Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
22. mars 2010Nr. 18
Kunngerð um stuðul til hjálparráð, sum broytt við kunngerð nr. 128 frá 14. desember 2016
Við heimild í § 18 b, stk. 7 í lov for Færøerne om offentlig forsorg, jfr. lovbekendtgørelse nr. 100 af 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 172 frá 22. desember 2009, verður ásett:
Kapittul 1
Hjálparráð
§ 1. Stuðul verður veittur til hjálparráð til persónar við virkistarni orsakað av likamligum ella sálarligum breki ella varandi sjúku, um hesi:
1) eru neyðug fyri at vera í arbeiði,
2) munandi bøta um varandi avleiðingar av sjúkuni/brekinum, ella
3) munandi lætta um gerandisdagin í heiminum.
Stk. 2. Við brek og varandi sjúku er at skilja, at útlit ikki eru til, at heilsuviðurskiftini fara at betrast, og at tað tí framyvir fer at vera varandi tørvur á at bøta um brekið/sjúkuna.
Stk. 3. Hjálparráð eru miðlar, tól, lutir, útgerð o.l., sum eru framleidd ella verða nýtt til at bøta um brek/sjúku sbrt. stk. 1.
Stk. 4. Hjálpartól eru hjálparráð, ið kunnu endurnýtast, og hesi verða veitt sum útlán.
Stk. 5. Stuðul til hjálparráð annars verður veittur sum stak ella framhaldandi stuðul til keyp av hjálparráði, ið verður at meta sum ogn hjá viðkomandi.
§ 2. Vanligt innbúgv ella brúkslutir eru ikki at skilja sum hjálparráð sbrt. § 1, stk. 1, hóast hesi verða nýtt í eini serstøðu.
Kapittul 2
Vanligar treytir
§ 3. Stuðul verður veittur til bíligasta nøktandi hjálparráðið.
§ 4. Hjálparráð, ið brúkari hevur útvegað sær, áðrenn umsókn er játtað, koma ikki undir ásetingarnar í hesi kunngerð.
§ 5. Brúkari av lántum hjálpartólum hevur skyldu til at fara væl um tey, og at lata hesi aftur til Hjálpartólamiðstøðina, tá ið hesi ikki verða brúkt longur.
§ 6. Stuðul verður ikki veittur til rakstur, reingerð og vanligt viðlíkahald av hjálpartólum.
Stk. 2. Til elkoyristólar og til onnur hjálpartól verður stuðul tó veittur til battaríir, ið ikki kunnu keypast í vanligum handli, og har tað ikki verður mett ráðiligt, at brúkarin sjálvur skiftir battaríini.
Stk. 3. Er talan um slit orsakað av vanligari nýtslu, sum hevur við sær, at hjálpartólið ikki kann nýtast sambært endamálinum, verður stuðul veittur til umvæling og útskiftan, herundir eisini til slangur og dekk til koyristólar.
§ 7. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð, sum eru til felags nýtslu til persónar á stovni ella sambýli ella til útgerð og innbúgv, sum er at meta sum grundútbúnaður á viðkomandi stovni ella sambýli.
Stk. 2. Stuðul verður tó veittur, tá ið talan er um persónligt tillagað hjálparráð, og hesi bert verða nýtt av tí einstaka og verða tikin við, tá ið viðkomandi uppiheldur sær uttan fyri stovnin ella sambýli.
Stk. 3. Koyristólur, ið skal lagast til tann einstaka, og sum tann einstaki hevur tørv á størsta partin av degnum, er at meta sum persónligt tillagað hjálparráð sbrt. stk. 2.
§ 8. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð, ið myndugleiki nýtir í virksemi sínum, herundir eisini grundútbúnað, sum er neyðugur fyri at fremja virksemi.
Stk. 2. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð at nýta í sambandi við viðgerð og eftirviðgerð, ið sjúkrahús hevur ábyrgdina av. Tó verður stuðul til hjálparráð veittur til terminal sjúklingar, tá hesir eru í heiminum.
Stk. 3. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð at nýta í sambandi við heimasjúkraviðgerð og røkt.
Stk. 4. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð at nýta til skipaði endurvenjingartilboð.
Stk. 5. Stuðul verður ikki veittur til hjálparráð at nýta í undirvísing og øðrum námsfrøðiligum virksemi.
§ 9. Hjálparráð kann í serligum føri útvegast til arbeiðspláss, tá útgerðin er neyðug fyri, at persónur kann vera í vinnu. Vanlig útgerð, ið má metast at hoyra arbeiðsplássinum til, er ikki at meta sum hjálparráð.
§ 10. Stuðul kann verða veittur til hjálparráð, ið einans skulu nýtast í sambandi við frítíðartilboð, í tann mun talan er um frítíðartilboð, sum persónar uttan brek í líknandi lívsstøðu, vanliga kunnu hugsast at luttaka í.
§ 11. Stuðul til heilivág og útgerð í sambandi við heilivág er ikki fevnt av hesi kunngerð.
