22. mars 2006Nr. 18
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands
§ 1
Í kunngerð nr. 95 frá 27. juni 2005 um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 3, stk. 1 verður ”,sum er keypt gjøgnum eina uppboðssølu, sum er góðkend av Fiskimálaráðnum,” strikað.
2) Í § 3, stk. 2 verður sum 3. pkt. sett: “Váttanin skal vera grundað á vektarseðlar frá góðkendari innvigingarskipan.”
3) Í § 4, stk. 2 verður ”kunngerð nr. 97 frá 10. juni 1996” broytt til: ”kunngerð nr. 117 frá 14. november 2005” og ”ella” broytt til: ”og”.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 22. mars 2006
Bjørn Kalsø (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)