Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. november 2025Nr. 186
Kunngerð um tíðaravmarkaðar ásetingar um ukreinsk koyrikort
Við heimild í § 18, stk. 7 og § 64 m í løgtingslóg um ferðslu (Ferðslulógin), sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 30. apríl 2025, verður ásett:
Virkisøkið
§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri koyrikort, sum eru útgivin í Ukreina í samsvari við galdandi lóggávu í Ukreina, tá handhavin hevur tíðaravmarkað uppihaldsloyvi í Føroyum, sbrt. anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine.
Stk. 2. Koyrikort til persónar, sbrt. stk. 1, har ukreinska koyrikortið er burturmist, verður útgivið sbrt. koyrikortkunngerðini, um ikki annað er ásett í hesi kunngerð.
Allýsing
§ 2. Ukreinsk koyrikort er at skilja sum koyrikort útgivið av avvarandi ukreinskum myndugleika, sum staðfestir, at handhavin hevur loyvi til at koyra motorakfar sambært ukreinskari lóg.
Ukreinsk koyrikort
§ 3. Ukreinsk koyrikort útgingin eftir 31. desember 2021 eru at rokna sum galdandi koyrikort í Føroyum.
§ 4. Handhavin av galdandi ukreinskum koyrikorti kann nýta koyrikortið í Føroyum, tá treytirnar um vanligan bústað eru loknar, sbrt. § 4 í koyrikortkunngerðini.
Stk. 2. Tað er ein treyt, at koyrikortið annaðhvørt er skrivað við latínskum bókstavum, ella at umseting til føroyskt, danskt, enskt ella franskt mál, sum er gjørd av einum almennum myndugleika ella av felagsskapi, sum í heimlandinum eru heimilað til tess, er løgd við koyrikortinum, sbrt. § 83, stk. 2, 2. pkt. í koyrikortkunngerðini.
Stk. 3. Avmarkingin í § 83, stk. 2 í koyrikortkunngerðini um 180 dagar er ikki galdandi fyri ukreinsk koyrikort.
Stk. 4. Hóast ásetingina í stk. 1 er hetta ikki galdandi fyri vinnuligan fólkaflutning, bólkarnar BV og DV.
Burturmist koyrikort, sum eru útgivin av ukreinskum myndugleika, sum kunnu váttast
§ 5. Um eitt ukreinskt koyrikort er burturmist, kann handhavin søkja um at fáa eitt tíðaravmarkað føroyskt koyrikort frá Akstovuni.
§ 6. Tá umsókn um tíðaravmarkað koyrikort til bólkarnar AM, A, B og B/E verður latin Akstovuni, skal mynd vera við, sbrt. § 3, stk. 2 í koyrikortkunngerðini. Umsøkjarin skal kunna prógva sín samleika, sbrt. § 3 a í koyrikortkunngerðini. § 3, stk. 6 í koyrikortkunngerðini er eisini galdandi.
Stk. 2. Tá umsókn um tíðaravmarkað koyrikort til bólkarnar C, C/E, D, og D/E verður latin Akstovuni, skal mynd og læknaváttan vera við, sbrt. § 3, stk. 2 og 4 í koyrikortkunngerðini. Umsøkjarin skal kunna prógva sín samleika, sbrt. § 3 a í koyrikortkunngerðini. § 3, stk. 6 í koyrikortkunngerðini er eisini galdandi.
§ 7. Føroyskt fyribils galdandi koyrikort kann latast umsøkjara, um rætturin at føra motordrivið akfar kann váttast av ukreinskum myndugleika, og umsøkjarin ikki hevur koyrikort úr øðrum landi, sbr. tó stk. 3.
Stk. 2. Lýkur umsøkjari treytirnar sbrt. stk. 1, verður koyrikortið áteknað sbrt. skjali 1 í hesi kunngerð.
Stk. 3. Fyribils koyrikort, sbrt. stk. 1, kann ikki latast umsøkjara um heilsukrøvini í skjali 2 í koyrikortkunngerðini, ikki eru lokin.
Fyrisitingarligar ásetingar
§ 8. Akstovan tekur avgerð um koyrikort, herundir avgerðir um at taka koyrirættin frá persóni og um eftiransandi koyriroynd, sbr. tó § 67 í koyrikortkunngerðini.
Gjøld
§ 9. Fyri útgávu av koyrikorti, sbrt. § 6 verður rindað gjald, sbrt. § 64 k í løgtingslógarkunngerð um ferðslu.
Kæra
§ 10. Avgerðir hjá Akstovuni tiknar við heimild í hesi kunngerð kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi.
Gildistíð og gildiskoma
§ 11. Gildistíðin fyri koyrikort, útgivin sbrt. hesi kunngerð, er í mesta lagi 2 ár frá útgávudegnum, tó ikki longur enn uppihaldsloyvið er galdandi, sbrt. anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine.
§ 12. Kunngerðin kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 25. november 2025
Jóhan Christiansen (sign.)
landsstýrismaður
/ Elin Mortensen (sign.)
Skjal 1
Ásetingar um treytir, avmarkingar og rættindi í samband við koyrikort
Um umsøkjari lýkur treytirnar um at fáa føroyskt fyribils galdandi koyrikort sbrt. § 8, stk. 1, verður koyrikortið útskrivað við átekning sbrt. § 8, stk. 2:
|
Kotur |
Merking
|
|
99.01 (í mesta lagi 2 ár, tó ikki longur enn uppihaldsloyvið er galdandi )
|
Serlig útgáva sum bert er galdandi so leingi handhavin hevur tíðaravmarkað uppihaldsloyvi í Føroyum, sbrt. anordning om ikrafttræde for Færøerne af lov om midlertidig opholdstilladelse til personer, der er fordrevet fra Ukraine (Burturmist Ukreinskt-koyrikort) |