Kapittul 3
Serligar reglur fyri ávís hjálparráð
§ 12. Stuðul verður veittur til brillugløs og linsur, um tað kann bøta um fylgjurnar av eini varandi medisinskari, optiskari eygnasjúku, sambært fyritreytunum í fylgiskjali 1.
Stk. 2. Stuðul sbrt. stk. 1 verður ikki veittur, um talan bert er um ein optiskan sjónsfeil.
Stk. 3. Afturvendandi stuðul til brillur og serlinsur verður veittur í mun til vanligt slit ella í mun til læknaliga meting um týðandi broyting í sjón orsakað av eygnasjúku sbrt. stk. 1, sambært fyritreytunum í fylgiskjali 1.
§ 13. Stuðul verður veittur til vanligar skógvar til persón, ið orsakað av støddarmuni á føtrunum á í minsta lagi 2 skógvanummur, má keypa tvey pør av skóm.
Stk. 2. Stuðul verður veittur til helvtina av samlaðu útreiðslunum, tó í mesta lagi 1.000 kr.
Stk. 3. Stuðul sbrt. stk. 1 verður fyrstu ferð veittur til tvey pør av skóm, og hereftir til eitt par um árið umframt til inniskógvar. Harumframt kann stuðul verða veittur til eitt par av arbeiðsskóm árliga, um arbeiðið er av einum slíkum slag, at tørvur er á tí.
Stk. 4. Um serlig orsøk er til tess, kann stuðul veitast til fleiri pør av skóm enn ásett sbrt. stk. 3.
§ 14. Stuðul verður veittur til útreiðslur av ortopediskum skógvum til persónar við varandi og umfatandi fótavskapi sbrt. fylgiskjali 2.
Stk. 2. Persónar, ið eru 18 ár og eldri rinda sjálvir 1.000 kr. fyri hvørt parið, og fyri børn og ung undir 18 ár verður rindað 400 kr. fyri hvørt parið.
Stk. 3. Stuðul sbrt. stk. 1 verður fyrstu ferð veittur til tvey pør av skóm, og hereftir til eitt par um árið umframt til inniskógvar. Harumframt kann stuðul verða veittur til eitt par av arbeiðsskóm árliga, um arbeiðið er av einum slíkum slag, at tørvur er á tí.
Stk. 4. Um serlig orsøk er til tess, kann stuðul veitast til fleiri pør av skóm enn ásett sbrt. stk. 3.
Stk. 5. Stuðul verður veittur til umvælingar av ortopediskum skóm.
Stk. 6. Stuðul verður veittur til ortopedisk fótinnlegg til vanligar skógvar, um hetta bøtir um avleiðingarnar av fótavskapi hjá umsøkjara, og um umsøkjari annars hevði verið ávístur til at nýta ortopediskar skógvar.
§ 15. Stuðul verður veittur til kompressiónssokkar til persónar við ringari, varandi sjúku í blóðrenslinum.
Stk. 2. Stuðul verður veittur til 2 pør um árið, og er egingjaldið 200 kr. fyri hvørt parið.
§ 16. Stuðul verður veittur til hárkoll til persónar við varandi sjúku, ið hevur við sær munandi hártap.
Stk. 2. Persónar, sum mugu nýta hárkoll alla tíðina, fáa stuðul til 2 hárkollar árliga.
Stk. 3. Fyri persónar 18 ár og eldri er egingjaldið 3.000 kr. árliga.
§ 17. 1) Stuðul verður veittur til meirútreiðslur til serkost til persónar við cystiskari fibrosu, cøliaki og annað ovurviðkvæmi.
Stk. 2. Almannastovan ger við støði í fyriliggjandi kanningum metingar um, hvussu stór meirútreiðslan er, sum endurrindað verður fyri.
Stk. 3. Persónar við cystiskari fibrosu fáa stuðul til meirútreiðslur til serkost sambært tilmæli frá viðkomandi serlækna.
§ 18. Stuðul verður veittur til tannprotesir og ortodontiska tannviðgerð, um talan er um funktionelt oyðileggjandi ella kosmetiskt misprýðandi avleiðingar av:
1) vanlukkutreytaðum skaða á tyggiorgan (tenn, munn, kjálkabein og umgevandi vevnað),
2) neyðugari læknaligari ella tannlæknaligari viðgerð, sum hevur við sær skaðar á tyggiorgan, ella
3) viðføddum álvarsligum skeivleikum, sum ávirka tyggigagnið.
Stk. 2. Tannprotesir sbrt. stk. 1 fevnir bæði um avtakiligar og ikki avtakiligar tannprotesur. Við protesu er at skilja eitt uppískoyti ella ein afturatlegging.
Stk. 3. Stuðul verður veittur til viðgerð, sum er neyðug til gerð og fastgerð av tannprotesum sbrt. stk.1, ið ikki er at meta sum sjúkrahúsvirksemi.
Stk. 4. Stuðul verður ikki veittur til viðlíkahald av tannprotesu sbrt. stk. 1.
Stk. 5. Stuðul verður bert veittur sbrt. stk. 1, nr. 1 um trygging ikki tekur við.
