Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
29. desember 2017Nr. 187
Kunngerð um veiðu eftir botnfiski o.ø. við fiskiførum undir føroyskum flaggi í NAFO skipanarøkinum í 2018, sum seinast broytt við kunngerð nr. 128 frá 24. september 2018
1) Við heimild í § 5, stk. 2, § 34, stk. 1 og 2, § 39, stk. 1, nr. 1, 2, 3 og 4, stk. 2, nr. 1, 2, 4, 6, 7, 8, 9 og 10 og stk. 3, § 49, stk. 2, 1. pkt., § 66, stk. 3 og § 81, stk. 2 í løgtingslóg nr. 161. frá 18. desember 2017 um fyrisiting av sjófeingi verður ásett:
Kapittul 1
Virkisøki og allýsingar
Virkisøki
§ 1. Kunngerðin fevnir um fiskiskap við fiskiførum undir føroyskum flaggi eftir botnfiski o.ø. í NAFO skipanarøkinum í 2018.
Allýsingar
§ 2. Í hesi kunngerð merkir:
1) NAFO: Northwest Atlantic Fisheries Organization, Fiskiveiðifelagsskapurin fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum.
2) NAFO skipanarøkið: Tann parturin av sáttmálaøkinum hjá NAFO, sum er uttan fyri løgdømið hjá strandarlondunum, norðan fyri 35°N og vestan fyri linju drigin eftir longdarstignum 42°V til knattstøðuna 59°N, 42°V og víðari eftir longdarstignum 44°V til strond Grønlands.
3) NAFO Conservation and Enforcement Measures, NAFO CEM: Reglur galdandi fyri fiskiskap í NAFO skipanarøkinum, samtyktar av NAFO sáttmálapørtum. Tøkar á heimasíðuni hjá NAFO, www.nafo.int.
4) NAFO undirøki og NAFO deildarøki: Sundurbýting av NAFO skipanarøkinum við tali frá 1 til 6 og bókstavi. Kort av hesum er í NAFO CEM.
Kapittul 2
Fiskiskapur eftir toski á Flemish Cap
Heildarkvota
§ 3. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2018 fiska í mesta lagi 2.491 tons av toski í NAFO deildarøki 3M, Flemish Cap.
Stk. 2. 2) Umframt kvotuna í stk. 1 kunnu fiskifør undir føroyskum flaggi fiska 450 tons av toski, sum Føroyar hava sambært býtisavtalu við ES, í NAFO deildarøki 3M, Flemish Cap.
Fiskiloyvi
§ 4. Fiskiskapur eftir toski á Flemish Cap kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Bert persónur ella felag, ið lýkur treytirnar í § 5, stk. 1, §§ 6, 7 og 9 og § 51, stk. 2 í løgtingslógini, kann fáa fiskiloyvi sambært hesi kunngerð.
§ 5. 2) Fiskiloyvi, sambært § 4, stk. 1 til fiskiskap eftir toski á Flemish Cap eftir kvotu sambært § 3, stk. 1, verður latið persóni ella felagi, sum í 2018 hevði rætt til fiskiloyvi í bólki 3, sambært § 74, stk. 1, nr. 2 í løgtingslógini. Veiðast skal við línu.
Stk. 2. 2) Fiskiskapurin eftir heildarkvotuni, sambært § 3, stk. 1, verður skipaður við felags árskvotu.
Stk. 3. 2) Fiskiloyvi, sambært § 4, stk. 1 til fiskiskap eftir toski á Flemish Cap eftir kvotu sambært § 3, stk. 2, verður latið persóni ella felagi, sum 31. desember 2017 hevði veiðiloyvi til veiðu eftir pelagiskum fiski í altjóða sjógvi í Suðurkyrrahavinum.
Stk. 4. 2) Fiskiskapurin eftir heildarkvotuni, sambært § 3, stk. 2, verður skipaður við felags árskvotu.
Stk. 5. 2) Fiskiskapurin eftir toski á Flemish Cap kann ikki byrja fyrr enn 7. januar 2018.
Stk. 6. 2) Fiskiloyvi til kvotu sambært § 3, stk. 1 og 2 er samstundis ein góðkenning at reka fiskiveiðu í 2018 eftir ásetingunum í § 5, stk. 1 í løgtingslógini.
§ 6. Skiparin skal taka sýni av veiðuni og gera kanningar av longd og vekt á toski eftir leiðbeining frá Havstovuni.
§ 7. Øll veiða av toski, fiskaður á Flemish Cap við fiskiførum undir føroyskum flaggi, skal landast um bryggjukant í Føroyum.
