Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. november 2025Nr. 185
Kunngerð um broyting í kunngerð um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya
(Broyting av fylgiskjølum og upptøkutreytum í fylgiskjølum)
§ 1
Í kunngerð nr. 98 frá 17. juni 2021 um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya, sum broytt við kunngerð nr. 106 frá 25. juni 2021,verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1, stk. 4 verður “sbrt. skjali 1” broytt til: “sbrt. skjali 2”.
2. Skjal 1 í kunngerð nr. 98 frá 17. juni 2021 um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya verður orðað sum ásett í skjali 1.
3. Skjal 2 verður sett sum skjal 2 í kunngerð nr. 98 frá 17. juni 2021 um upptøku til lestur á Fróðskaparsetri Føroya.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi 1. mars 2026.
Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 25. november 2025
Djóni Nolsøe Joensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)
Skjal 1
“Skjal 1
Serkrøv um upptøku
Umframt vanliga upptøkukravið hava niðanfyri nevndu útbúgvingar ávís serkrøv, ið umsøkjarin skal lúka.
Miðaltal í lærugreinunum verður roknað sum ársmet og próvtøkuúrslit býtt við so nógvum próvmetum, sum eru, t.d. eru tvey ársmet fyri munnligt og skrivligt og próvtøka hevur verið í báðum, so verða øll fýra próvmetini tald saman og síðani býtt (dividerað) við fýra.
|
Útbúgving: |
Serkrav: |
|
Bachelor í føroyskum - mál og bókmentir |
Føroyskt A.
Miðaltalið í nevndu lærugreinini skal vera í minsta lagi 5,8 eftir 7-talsstiganum. |
|
Bachelor í búskaparfrøði |
Støddfrøði B |
|
Bachelor í lívfrøði |
Alisfrøði B. Støddfrøði B. Evnafrøði B.
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinunum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-talsstiganum. |
|
Bachelor í KT-verkfrøði |
Støddfrøði B.
Miðaltalið í nevndu lærugrein skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-talsstiganum. |
|
Bachelor í løgfrøði |
Upptøkuroynd. |
|
Bachelor í mýlalívsvísindum |
Alisfrøði B. Støddfrøði B. Evnafrøði B.
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinunum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-talsstiganum ella 7 eftir 13-talsstiganum. |
|
Bachelor í verkfrøði |
Støddfrøði A. Alisfrøði B. Evnafrøði C.
Miðaltalið í støddfrøði skal vera minst 6 eftir 7-talsstiganum ella maskinmeistaraprógv við í minsta lagi miðaltalinum 7 eftir 7-talsstiganum. |
|
Bachelor í listaligum arbeiði |
Listaligan profil. Egið avrik - ritlist ella tónlist - fimm síður av skrivligum avriki ella 5 minuttir av tónleikaverki. |
|
Bachelor sum fólkaskúlalærari |
Føroyskt A. Støddfrøði C. |
|
Bachelor í sjúkrarøktarfrøði |
1. Føroyskt, danskt, svenskt ella norskt á C-stigi. 2. Enskt C. 3. Føroyskt, danskt, svenskt ella norskt við fráfaringarroynd fólkaskúlans. Málsliga kravið í pkt. 1 og 3 kann ikki verða á sama máli. |
|
Hjánám í støddfrøði |
Støddfrøði A. |
|
Hjánám í føroyskum |
Føroyskt A.
Miðaltalið í nevndu lærugreinini skal vera í minsta lagi 5,8 eftir 7-talsstiganum. Skal hava staðið ella vera innskrivaður til eina høvuðsgrein. |
”
Skjal 2
“Skjal 2
Upptøka til ávísar útbúgvingar
Í niðanfyri nevndu útbúgvingum verða aðrar útbúgvingar enn gymnasialar miðnámsútbúgvingar góðkendar sum upptøkutreyt fyri tær ítøkiligu útbúgvingarnar. Útbúgvingarnar geva upptøku við niðanfyri nevndu treytum.
Miðaltal í lærugreinunum verður roknað sum ársmet og próvtøkuúrslit býtt við so nógvum próvmetum, sum eru, t.d. eru tvey ársmet fyri munnligt og skrivligt og próvtøka hevur verið í báðum, so verða øll fýra próvmetini tald saman og síðani býtt (dividerað) við fýra.
|
Útbúgving: |
Serkrav: |
|
Diplom í námsfrøði |
Umsøkjarar, sum hava lokið útbúgving sum námsfrøðihjálpari á Heilsuskúla Føroya ella pedagogiskur assistentur á donskum lærustovni, kunnu við upptøkuroynd verða tikin inn á útbúgvingina.
|
|
Bachelor sum námsfrøðingur |
Umsøkjarar, sum hava lokið útbúgvingina diplom í námsfrøði, kunnu verða tikin inn á útbúgvingina.
|
|
Bachelor í sjúkrarøktarfrøði |
Umsøkjarar, sum hava lokið útbúgving sum heilsurøktari á Heilsuskúla Føroya ella SOSU-assistentur frá donskum lærustovni, kunnu verða tikin inn á útbúgvingina.
Miðaltalið fyri prógvið skal vera í minsta lagi 6 eftir 7-talsstiganum.
|
”