Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. desember 2017Nr. 181
Kunngerð um avhending av fiskidøgum í 2018, sum broytt við kunngerð nr. 131 frá 28. september 2018
Við heimild í § 79, stk. 4 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um avhending av fiskidøgum millum fiskifør í bólki 2, 3, 4 A, 4 B og 4 T sambært § 74, stk. 1 í løgtingslógini, við loyvi fyri 2018, sum eru í fiskidagaskipan í føroyskum sjógvi.
Treyt fyri avhending
§ 2. Eigarar av fiskiførum í bólki 2, 3, 4 A, 4 B og 4 T kunnu sínámillum í bólkinum avhenda fiskidagar fyri 2018.
Stk. 2. Loyvt er ikki at avhenda fiskidagar, ætlaðir til veiðu við húki, til veiðu við troli ella øvugt.
Stk. 3. Loyvt er ikki at avhenda fiskidagar til veiðu við húki frá fiskifari, ið er minni enn 110 tons, til fiskifar, størri enn 110 tons.
Stk. 4. Loyvt er ikki at avhenda fiskidagar til veiðu við troli frá fiskifari við framtøkumegi minni enn 500 HK til fiskifar við framtøkumegi 500 HK ella meira.
Stk. 5. Avhending er treytað av, at í minsta lagi 60% av tillutaðu døgunum, tíðarskeiðið 1. september 2016 til 31. august 2017, eru nýttir til fiskiskap við tí í fiskiloyvinum nevnda fiskifarinum.
§ 3. 1) Fiskidagar kunnu, í tíðarskeiðinum 1. oktober til 31. desember 2018, avhendast millum bólkarnar sambært § 2. Tó er ikki loyvt at avhenda fiskidagar í bólki 4 A og bólki 4 B til bólk 4 T.
Mannagongd
§ 4. Tann, ið avhendar fiskidagar, skal lata Vørn skrivliga fráboðan, sum er váttað av báðum pørtum.
Stk. 2. Í fráboðanini skal vera upplýst nágreiniliga, hvussu nógvir fiskidagar verða avhendir frá upprunaliga rættindahavaranum.
Stk. 3. Áðrenn avhendaðu fiskidagarnir kunnu nýtast, skal Vørn við skrivligari fráboðan til báðar partar hava staðfest, at tann, sum avhendar fiskidagar, hevur ræðið yvir so mongum fiskidøgum.
Umrokning
§ 5. Tá fiskidagar verða avhendir, sambært § 2, stk. 1 ella § 3, verður talið av fiskidøgum, ið verður avhendað, umroknað til fiskidagar samsvarandi skjali 1.
Stk. 2. Flokkingin av fiskiførum í fiskidagaskipanini í skjali 2 er grundað á málibrøv útskrivað av Skipaeftirlitinum fyri 1. mars 2005. Fiskifør kunnu ikki verða flokkað av nýggjum, eftir at henda áseting fær gildi.
Stk. 3. Fiskifør, ið hava broytt metingarvirði fyri fiskiorku, sambært reglunum um áseting av fiskiorku og mannagongd, tá veiðiloyvi verða flutt millum fiskifør 15 tons og størri, kunnu tó flokkast av nýggjum, grundað á nýggj málibrøv útskrivað av Skipaeftirlitinum í sambandi við broytingina.
§ 6. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018 og fer úr gildi 31. desember 2018.
Stk. 2. Samstundis, sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 3 frá 12. januar 2011.
Fiskimálaráðið, 29. desember 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Umrokningarvirði í samband við avhending av fiskidøgum
Talva, sí skjal 2
Leiðbeining:
Í talvuni eru fiskifør í fiskidagaskipanini bólkað soleiðis:
Partrolarar: (Longd x breidd x dýpd) x HK/1000
Trolbátar: Maskinorka í kW
Línuskip og útróðrarbátar: Longd x breidd x dýpd
Tá fiskidagar verða umroknaðir millum fiskifør, verður fyrst hugt at teiginum longst vinstrumegin, fyri at finna tað skipið, sum avhendar fiskidagar. Skipið, sum flutt verður til, verður lisið av ovastu røðini. Fiskidagar, ætlanin er at flyta, verða síðani faldaðir við umrokningarvirðinum í talvuni.
Dømi um nýtslu av talvuni:
Ein útróðrarbátur (longd x breidd x dýpd = 190) avhendar 18 dagar til eitt línuskip (longd x breidd x dýpd = 682). Burtur úr hesum fær línuskipið 18 x 0,35 = 6 dagar.
Trolari I (LxBxD x HK/1000 = 970) avhendar 15 fiskidagar til trolara II (LxDxB x HK/1000 = 1650). Talan er um flyting av døgum úr bólkinum “Trolarar undir 1100” yvir í bólkin “Trolarar 1500 og størri.” Burtur úr hesum fær trolari II (15 x 0,71) = 11 fiskidagar.
Skjal 2
|
Trolarar 2000 og størri |
Trolarar 1600 – 1999 |
Trolarar undir 1600 |
Trolbátar 300 kW og størri |
Trolbátar minni enn 300 kW |
Línuskip 600 og størri |
Útr. bátar 300 - 599 |
Útr. bátar 200 - 299 |
Útr. bátar 120 - 199 |
Útr. bátar undir 120 |
Trolarar 2000 og størri |
1,00 |
1,17 |
1,40 |
1,56 |
1,87 |
1,40 |
2,33 |
3,11 |
4,00 |
5,60 |
Trolarar 1600 – 1999 |
0,86 |
1,00 |
1,20 |
1,33 |
1,60 |
1,20 |
2,00 |
2,67 |
3,43 |
4,80 |
Trolarar undir 1600 |
0,71 |
0,83 |
1,00 |
1,11 |
1,33 |
1,00 |
1,67 |
2,22 |
2,86 |
4,00 |
Trolbátar 300 kW og størri |
0,64 |
0,75 |
0,90 |
1,00 |
1,20 |
0,90 |
1,50 |
2,00 |
2,57 |
3,60 |
Trolbátar minni enn 300 kW |
0,54 |
0,63 |
0,75 |
0,83 |
1,00 |
0,75 |
1,25 |
1,67 |
2,14 |
3,00 |
Línuskip 600 og størri |
0,71 |
0,83 |
1,00 |
1,11 |
1,33 |
1,00 |
1,67 |
2,22 |
2,86 |
4,00 |
Útr. bátar 300 - 599 |
0,43 |
0,50 |
0,60 |
0,67 |
0,80 |
0,60 |
1,00 |
1,33 |
1,71 |
2,40 |
Útr. bátar 200 - 299 |
0,32 |
0,38 |
0,45 |
0,50 |
0,60 |
0,45 |
0,75 |
1,00 |
1,29 |
1,80 |
Útr. bátar 120 - 199 |
0,25 |
0,29 |
0,35 |
0,39 |
0,47 |
0,35 |
0,58 |
0,78 |
1,00 |
1,40 |
Útr. bátar undir 120 |
0,18 |
0,21 |
0,25 |
0,28 |
0,33 |
0,25 |
0,42 |
0,56 |
0,71 |
1,00 |