Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. november 2025Nr. 188
Kunngerð um gjøld fyri skráseting o.a. í skipaskránni
Við heimild í § 8, stk. 1-3, og § 43, stk. 2, í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 63 frá 15. mai 2014, verður ásett:
Skip, sum eru 15 bt ella størri
§ 1. Gjaldið fyri at skráseta skipsskeyti, sølusáttmála, leigusáttmála ella byggiváttan fyri skip, sum eru 15 bt ella størri, er 6.000 kr.
§ 2. Gjaldið fyri ávikavist at skráseta veð í skipi, fyri at hækka veðupphædd í skipi og fyri at skráseta transport í skipi, sum er 15 bt ella størri, er 6.000 kr.
Stk. 2. Gjaldið fyri at skráseta ræðisavmarking í skipi, fevnt av stk. 1, er 2.500 kr.
§ 3. Gjaldið fyri at geva út tjóðskaparbræv til skip, sum er 15 bt ella størri, er 5.000 kr.
Stk. 2. Gjaldið fyri at geva út fyribils tjóðskaparbræv er 4.200 kr.
§ 4. Gjaldið fyri at strika skip, ið verður selt, er 500 kr.
Stk. 2. Einki gjald verður kravt fyri at strika skip, ið verður selt til upphøggingar.
Bátar ella før, sum eru millum 5 og 15 bt
§ 5. Gjaldið fyri ávikavist at skráseta veð í báti ella fari, fyri at hækka veðupphædd og fyri at skráseta transport í báti ella skipi, sum er millum 5 og 15 bt, er 3.000 kr.
Stk. 2. Gjaldið fyri at skráseta ræðisavmarking í báti ella fari, fevnt av stk. 1, er 1.750 kr.
At skráseta arrest, úttøku ella dóm
§ 6. Einki gjald verður kravt fyri at skráseta arrest, úttøku ella dóm, sum viðkemur skipi, báti ella fari.
Gjøld fyri avrit
§ 7. Gjaldið fyri avrit av skipsblaði er 300 kr. fyri hvørt avrit.
Gjaldsfreist
§ 8. Gjøld, ásett í hesi kunngerð, skulu vera goldin, áðrenn skjølini verða útflýgjað.
Gildiskoma
§ 9. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 45 frá 9. apríl 2003 um gjøld fyri skráseting í skipaskránni v.m.
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 26. november 2025
Sirið Stenberg (sign.)
landsstýriskvinna
/ Herálvur Joensen (sign.)