Stk. 2. 1) Hóast ásetingina í stk. 1 kann veiða av toski, fiskaður á Flemish Cap, verða landað uttanlands, um veiðan verður flutt óvirkað til Føroyar, og fyrsta søla av veiðuni fer fram í Føroyum. Tá landað verður uttanlands, skal øll veiðan um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Vørn.
Kapittul 3
Fiskiskapur eftir svartkalva og kongafiski
Heildarkvotur
§ 8. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2018 fiska í mesta lagi 211 tons av svartkalva í NAFO deildarøki 3LMNO og 69 tons av kongafiski í NAFO deildarøki 3M, Flemish Cap.
Fiskiloyvi
§ 9. Fiskiskapur eftir svartkalva og kongafiski í NAFO skipanarøkinum kann bert fara fram við fiskifari, sum eftir skrivligari umsókn hevur fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
Stk. 2. Bert persónur ella felag, ið lýkur treytirnar í § 5, stk. 1, §§ 6, 7 og 9 og § 51, stk. 2 í løgtingslógini, kann fáa fiskiloyvi sambært hesi kunngerð.
§ 10. Fiskiloyvi, sambært § 9, stk. 1 til fiskiskap eftir kvotum sambært § 8 í NAFO skipanarøkinum, verður latið persóni ella felagi, sum í 2017, við fiskifari undir føroyskum flaggi, hevði fiskiloyvi eftir hesum fiskasløgum í NAFO skipanarøkinum.
Stk. 2. Fiskiskapurin eftir heildarkvotunum, sambært § 8, verður skipaður við felags árskvotu.
Stk. 3. Fiskiloyvi til kvotu sambært § 8 er samstundis ein góðkenning at reka fiskiveiðu í 2018 eftir ásetingunum í § 5, stk. 1 í løgtingslógini.
Kapittul 4
Fiskiskapur eftir felagskvotum fyri NAFO sáttmálapartar
Heildarkvotur
§ 11. Fiskifør undir føroyskum flaggi kunnu í 2018 fiska av kvotum, ásettar sum felagskvotur fyri NAFO sáttmálapartar:
1) 85 tons av kongafiski í NAFO deildarøki 3LN,
2) 100 tons av kongafiski í NAFO deildarøki 3O,
3) 85 tons av yellowtail flounder, Limanda ferruginea, í NAFO deildarøki 3LNO,
4) 11 tons av lállu, Glyptocephalus cynoglossus, í NAFO deildarøki 3NO,
5) 59 tons av hvítum lýsingi, Urophycis tenuis, í NAFO deildarøki 3NO,
6) 258 tons av skøtu, Rajidae, í NAFO deildarøki 3LNO, og
7) 794 tons av høgguslokki, Illex, í NAFO undirøki 3 og 4.
Stk. 2. Loyvt er at fiska høgguslokk frá 1. juli til og við 31. desember 2018.
Fiskiloyvi
§ 12. Fiskiskapur, eftir kvotum sambært § 11 í NAFO skipanarøkinum, kann bert fara fram við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn til slíkan fiskiskap.
§ 13. Fiskiloyvi, sambært § 12, verður latið persóni ella felagi, sum í 2018 við fiskifari undir føroyskum flaggi hevur fingið fiskiloyvi til NAFO skipanarøkið sambært § 4, stk. 1 og § 9, stk. 1 í hesi kunngerð.
Stk. 2. Fiskiskapurin eftir heildarkvotunum, sambært § 11, verður skipaður við felags árskvotu.
Kapittul 5
Fiskiskapur eftir rækjum
§ 14. Føroysk skip kunnu ikki fara til fiskiskap eftir rækjum í NAFO skipanarøkinum í 2018.
Kapittul 6
Hjáveiða, reiðskapur, minstamát o.a.
Hjáveiða
§ 15. Í beinleiðis veiði eftir toski í NAFO deildarøki 3M, Flemish Cap, kann hjáveiðan av kongafiski í mesta lagi vera 1% av samlaðu veiðuni umborð og landaðu veiðuni. Hjáveiðan av kongafiski verður roknað av kvotuni sambært § 8 í hesi kunngerð.
Stk. 2. Í beinleiðis veiði eftir kongafiski í NAFO deildarøki 3M, Flemish Cap, kann hjáveiðan av toski í mesta lagi vera 2% av samlaðu veiðuni umborð og landaðu veiðuni. Hjáveiðan av toski verður roknað av kvotuni sambært § 3 í hesi kunngerð.
