmingur í ástøðiliga útbúgvingarpartinum í talmeti hava fingið í minsta lagi 02 í øllum yrkislærugreinunum hvør sær og í miðal 02 í talmeti í teimum almennu lærugreinunum sambært innanhýsis eftirmetingarskipan hjá Heilsuskúla Føroya.
Stk. 2. Næmingur, sum ikki stendur ástøðiliga útbúgvingarpartin, kann bert taka ástøðiliga útbúgvingarpartin umaftur eina ferð.
Stk. 3. Næmingur, sum hevur verið til próvtøku tvær ferðir sbrt. stk. 2, kann, um heilt serligar umstøður gera seg galdandi, skrivliga søkja leiðaran fyri Heilsuskúla Føroya um at fara til próvtøku eina triðja ferð.
Stk. 4. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya ger tilmæli í málinum og sendir Mentamálaráðnum umsókn næmingsins saman við tilmælinum. Mentamálaráðið ger endaliga niðurstøðu í málinum.
§ 25. Hvør eind í starvsliga útbúgvingarpartinum skal vera staðin, fyri at næmingurin kann halda áfram í útbúgvingini.
Stk. 2. Næmingur, ið ikki stendur eina eind í starvsliga útbúgvingarpartinum, verður bjóðaður at taka eindina ella partar av eindini umaftur fyri at lúka málini í eindini. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya tekur í samráð við næming og starvsvenjingarpláss avgerð um hetta.
Stk. 3. Næmingur, sum ikki stendur eina eind, kann bert taka eindina umaftur eina ferð.
§ 26. Fyri at fara til próvtøku skal næmingurin við undirvísingarlok hava fingið í minsta lagi 02 í endaligi støðumetingini í hvørjari yrkislærugrein sær, og fingið 02 í miðal av øllum endaligu støðumetunum í almennu lærugreinunum.
Stk. 2. Fyri at fara til próvtøku skal næmingurin hava latið inn alt kravt skrivligt avrik sambært ásetingum skúlans.
Kapittul 9
Próvtøka
§ 27. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya ella ein av honum heimilaður persónur skal vera til staðar í skúlanum, meðan próvtøka fer fram.
§ 28. Farið verður til munnliga próvtøku við undirvísingar- ella útbúgvingarlok sbrt. námsskipanini. Farið verður til munnliga próvtøku í lærugreinum, sum Mentamálaráðið tekur út til próvtøku, sbrt. §§ 29 og 30.
Stk. 2. Farið verður til munnliga próvtøku í skrivligu verkætlanini, sum næmingarnir gera einsæris ella í bólki, og farið verður til próvtøku í verkætlanini í seinasta lagi 10 dagar eftir, at verkætlanin er latin inn.
Stk. 3. Um verkætlanin verður skrivað í bólki, má bólkurin í mesta lagi vera tríggir næmingar, og skal tað greitt síggjast aftur í verkætlanini, hvør næmingur hevur ábyrgd av hvørjum fakligum parti.
Stk. 4. Um lærarar undirvísa saman í einari lærugrein, verður tann lærari próvhoyrari, sum hevur undirvíst í tí parti av lærugreinini, sum próvtakarin hevur tikið spurning í.
Heilsuhjálparaútbúgvingin
§ 29. Í heilsuhjálparaútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku 2 ferðir. Einstaki næmingurin fer til munnliga próvtøku annaðhvørt í einari yrkislærugrein ella í einari almennari lærugrein, umframt í verkætlanini, ið er lýst í námsskipanini. Mentamálaráðið tekur út lærugrein til munnligu próvtøkuna.
Heilsurøktaraútbúgvingin
§ 30. 1) Í heilsurøktaraútbúgvingini skal næmingurin til próvtøku í 4 lærugreinum. Kravdu próvtøkurnar eru munnlig próvtøka í verkætlanini, munnlig próvtøka í heilivágslæru. Mentamálaráðið tekur út munnliga próvtøku í eini yrkislærugrein og munnliga ella skrivliga próvtøku í einari almennari lærugrein, sambært námsætlan.
Kapittul 10
Prógv
§ 31. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya heldur próvtøku og skrivar út prógv sbrt. kapittul 8 í kunngerð um próvtøkur í heilsuútbúgvingunum.
§ 32. 1) Kravið fyri at standa útbúgving sbrt. §§ 29 og 30 er, at endaliga próvtøkuúrslitið er í minsta lagi 02. Endaliga próvtøkuúrslitið verður roknað við einum desimali, sum miðaltal av miðaltalinum av endaligu støðumetunum, og av miðaltalinum av próvtølunum.
Stk. 2. 1) Próvtalið í yrkislærugreinunum og í verkætlan skal vera í minsta lagi 02.
Stk. 3. 1) Í heilsurøktaraútbúgvingini skal próvtalið í lærugreinini náttúrulæra vera í minsta lagi 02.
§ 33. Øll talmet og próvtøl verða skrivað í próvbók, ið er skjalprógv hjá Heilsuskúla Føroya fyri úrslit næminganna. Próvbók kann eisini vera í talgildum formi.
Kapittul 11
Leiðsla
§ 34. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya hevur ábyrgdina av øllum námsfrøðiligum virksemi og próvtøkum í Heilsuskúla Føroya mótvegis landsstýrismanninum.
Stk. 2. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya leiðir og býtir arbeiðið millum lærarar og starvsfólk í skúlanum og tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingum, har ímillum um upptøku av umsøkjarum.
