Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
14. februar 2023Nr. 18
Kunngerð um broyting í kunngerð um skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting
(At broyta útbúgvingaheitið til skrivstovuútbúgving við sergrein innan fyrisiting o.a.)
§ 1
Í kunngerð nr. 74 frá 3. juni 2013 um skrivstovuútbúgving við grein innan fyrisiting verða gjørdar hesar broytingar:
1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis:
“Kunngerð um skrivstovuútbúgving við sergrein innan fyrisiting”
2. Inngangurin til kunngerðina verður orðaður soleiðis:
“Við heimild í § 4, stk. 1, § 8, stk. 3, § 14, stk. 1 og 2, § 17, stk. 2 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar, sum broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 26. mars 2002, løgtingslóg nr. 52 frá 17. mai 2011, og eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá yrkisnevndini, verður ásett:”
3. Í § 1, stk. 1 verður “grein” broytt til: “sergrein”.
4. Í § 1, stk. 2 verður “greinina” broytt til: “sergreinina”.
5. Í § 4 verður “kunngerðini um støðisútbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skrivstovuøki” broytt til: “kunngerð um støðisútbúgving innan fyrisitingarøkið, handilsøkið og skrivstovuøkið”.
6. § 7, nr. 6 verður orðað soleiðis:
“6) at greiða úr hondum uppgávur við støði í fatan av ásetingunum í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi viðvíkjandi heilsu, trygd og umhvørvi,”
7. Í § 7, nr. 8 verður “tænastu- og miðlauppgávur” broytt til: “tænastuuppgávur og miðlauppgávur”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 14. februar 2023
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)