§ 16. Hjáveiðan av toski í NAFO deildarøki 3L, av kongafiski í NAFO deildarøki 3LN og av lállu í NAFO deildarøki 3NO í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 1.250 kg ella í mesta lagi 5% av samlaðu veiðuni umborð, alt eftir hvat er hægri.
Stk. 2. Hjáveiðan av toski í NAFO deildarøki 3NO í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 1.000 kg ella í mesta lagi 4% av samlaðu veiðuni umborð, alt eftir hvat er hægri.
Stk. 3. Hjáveiðan av kongafiski í NAFO deildarøki 3O í veiði eftir øðrum fiskasløgum kann í mesta lagi vera 2.500 kg ella í mesta lagi 10% av samlaðu veiðuni umborð, alt eftir hvat er hægri.
Stk. 4. Hjáveiðan av amerikanskari reyðsprøku, Hippoglossoides platessoides, í fiskiskapi eftir yellowtail flounder, Limanda ferruginea, í NAFO deildarøki 3LNO kann í mesta lagi vera 15% av samlaðu veiðuni umborð.
Stk. 5. Er hjáveiðan í einum háli ella setu meira enn ásett í stk. 1-4, skal skipið flyta 10 fjórðingar frá teimum knattstøðum, har tóvað ella sett varð. Er hjáveiðan í næsta háli ella setu aftur meira enn ásett í stk. 1-4, skal skipið fara úr deildarøkinum, og ikki koma inn aftur í deildarøkið fyrr enn 60 tímar seinni.
Stk. 6. Tá skipið kemur inn aftur í deildarøkið 60 tímar seinni, sambært stk. 5, kann skipið royndarhála ella seta í mesta lagi 3 tímar. Er hjáveiðan í royndarhálinum ella setuni meira enn ásett í stk. 1-4, skal skipið flyta 10 fjórðingar frá teimum knattstøðum, har tóvað ella sett varð. Er hjáveiðan í næsta háli ella setu aftur meira enn ásett í stk. 1-4, skal skipið fara úr deildarøkinum, og ikki koma inn aftur í deildarøkið fyrr enn 60 tímar seinni.
Meskavídd í troli
§ 17. Í botnfiskiveiði er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 130 mm.
Stk. 2. Í beinleiðis veiði eftir kongafiski við uppsjóvartroli er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 90 mm.
Stk. 3. Í beinleiðis veiði eftir høgguslokki er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 60 mm.
Stk. 4. Í beinleiðis veiði eftir skøtu er ikki loyvt at nýta trol, sum hevur smærri meskar enn 280 mm í posanum og 220 mm í øðrum pørtum av trolinum.
Stk. 5. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur mát eftir stk. 1-4, skal vera fyri seg í serligum rúmi ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
Merking av fiskireiðskapi
§ 18. Allar boyur á faststandandi ella drívandi fiskireiðskapi, so sum lína, teinar, rúsur, gørn o.a., skulu vera merktar við havnarkenningarnummarinum hjá fiskifarinum. Allar endaboyur skulu hava eina minst 1,5 metur høga stongboyu við vimpli við havnarkenningarnummari.
Minstamát
§ 19. Fiskur, ið ikki stendur mát sambært skjali 1 til hesa kunngerð, mátaður fremst úr høvdinum til aftast á stertinum, er undirmálsfiskur. Veiða av undirmálsfiski er ikki loyvd, og er talið av undirmálsfiski í einum háli meiri enn 10% í tali, skal fiskifarið flyta 5 fjórðingar frá teimum knattstøðum, har tóvað ella sett varð.
Kapittul 7
Eygleiðari
§ 20. Fiskifør, sum veiða í NAFO skipanarøkinum sambært hesi kunngerð, skulu hava eygleiðara frá Vørn umborð. Vørn kann loyva, at eygleiðari bert er umborð 25% av tíðini, fiskifarið er í NAFO skipanarøkinum. Vørn kann áleggja skipinum at sigla í havn ella á ávísa posisjón at taka ímóti ella seta av eygleiðara.
Stk. 2. Útreiðslur til løn, kost og uppihald hjá eygleiðara ber farið.
Stk. 3. Eygleiðarar hava loyvi at nýta samskiftisútgerðina umborð til tess at hava samband við Vørn og við aðrar myndugleikar.
Kapittul 8
Fráboðanir
§ 21. Fiskifør, sum veiða í NAFO skipanarøkinum, skulu senda hesar fráboðanir til Vørn samsvarandi skjali 2:
1) Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NAFO skipanarøkið.