Kapittul 12
Lærarar
§ 35. Setan í fast starv sum lærari í Heilsuskúla Føroya er treytað av, at viðkomandi hevur í minsta lagi bachelorútbúgving ella samsvarandi útbúgving innan almanna- og heilsuøkið, og at viðkomandi innan 2 ár frá setanardegi tekur ástøðiliga og verkliga námsfrøðiliga útbúgving sbrt. reglum, sum Mentamálaráðið ásetir.
Stk. 2. Lærari, sum er settur í fast starv, áðrenn henda kunngerðin er komin í gildi, og sum ikki hevur í minsta lagi bachelorútbúgving ella samsvarandi útbúgving innan almanna- og heilsuøkið, skal taka ískoytisútbúgving, so fakligi førleikin verður á bachelorstøði, umframt námsfrøðiliga útbúgving, um hann ikki hevur eina slíka.
Stk. 3. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya ger saman við viðkomandi lærara tíðarætlan fyri, nær møgulig ískoytisútbúgving ella námsfrøðilig útbúgving skal vera lokin.
Stk. 4. Lærari skal í einari lærugrein hava fakligan og námsfrøðiligan førleika á teimum stigum, hann undirvísir. Í almennum lærugreinum á D-stigi skal lærari í avvarðandi lærugrein hava í minsta lagi lokið linjugreinalestur frá einum læraraskúla.
Kapittul 13
Gjald, vegleiðing, fakligur stuðul og frávik
§ 36. Undirvísingin í skúlanum er ókeypis fyri næmingarnar, men Heilsuskúli Føroya kann krevja gjald frá næmingunum fyri ljóstøk og annað tilfar, sum verður nýtt í undirvísingini. Gjald fyri ljóstøk og annað tilfar má bert fevna um veruligar útreiðslur í hesum sambandi.
Stk. 2. Næmingarnir skulu sjálvir útvega sær bøkur og aðrar undirvísingarmiðlar.
§ 37. Heilsuskúli Føroya veitir næmingunum persónliga vegleiðing um lestrarviðurskifti umframt yrkis- og útbúgvingarvegleiðing, m.a. við atliti at framhaldandi útbúgvingar- og arbeiðsmøguleikum.
§ 38. Heilsuskúli Føroya kann í styttri tíðarskeið bjóða næmingi við avmarkaðum fakligum førleika fakligan stuðul. Avgerð um fakligan stuðul verður tikin í samráð við næmingin og við støði í einari ítøkiligari, fakligari meting av førleika næmingsins, sbr. § 18, stk. 3 og § 20, stk. 3.
§ 39. 1) Heilsuskúli Føroya kann bjóða næmingi, ið ber sálarligt ella likamligt brek, ella sum hevur aðrar avbjóðingar við innlæring, sernámsfrøðiligan stuðul. Verður tørvurin ávístur, eftir at skúlagongdin er byrjað, verða hjálpartiltøk framd skjótast til ber.
Stk. 2. 1) Í tann mun tilvísing til sernámsfrøðiliga hjálp hevur við sær, at aðrir stovnar skulu verða tiknir við upp á ráð, hevur skúlin ábyrgdina av, at hetta verður gjørt.
Stk. 3. 1) Við støði í tørvinum og í samráð við næmingin ger skúlin eina virkisætlan fyri næmingin. Skúlin ger kostnaðarætlan fyri sernámsfrøðiligu stuðulstiltøkini, íroknað kostnaðin á hjálpitólum og hjálparmiðlum. Kostnaðarætlanin skal fevna um samlaðu útbúgvingargongd næmingsins. Skúlin kann við støði í staðfesta tørvinum hjá næminginum søkja Mentamálaráðið um játtan til sernámsfrøðiligu tiltøkini.
§ 40. Heilsuskúli Føroya kann við støði í eini ítøkiligari lýstari royndar- og menningarætlan søkja Mentamálaráðið um frávik frá ásetingunum um próvtøku í hesari kunngerð. Fortreytin fyri hesum er, at møguleikarnir hjá næmingunum at nýta próvtøkuna í vinnuligum ella útbúgvingarligum høpi ikki verða skerdir.
§ 41. Mentamálaráðið kann taka upp samráðingar við aðrar myndugleikar, so námsskipanirnar fyri heilsuútbúgvingarnar sbrt. hesari kunngerð verða góðkendar, við atliti at autorisatión.
Kapittul 14
Kærur
§ 42. Kæra um avgerð leiðara skúlans í námsfrøðiligum málum skal latast leiðaranum skrivliga í seinasta lagi 7 dagar eftir, at kærarin hevur fingið skrivliga fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. Leiðari skúlans ummælir málið og kæruna og gevur síðan kæraranum 7 dagar at gera skrivliga viðmerking til ummælið. Tá viðmerking frá kærara er komin, ella freistin at koma við viðmerking er farin, sendir leiðarin alt tilfarið í málinum til Mentamálaráðið.
Stk. 3. Um næmingurin ikki er myndugur, kann kæran sendast av tí, sum hevur foreldramyndugleikan.
Stk. 4. Mentamálaráðið tekur avgerð um, hvørt avgerð leiðarans fyri Heilsuskúla Føroya skal standa við, ella um avgerðin skal broytast til frama fyri tann, ið hevur kært.
Kapittul 15
Gildiskoma
§ 43. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. september 2013.
Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 11 frá 19. januar 2011 um heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar.
Mentamálaráðið, 4. apríl 2014
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)