Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. desember 2017Nr. 184
Kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í norskum sjógvi í 2018
Við heimild í § 5, stk. 2, § 34, stk. 1 og 2, § 39, stk. 1, nr. 1, 2, 3 og 4, stk. 2, nr. 2 og stk. 3, og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161 frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski í serbúskaparøkinum hjá Noregi norðan fyri 62°N í 2018 sambært fiskiveiðiavtaluni millum Føroyar og Noreg.
Heildarkvotur og býti av kvotunum
§ 2. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2018 fiska 4.610 tons av toski, 1.075 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 200 tons av øðrum botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N.
Stk. 2. Av heildarkvotunum, sambært stk. 1, verða 3.817 tons av toski, 890 tons av hýsu, 414 tons av upsa og 166 tons av øðrum botnfiski latin persóni ella felagi, sum í 2017, við fiskifari undir føroyskum flaggi, hevði rætt til fiskiloyvi at fiska eginkvotu av botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N, undantikin kvota keypt á uppboði. Fiskiskapurin verður skipaður við egnari árskvotu.
Stk. 3. Av heildarkvotunum, sambært stk. 1, verður rætturin at veiða 793 tons av toski, 185 tons av hýsu, 86 tons av upsa og 34 tons av øðrum botnfiski seldur á uppboði eftir ásetingunum í § 15 í løgtingslógini.
Fiskiloyvi
§ 3. Fiskiskapur eftir botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap, og sum Vørn hevur váttað er á lista yvir fiskifør, ið norskir myndugleikar hava givið loyvi at fiska í norskum sjógvi.
Stk. 2. Bert persónur ella felag, ið lýkur treytirnar í § 5, stk. 1, §§ 6, 7 og 9 og § 51, stk. 2 í løgtingslógini, kann fáa fiskiloyvi sambært hesi kunngerð.
Stk. 3. Fiskiloyvi til kvotu sambært § 2, stk. 2 er samstundis ein góðkenning at reka fiskiveiðu í 2018 eftir ásetingunum í § 5, stk. 1 í løgtingslógini.
§ 4. Skiparin skal fylgja teimum treytum, sum galda fyri veiði í norskum sjógvi norðan fyri 62°N.
Atgongd
§ 5. Fiskifør undir føroyskum flaggi hava í 2018 atgongd at fiska 3.755 tons av toski og 325 tons av hýsu í norskum sjógvi norðan fyri 62°N burturav kvotunum, sum føroysk fiskifør hava rætt at fiska í russiskum sjógvi í Barentshavinum í 2018 sambært kunngerð um veiðu eftir botnfiski við fiskiførum undir føroyskum flaggi í russiskum sjógvi í 2018.
Stk. 2. Atgongdin at fiska kvotuna sambært stk. 1 verður tillutað persóni ella felagi, sum í 2017, við fiskifari undir føroyskum flaggi, hevði rætt til fiskiloyvi at fiska eginkvotu av botnfiski í norskum sjógvi norðan fyri 62°N, undantikin kvota keypt á uppboði, í sama lutfalli sum egna árskvotan av botnfiski í russiskum sjógvi.
Stk. 3. Fiskiskapur burturav atgongd sambært stk. 1 kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Fráboðanir
§ 6. Fiskifar, sum fiskar í norskum sjógvi sambært hesi kunngerð, skal senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 1:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 12 tímar, áðrenn skipið kemur inn í norskan sjógv.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr norskum sjógvi.
Stk. 2. Fiskifarið skal somuleiðis senda norskum myndugleikum elektroniskar fráboðanir samsvarandi teimum reglum, sum galda fyri fiskiskap í norskum sjógvi.
§ 7. Fiskifar, sum fiskar burturav atgongd sambært § 5 í norskum sjógvi, skal hvørja viku senda veiðifráboðan sambært skjali 2 til russiskar myndugleikar.
