1. mars 1996Nr. 19
Kunngerð um undantak fyri friðing av hvali
Við heimild í § 3 og § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 57 frá 5. juni 1984 um hvalaveiðu við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1. Tað er loyvt at skjóta nísu (Phocaena phocaena).
Stk. 2. Veiðumenn hava skyldu at lata sýslumonnunum uppgerð um talið av nísum, sum eru skotnar.
§ 3. Tað er loyvt at taka hesi hvalasløg:
1) Grindahvalur (Globiccphala melas)
2) Hvessingur (Tursiops tursio)
3) Kjafthvítur springari (Lagenorhynchus albirostris)
4) Skjórutur springari (Lagenorhynchus acutus)
Stk. 2. Fyri veiðu av hvalasløgunum nevnd í stk. 1 eru reglurnar um grind og reglurnar um góðkenning av hvalvágum galdandi.
§ 4. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 114 frá 27. oktober 1986 um undantak fyri friðing av hvali.