Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. mars 2019Nr. 18
Kunngerð um virkið hjá námsfrøðiliga ráðnum hjá musikkskúla
Við heimild í § 10, stk. 3 í løgtingslóg nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Við hvønn musikkskúla, har samlaða undirvísingartímatalið svarar til minst 3 fulltíðar lærararstørv, verður skipað námsfrøðiligt ráð, sum skal ráðgeva kommunala musikkskúlaleiðaranum, sbr. tó § 10, stk. 1 í løgtingslógini.
Stk. 2. Námsfrøðiliga ráðið skal ummæla øll mál, ið leiðslan leggur fyri tað.
Stk. 3. Limir í námsfrøðiliga ráðnum kunnu fáa mál sett á skrá til umrøðu á fundum í námsfrøðiliga ráðnum.
Limir
§ 2. Limir í námsfrøðiliga ráðnum eru øll tey starvsfólk, sum hava undirvísingarligar og aðrar námsfrøðiligar uppgávur í musikkskúlanum, sbr. tó § 10, stk. 1 og stk. 2, 2. pkt. í løgtingslógini.
Stk. 2. Limir í námsfrøðiliga ráðnum hava skyldu at møta á ráðsfundum, sbr. tó § 10, stk. 2 í løgtingslógini.
Stk. 3. Lærarar, ið eru í fleiri námsfrøðiligum ráðum, kunnu, um tørvur er á tí, søkja musikkskúlastjóran um frítøku frá fundum.
Stk. 4. Forfall, sum ikki er orsakað av sjúku, skal verða fráboðað formanninum í góðari tíð áðrenn fundin.
Stk. 5. Námsfrøðiliga ráðið kann í einstøkum førum loyva øðrum enn teimum í stk. 1 nevndu limum at taka lut á fundum.
Fundarskipan
§ 3. Musikkskúlaleiðarin er formaður í námsfrøðiliga ráðnum og leiðir fundirnar. Námsfrøðiliga ráðið velur millum limirnar í ráðnum ein skrivara.
Stk. 2. Um musikkskúlaleiðarin hevur forfall, tekur varamusikkskúlaleiðarin formanssæti.
Stk. 3. Musikkskúlaleiðarin kann lata annan ráðslim stjórna fundunum.
Stk. 4. Námsfrøðiliga ráðið heldur fund, tá formaðurin heldur tað verða neyðugt.
Stk. 5. Ráðið eigur at hava í minsta lagi 2 fundir í hvørjum skúlaári. Fundirnir eiga so vítt møguligt ikki at verða hildnir í undirvísingartíðini.
Stk. 6. Formaðurin boðar ráðslimunum til fundar og ásetir fundartíð og stað og ger fundarskrá.
§ 4. Fundarboðini eiga vanliga at verða givin við 7 daga freist, men kunnu vegna átrokandi umstøður verða givin við styttri freist.
Stk. 2. Uppskot til fundarskránna frá ráðslimunum skulu vera skrivlig og verða formanninum í hendi í seinasta lagi 4 dagar fyri fundin. Fundarskráin skal verða send limunum í ráðnum 2 dagar fyri ráðsfundin.
Fundarfrágreiðing
§ 5. Eftir hvønn fund verður fundarfrágreiðing førd, sum skrivari og formaður undirskriva.
Stk. 2. Fundarfrágreiðingin verður send limunum í ráðnum í seinasta lagi 7 dagar eftir, at fundur er hildin.
Stk. 3. Allir limir í námsfrøðiliga ráðnum hava rætt til at fáa ført sínar viðmerkingar í fundarfrágreiðingina.
Stk. 4. Fundarfrágreiðingar skulu altíð vera atkomuligar hjá limunum í námsfrøðiliga ráðnum.
Gildiskoma
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 12. mars 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)