28. oktober 1993Nr. 180
Kunngerð um rætt til útgjald frá Arbeiðsloysistryggingini hjá persónum, sum hava arbeiði ella uppihald í Danmark
Við heimild í § 21, stk. 3 í løgtingslóg nr. 17 frá 10. mars 1992 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 108 frá 21. mai 1993 hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Persónur, sum hevur havt arbeiði í Danmark og hevur verið limur í donskum arbeiðsloysiskassa, kann írokna skjalprógvaða arbeiðsloysistryggjaða inntøku og skjalprógvað tryggingar- og arbeiðstíðarskeið í Danmark til tess at lúka treytirnar um útgjald av arbeiðsloysistrygging í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing.
§ 2. Henda kunngerð fær gildi 1. november 1993.