10. mars 2020Nr. 19
Kunngerð um broyting í kunngerð um fiskiskapin eftir rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2020
(Strika áseting um brúksskyldu í 2019)
§ 1
Í kunngerð nr. 156 frá 30. desember 2019 um fiskiskapin eftir rækjum við fiskiførum undir føroyskum flaggi í grønlendskum sjógvi í 2020 verður § 2, stk. 2, 3. pkt. strikað.
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 10. mars 2020
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)