Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. desember 2020Nr. 182
Kunngerð um áseting og javning av almannaveitingum
Við heimild í § 6 í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum broytt við løgtingslóg nr. 4 frá 25. januar 2001, løgtingslóg nr. 113 frá 11. desember 2007 og løgtingslóg nr. 139 frá 6. oktober 2011, § 12, stk. 5 í løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2012 um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum broytt við løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 2012 og § 15, stk. 3 í løgtingslóg nr. 72 frá 25. mai 2020 um almannatrygd og tænastur, verður ásett:
§ 1. Upphæddirnar sbrt. hesi kunngerð eru galdandi fyri 2021.
Upphæddir sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a.
§ 2. Upphæddir sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a eru hesar.
Stk. 2. Fólkapensjón er árliga:
1) Grundupphædd til støk er kr. 50.028,00.
2) Viðbót til støk, fødd áðrenn 1. januar 1953 er kr. 45.252,00.
3) Viðbót til støk, fødd aftaná 31. desember 1952 er kr. 57.348,00.
4) Grundupphædd til gift er kr. 39.756,00.
5) Viðbót til gift, fødd áðrenn 1. januar 1953 er kr. 36.372,00.
6) Viðbót til gift, fødd aftaná 31. desember 1952 er kr. 42.444,00.
Stk. 3. Hægsta fyritíðarpensjón er árliga:
1) Grundupphædd til støk er kr. 72.360,00.
2) Viðbót til støk er kr. 62.184,00.
3) Viðbót til støk, búsitandi í Danmark ella Grønlandi pr. 23. desember 2017 sbrt. § 3, stk. 4 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., er kr. 71.928,00.
4) Grundupphædd til gift er kr. 57.492,00.
5) Viðbót til gift er kr. 57.804,00.
6) Viðbót til gift, búsitandi í Danmark ella Grønlandi tann 23. desember 2017 sbrt. § 3, stk. 4 í løgtingslóg um almannapensjónir o.a., er kr. 64.944,00.
Stk. 4. Miðal fyritíðarpensjón er árliga:
1) Grundupphædd til støk er kr. 72.360,00.
2) Viðbót til støk er kr. 31.332,00.
3) Grundupphædd til gift er kr. 57.492,00.
4) Viðbót til gift er kr. 29.496,00.
Stk. 5. Lægsta fyritíðarpensjón er árliga:
1) Grundupphædd til støk er kr. 72.360,00.
2) Viðbót til støk er kr. 30.540,00.
3) Grundupphædd til gift er kr. 57.492,00.
4) Viðbót til gift er kr. 27.864,00.
Stk. 6. Avlamisveiting er árliga kr. 33.768,00.
Stk. 7. Avlamisviðbót er árliga kr. 33.768,00.
Stk. 8. Eyka viðbót er árliga kr. 34.080,00.
Stk. 9. Barnaviðbót er árliga kr. 12.996,00.
Stk. 10. Hjálparviðbót er árliga kr. 36.096,00.
Stk. 11. Røktarviðbót er árliga kr. 72.060,00.
Stk. 12. Frádráttarfrí inntøkuupphædd í fólkapensjón er árliga: kr. 45.000,00.
Stk. 13. Frádráttarfrí inntøkuupphædd í fyritíðarpensjón er árliga kr. 92.900,00.
Upphædd sbrt. løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl.
§ 3. Upphædd sbrt. løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar v.fl. er árliga kr. 7.608,00.
Upphæddir sbrt. løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl.
§ 4. Upphæddir sbrt. løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl. eru hesar.
Stk. 2. Barnagjald sbrt. § 5 er árliga kr. 12.996,00.
Stk. 3. Barnagjald sbrt. § 15, stk. 1 og 2 er árliga kr. 12.996,00.
Stk. 4. Barnagjald sbrt. § 15, stk. 3 er árliga kr. 25.992,00.
Stk. 5. Barnaískoyti sbrt. § 19 a er kr. 2.500,00 um ársfjórðingin.
Stk. 6. Gjald í sambandi við føðing er ein eingangsupphædd á kr. 750,91.
Stk. 7. Gjald til uppihald tveir mánaðir áðrenn og ein mánað aftaná føðing er kr. 1.284,89 um mánaðin.
Upphæddir sbrt. kunngerð um serlig bútilboð
§ 5. Upphæddir sbrt. kunngerð um serlig bútilboð eru hesar.
Stk. 2. Egingjald fyri serligt bútilboð sbrt. § 11, stk. 2, 1. pkt. er mánaðarliga kr. 1.840,00.
Stk. 3. Egingjald fyri serligt bútilboð sbrt. § 11, stk. 3, 1. pkt. er mánaðarliga kr. 2.198,00.
Stk. 4. Fevnir gjaldið sbrt. § 11, stk. 2 og 3 eisini um kost, kann bútilboðið í mesta lagi krevja kr. 2.032,00 afturat ásetta egingjaldinum.
Upphæddir sbrt. kunngerð um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur
§ 6. Upphæddir sbrt. kunngerð um ískoyti til høgar bústaðarútreiðslur eru hesar.
Stk. 2. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 1, 1. pkt. er kr. 6.555,00.
Stk. 3. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 1, 2. pkt. er kr. 4.034,00.
Stk. 4. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 2, 1. pkt. er kr. 4.034,00.
Stk. 5. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 2, 2. pkt. er kr. 2.521,00.
Stk. 6. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 3, 1. pkt. er kr. 2.521,00.
Stk. 7. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 3, 2. pkt. er kr. 2.521,00.
Stk. 8. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 4, 1. pkt. er kr. 6.555,00.
Stk. 9. Bústaðarútreiðslan sbrt. § 3, nr. 4, 2. pkt. er kr. 4.034,00.
Gildiskoma og virknaður
§ 7. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar mánað 2021.
Stk. 2. § 5 og § 6 koma í gildi 1. januar 2021.
Almannamálaráðið, 16. desember 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (sign.)
landsstýrismaður
/ Eyðun Mohr Hansen (sign.)