Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
19. apríl 2004Nr. 18
Kunngerð um stuðul til leiklist v.m.
Við heimild í § 13, stk. 1 í løgtingslóg nr. 68 fra 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. verður ásett:
Stuðul til áhugaleiklist
§ 1. Landsstýrismaðurin veitir stuðul til áhugaleiklist um Meginfelag áhugaleikara Føroya, sbr. § 9 í lógini.
Stk. 2. Meginfelag áhugaleikara Føroya kunnar um møguleikan at søkja stuðul til áhugaleiklist.
Stk. 3. Ongar treytir um limaskap í Meginfelag áhugaleikara Føroya ella limafeløgum tess kunnu áleggjast umsøkjara fyri at fáa stuðul.
§ 2. Umsókn verður skrivað á umsóknarblað, ið skal sendast til Meginfelag áhugaleikara Føroya.
Stk. 2. Umsóknin skal greitt tilskilað, hvør ið søkir um stuðul, og hvør ið hevur ábyrgd av verkætlanini.
Stk. 3. Umsóknin skal neyvt lýsa endamál við stuðlinum, fíggjarætlan og tíðarætlan fyri verkætlanini. Harafturat skal í umsóknini verða grundgivið fyri listaliga og/ella mentanarliga ágóðanum, sum verkætlanin hevur.
§ 3. Meginfelag áhugaleikara Føroya skal síggja til, at umsókn lýkur treytirnar fyri tilsøgn um stuðul.
Stk. 2. Tað áliggur Meginfelag áhugaleikara Føroya skrivliga at grundgeva fyri stuðulstilsøgn og avgerð um ikki at játta stuðul.
§ 4. Meginfelag áhugaleikara Føroya hevur eftirlit við, at útgoldin stuðul er nýttur til endamálið, og skal krevja stuðul afturgoldnan, um treytirnar fyri stuðli ikki verða fylgdar. Stuðul kann bert verða goldin út, tá Meginfelag áhugaleikara Føroya hevur trygd fyri, at verkætlanin verður framd.
Stk. 2. Stuðulsmóttakari hevur skyldu at upplýsa Meginfelag áhugaleikara Føroya um broytingar viðvíkjandi verkætlanini, sum hava týdning fyri grundarlagið, ið stuðulin er latin eftir. Talan er eitt nú um broytingar í endamáli, fíggjarætlan og tíðarætlan.
Stk. 3. Stuðulsmóttakari skal í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at verkætlanin er endað, lata inn roknskap og frágreiðing til góðkenningar. Hetta er eisini treyt fyri nýggjari tilsøgn um stuðul.
Stk. 4. Serligar umstøður kunnu gera, at Meginfelag áhugaleikara Føroya við góðkenning landsstýrismansins kann víkja frá kravinum um afturrindan av útgoldnum stuðli, t.d. sjúka, barnsburður ella annað, ið kann hava forðað stuðulsmóttakara í at fullføra ætlanina til tíðina.
Stuðul til yrkisleiklist
§ 5. Landsstýrismaðurin veitir stuðul til yrkisleiklist eftir tilmæli frá leiklistaráðnum, sbr. § 11 í lógini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kunnar almenningin um møguleikan at søkja um stuðul til yrkisleiklist og setir freistir at lata umsókn inn.
Stk. 3. Ongar treytir um limaskap í leiklistafeløgum kunnu áleggjast umsøkjara fyri at fáa stuðul.
§ 6. Umsókn verður skrivað á umsóknarblað, ið skal sendast til landsstýrismannin.
Stk. 2. Umsóknin skal greitt tilskilað, hvør ið søkir um stuðul, og hvør ið hevur ábyrgd av verkætlanini.
Stk. 3. Umsóknin skal neyvt lýsa endamál við stuðlinum, fíggjarætlan og tíðarætlan fyri verkætlanini. Harafturat skal í umsóknini verða grundgivið fyri listaliga og/ella mentanarliga ágóðanum, sum verkætlanin hevur.
§ 7. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við, at útgoldin stuðul er nýttur til endamálið, og krevur stuðul afturgoldnan, um treytirnar fyri stuðli ikki verða fylgdar. Stuðul kann bert verða goldin út, tá landsstýrismaðurin hevur trygd fyri, at verkætlanin verður framd.
Stk. 2. Stuðulsmóttakari hevur skyldu at upplýsa landsstýrismanninum um broytingar viðvíkjandi verkætlanini, sum hava týdning fyri grundarlagið, ið stuðulin er latin eftir. Talan er eitt nú um broytingar í endamáli, fíggjarætlan og tíðarætlan.
Stk. 3. Stuðulsmóttakari skal í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at verkætlanin er endað, lata inn roknskap og frágreiðing til góðkenningar. Hetta er eisini treyt fyri nýggjari tilsøgn um stuðul.
Stk. 4. Serligar umstøður kunnu gera, at landsstýrismaðurin kann víkja frá kravinum um afturrindan av útgoldnum stuðli, t.d. sjúka, barnsburður ella annað, ið kann hava forðað stuðulsmóttakara í at fullføra ætlanina til tíðina.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 19. apríl 2004
Jógvan á Lakjuni (sign.)
landsstýrismaður
/ Petur Petersen (sign.)