2) Veiðifráboðan hvønn dag. Hvønn fyrrapart, áðrenn kl. 12 UTC, skal boðast frá veiðu fyri undanfarna samdøgur. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin.
3) Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Fráboðanin skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið fer úr NAFO skipanarøkinum.
Stk. 2. Vørn kann áleggja skipunum at senda fráboðanir oftari enn ásett í stk. 1.
Kapittul 9
Eftirlitsfólk
§ 22. Sambært § 66, stk. 2 í løgtingslógini hava eftirlitsfólk frá NAFO sáttmálapørtum rætt at fremja eftirlit umborð á fiskiførum, sum veiða í NAFO skipanarøkinum. Eftirlitsfólk skulu hava samleikaprógv, sum er útflýggjað av NAFO.
Stk. 2. Skiparin skal síggja til, at NAFO eftirlitsfólk kunnu fremja eftirlit sambært grein 35 í NAFO CEM.
Stk. 3. Eftirlitsfólk skulu frítt kunna nýta samskiftisútgerðina umborð í tann mun, tað er neyðugt fyri at útinna starv teirra.
Kapittul 10
Lastarrúm, lastarplanur, framleiðsludagbók og merking av pakningi
Lastarrúm
§ 23. Fiskifør, sum veiða í NAFO skipanarøkinum, skulu hava umborð tekningar yvir lastarrúm, sum eru góðkendar av Sjóvinnustýrinum ella klassingarfelag. Góðkenningin skal endurnýggjast annað hvørt ár.
Lastarplanur
§ 24. Skiparin skal føra lastarplan, sum vísir, hvar hvørt fiskaslag og vøruslag er í lastarrúminum uppgivið í nøgd, kg.
Stk. 2. Lastarplanurin skal dagførast hvønn dag fyri undanfarna samdøgur frá 0001 UTC til 2400 UTC.
Stk. 3. Lastarplanurin skal goymast umborð, til øll veiðan hjá skipinum er landað.
Stk. 4. Øll veiða, fiskað í NAFO skipanarøkinum, skal stúgvast burtur frá veiði fiskað aðrastaðni.
Framleiðsludagbók
§ 25. Skiparin skal føra framleiðsludagbók, har fiskaslag og vøruslag er skrásett, uppgivið í nøgd, kg, og í hvørjum NAFO deildarøki veiðan er fiskað.
Stk. 2. Framleiðslan av hvørjum fiskaslagi skal dagførast hvønn dag fyri undanfarna samdøgur frá 0001 UTC til 2400 UTC.
Stk. 3. Fyri hvørt vøruslag skal skrásetast, hvør umrokningarfaktorur er nýttur at rokna um til runda vekt.
Stk. 4. Framleiðsludagbókin skal goymast umborð, til øll veiðan hjá skipinum er landað.
Merking av pakningi
§ 26. Fiskifør, sum veiða í NAFO skipanarøkinum, skulu merkja allan pakning við fiskavøru við: Navn á fiskifari, fiskaslag sambært FAO 3-Alpha kodu í Annex I.C í NAFO CEM, NAFO deildarøki og vøruslag sambært FAO 3-Alpha kodu í Annex II.K í NAFO CEM.
Stk. 2. Í hvørjum pakningi, eskju, við fiskavøru skal bert vera: eitt vøruslag, eitt NAFO deildarøki og eitt fiskaslag.
Kapittul 11
Revsireglur og gildistíð
Revsing
§ 27. Brot á § 4, stk. 1, § 5, stk. 1, 2. pkt., § 6, § 9, stk. 1, § 11, stk. 2, §§ 12 og 14, § 15, stk. 1, 1. pkt., § 15, stk. 2, 1. pkt., §§ 16-18, § 19, 2. pkt., §§ 20 og 21, § 22, stk. 2 og §§ 23-26 verða revsað við sekt, er ikki harðari revsing ásett eftir aðrari lóg.
Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsað sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
Stk. 3. Sambært § 87 í løgtingslógini kann Vørn beinanvegin taka aftur rættin til at reka vinnuligan fiskiskap, um brot er framt sambært stk. 1, um fiskað er meira enn loyvt er sambært fiskiloyvi ella sambært hesi kunngerð, ella um fiskifar ikki heldur seg til treytir ásettar í fiskiloyvinum sambært § 4, stk. 1, § 9, stk. 1 og § 12 í hesi kunngerð. Rætturin at reka vinnuligan fiskiskap kann takast aftur upp til 4 vikur hvørja ferð.