Revsing
§ 8. Brot á § 3, stk. 1, § 5, stk. 3 og §§ 6 og 7 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1, um fiskað er meira enn loyvt er sambært fiskiloyvinum ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifar ikki heldur seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært § 3, stk. 1 og § 5, stk. 3 í hesi kunngerð. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018 og fer úr gildi 31. desember 2018.
Fiskimálaráðið, 29. desember 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 12 tímar, áðrenn skipið kemur inn í norskan sjógv.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hagar skipið fer til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða umborð | OB | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu. Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24M h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða er eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða undanfarna samdøgur frá 00.00 til 23.59 (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerkingar | RE | Viðmerkingar |
3) COX – Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 2 tímar, áðrenn skipið fer úr norskum sjógvi.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Raðnummar | SQ | Nummar á fráboðanini |
Loyvisnummar | LC | Nummar á fiskiloyvi |
Beinleiðis veiða | DS | Fiskaslag, sum beinleiðis veiða hevur verið eftir |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
IMO nummar | IM | IMO nummar á skipinum (um tøkt) |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | Økið hvaðani skipið kemur av fiskiskapi |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða, fiskað undanfarna samdøgur frá 00.00-23.59, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu). Veiðan skal gevast upp í rundari vekt í kg. |
Samlað veiða umborð | TC | Samlað veiða umborð (FAO 3 alpha kodu), í rundari vekt í kg. |
Móttøkuhavn | PO | Havn har fiskurin verður uppskipaður/umskipaður |
Landað ella umskipað | TR | Upplýs hvat virki ella skip veiðan verður landað ella umskipað til. |
Dagur, tá veiðan verður landað ella umskipað | PD | Dagurin, tá mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð har veiðan verður landað ella umskipað | PT | Tíð á degnum mett verður, at veiðan verður landað ella umskipað (24H h:m) |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (dd-mm-yyyy) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (24H h:m) |
Viðmerking | RE | Viðmerking |
Skjal 2
Veiðifráboðan til russiskar myndugleikar
Veiðifráboðan skal sendast hvørja viku til Barentsevo-Belomorskoe Territorial Department, fax + 7 8152 451945 ella teldupost portcontrol@bbtu.ru.
Avrit av hesi veiðifráboðan skal sendast til Vørn á fax +298 313981 ella teldupost vakt@vorn.fo.
CATCH REPORT
(WHEN FISHING RUSSIAN QUOTA OUTSIDE OF THE RUSSIAN EEZ)
To: Barentsevo-Belomorskoe Territorial Department of the Federal Agency for Fisheries
Fax: +7 8152 451945
e-mail: portcontrol@bbtu.ru
Type of Report:_____________
(daily, weekly, decade, monthly)
Unique numbering from the beginning of the year__________
Fishing period (dates):____________________________
Fishing Area | Date and Time UTC | ||
| Entry | Exit | |
|
| ||
|
| ||
Vessel Name |
| ||
Registration Number |
| ||
Call Sign |
| ||
Flag state/ Port of registry |
| ||
Telephone, fax, e-mail of fishing vessel |
| ||
Ship owner |
| ||
Address, telephone, fax, e-mail of the ship owner |
| ||
Current position at time of transmission |
| ||
Date and time of transmission (UTC) |
| ||
Russian fishing Licence Nr. |
| ||
Type of fishing gear |
| ||
Species | Live weight, kg | Quota specification | ||||
Norwegian EEZ | NEAFC Regulatory Area in the Barents sea | Vessel quota under the Russian fishing Licence | ||||
Catch at reported period | Accumulated catch since January, 1-st | Catch at reported period | Accumulated catch since January, 1-st | |||
|
|
|
|
|
| Russian quota |
|
|
|
|
|
| Russian quota |
|
|
|
|
|
| Russian quota |
|
|
|
|
|
| Russian quota |
|
|
|
|
|
| Russian quota |
Remarks: |
Signature Master's Name