Kapittul 4
Umsiting
§ 19. Almannastovan umsitur stuðul til hjálparráð, og Hjálpartólamiðstøðin umsitur hjálpartól til útlán.
§ 20. Hjálpartólamiðstøðin skrásetur øll hjálpartól, ið verða veitt sum útlán.
Kapittul 5
Kærumyndugleiki
§ 21. Avgerðir tiknar sambært hesi kunngerð kunnu kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum innan 4 vikur eftir, at umsøkjarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Kapittul 6
Gildiskoma v.m.
§ 22. Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2010.
Stk. 2. Tá persónur, sum frammanundan hevur fingið ein koyristól til brúks frá stovninum, fær játtað nýggjan koyristól sambært § 8, stk. 2, yvirtekur Hjálpartólamiðstøðin gamla stólin, um hesin kann endurnýtast.
Stk. 3. Persónur, sum hevur fingið stuðul til brúkslut sbrt. § 2 sum útlán, yvirtekur ognarrættin av hesum lutum.
Stk. 4. Umsóknir, sum eru innkomnar áðrenn 1. apríl 2010, verða viðgjørdar eftir teimum reglum, ið vóru galdandi fram til 1. apríl 2010, um hesar eru til fyrimuns fyri borgaran.
Almannamálaráðið, 22. mars 2010
Rósa Samuelsen (sign.)
landsstýriskvinna
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)
Fylgiskjal 1:
Fyritreytir fyri at fáa stuðul til brillur og linsur:
1) Óreglulig hornhinna (irregulær astigmatisme) við t.d. keratokonus, hornhindear o.a.
2) Brek i regnboðahinnuni, t.d. aniridi, kolobom, albinisme, umframt fylgjur av t.d. skaðum ella skurðviðgerð.
3) Leys egnalinsa (ektopi), avleiðing av skurðviðgerð í barnaárum for eygnastar (afaki).
4) Pínufullar eygnasjúkur, t.d. bløðrur á hornhinnuni (keratitis bullosa) eller varandi hornhinnusár.
5) Sera misprýðiligar eygnasjúkur.
6) Varandi sjúkutreytað dupultsjón uttan møguleika fyri rætting við skurðviðgerð (operativ korrektion).
7) Sjúkutreytað ljósovurviðkvæmi (fotofobi) í sambandi við t.d. retinitis pigmentosa, akromatopsi, eygnafylgisjúkur við diabetes, makula degeneration.
8) Ógvuslig optisk sjónsbrek eyðkend við, at betrað sjónsfunktión bert kann røkkast við etablering av serframleiddum brillugløsum ella linsum.
9) Børn og ung, ið hava eina sjónsstyrki á í mesta lagi 6/18 (0,3) korrigerað á tí betra eyganum. Hesi børn eru typiskt ávíst til myndugleika av eygnalækna á Landssjúkrahúsinum (typiskt Kennedy Instituttið).
10) Afaki sameint við brek í sjónarvídd efter ávísing frá myndugleika, ið eygnalækni hjá Landssjúkrahúsinum hevur víst til (typiskt Kennedy Instituttið).
11) Myopi størri enn ella ájavnt við -7 kombinera við kikarasjónarvídd uppá 10 gradir ella harundir.
12) Ptosebriller (serstell).
13) Hypermetrop > + 7 har brilluglasi hevur mestu styrki til børn upp til 10 ár.
14) Onnur læknafrøðilig optisk allýst, varandi eygnasjúkur av líknandi torrleikastigi, eftir ávísing frá eygnalækna á Landssjúkrahúsinum.
Fylgiskjal 2:
Fyritreytir fyri at fáa stuðul til ortopediskar skógvar ella ortopedisk fótinnlegg:
1) Liðagikt við ringum framfótfalli og avskeplaðari tá (innlegg, møguliga styðjað við gongusóli).
2) Sárgerð, har vandi er fyri sár í iljuni ið tarnar/órógvar følilsunum, sum avleiðing av sukursjúku, kroniskum nervasjúkum ella tá blóðrenslið er í stórum vanda (sviknandi blóðrensli).
3) Ringt framfótfall saman við vánaligum blóðrensli, t.d. krøktar tær, hamarstær, avskeplaðum liðhøvdum á ristleggunum.
4) Stívt øklabein – viðføddum samanvøkstrum (coalitio), ringum skeivleikum eftir broti á øklabeinum, kroniskum liðabruna ella liðagikt.
5) Tilognaðum flatfóti sum avleiðing av illbregði.
6) Umlætting av varandi pínu av arri í iljuni.
7) Onnur avskeplan av fóti á samsvarandi torleikastigi við serstakari grundgeving, t.d. ringum fæstlæstum flatfóti, sera veikum liðbondum og liðhylki av viðføddum beinbroyskni (osteogenesis imperfecta). Stuðul verður sostatt ikki veittur til innlegg til fólk við vanligum flatfóti ella børn við bleytum flatfóti.
1) Broytt við kunngerð nr. 128 frá 14. desember 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2017.”