Gildistíð
§ 28. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018 og fer úr gildi 31. desember 2018.
Fiskimálaráðið, 29. desember 2017
Høgni Hoydal (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)
Skjal 1
Minstamát
Minstamát á fiski
Mátini eru forklongd fyri tosk og totallongd fyri hini sløgini. Fyri avhøvdaðan og flaktan/klovnan tosk er mátið 25 cm fyri saltfisk, sum ikki er íligin.
| Kruvdur og sløgdur við ella uttan skræðu Feskur ella ísaður, frystur ella saltaður | |||
Fiskaslag | Rundur | Avhøvdaður | Avhøvdaður og uttan stert | Avhøvdaður og flaktur/klovin |
Toskur | 41 cm | 27 cm | 22 cm | 27/25 cm |
Svartkalvi | 30 cm | - | - | - |
Amerikansk reyðsprøka | 25 cm | 19 cm | 15 cm | - |
Yellowtail flounder | 25 cm | 19 cm | 15 cm | - |
Skjal 2
Fráboðanir til Vørn
Niðanfyri standandi fráboðanir skulu sendast Vørn í XML sniði umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “talgild móttøka”. Fráboðanir kunnu eisini sendast umvegis heimasíðuna, www.vorn.fo, undir “fráboðanir”.
1) COE - Fráboðan um, at fiskiskapur byrjar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið kemur inn í NAFO skipanarøkið (vestur um 42°00’ V)
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst og raðfylgju:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COE, fráboðan um, at fiskiskapur byrjar (Catch on Entry) |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiðiøki | RA | NAFO deildarøki, hvagar skipið fer til fiskiskap |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (YYYYMMDD) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (HHMM) |
Veiða umborð | OB | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt. |
Eygleiðari umborð | OO | Eygleiðari umborð – “Yes” ella “No” |
2) CAT – Veiðifráboðan hvønn dag. Fráboðanin skal sendast, sjálvt um eingin veiða er fingin. Skal sendast dagliga fyrrapartin áðrenn kl. 12 UTC.
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst og raðfylgju:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | CAT, veiðifráboðan (Daily Catch report) |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
NAFO Sáttmálapartur | IR | FRO - NAFO Sáttmálapartur Føroyar |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Veiðiøki | RA | NAFO deildarøki, har skipið er til fiskiskap |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiða | CA | Veiða, fiskað síðan seinastu veiðifráboðan (CAT), flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt. |
Leigusáttmáli við NAFO Sáttmálapart | CH | NAFO Sáttmálapartur, um skipið er útleigað øðrum |
Fiskidagar | DF | Tal av fiskidøgum síðan seinastu veiðifráboðan (CAT) |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (YYYYMMDD) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (HHMM) |
3) COX - Fráboðan um, at fiskiskapur endar. Skal sendast, í fyrsta lagi 24 tímar og í seinasta lagi 6 tímar, áðrenn skipið fer úr NAFO skipanarøkinum (eystur um 42°00’ V)
Fráboðanin skal hava fylgjandi tekst og raðfylgju:
Dataelement | Koda | Frágreiðing |
Fráboðan | TM | COX, fráboðan, at fiskiskapur endar (Catch on Exit) |
Radio kallimerki | RC | Kallimerki hjá skipinum |
Túranummar | TN | Túrur hjá skipinum í hesum árinum |
Skip | NA | Navn á skipinum |
Skipari | MA | Navn á skiparanum |
Havnarkenningarnummar | XR | Havnarkenningarnummar hjá skipinum |
Breiddarstig | LA | Knattstøða (N/S breidd), tá fráboðanin verður send |
Longdarstig | LO | Knattstøða (E/V longd), tá fráboðanin verður send |
Veiðiøki | RA | NAFO deildarøki, hvaðan skipið kemur av fiskiskapi |
Veiða | CA | Veiða, fiskað síðan seinastu veiðifráboðan, flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt. |
Veiða umborð | OB | Veiða umborð flokkað eftir fiskasløgum (FAO 3 alpha kodu), rundað av til nærmastu 100 kg. Veiðan skal uppgevast í rundari vekt. |
Fiskidagar | DF | Tal av fiskidøgum síðan túrurin hjá skipinum byrjaði í NAFO skipanarøkinum |
Dagfesting | DA | Dagfesting, tá fráboðanin er send (YYYYMMDD) |
Klokkutíð | TI | Klokkutíð, tá fráboðanin er send í UTC (HHMM) |