Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
12. mars 2019Nr. 19
Kunngerð um virkið musikkskúlastjórans
Við heimild í § 5, stk. 6 í løgtingslóg nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) verður ásett:
§ 1. Musikkskúlastjórin skal undir ábyrgd landsstýrismansins leiða, standa fyri og samskipa musikkskúlaskipanina.
§ 2. Musikkskúlastjórin skal taka sær av yvirskipaðu fakligu, námsfrøðiligu, fíggjarligu og samskipandi uppgávunum í musikkskúlaskipanini.
Stk. 2. Musikkskúlastjórin hevur ábyrgd av, at undirvísingin verður framd sambært lóggávuni.
Stk. 3. Musikkskúlastjórin skipar í samráð við lokalu musikkskúlaleiðararnar fyri lærarabýti, tímabýti og lærugreinabýti skúlanna millum fyri hvørt skúlaár.
Stk. 4. Musikkskúlastjórin skal syrgja fyri, at musikkskúlarnir halda tær skyldur, ið ásettar eru í løgtingslógini.
§ 3. Musikkskúlastjórin hevur skyldu at halda seg kunnugan við ta gongd og menning, ið fer fram innan tónleik og tónleikaundirvísing.
§ 4. Musikkskúlastjórin hevur skyldu til í ávísum vavi at vitja musikkskúlarnar og halda seg kunnugan við virksemi teirra.
Stk. 2. Musikkskúlastjórin skal vera teimum einstøku musikkskúlunum til hjálpar við vegleiðing og ráðgeving í fakligum og námsfrøðiligum spurningum.
§ 5. Musikkskúlastjórin hevur arbeiðsstað í Undirvísingarstýrinum.
§ 6. Musikkskúlastjórin hevur eftirlit við royndum, sum kommunali musikkskúlaleiðarin skipar fyri.
Stk. 2. Musikkskúlastjórin skal góðkenna skipanina við royndum á orgulútbúgvingini og musikkskúlamiðnámsútbúgvingini.
§ 7. Musikkskúlastjórin setir í starv og loysir úr starvi musikkskúlalærarar í samráð við kommunala musikkskúlaleiðaran. Í aðrar mátar er setanarpolitikkurin hjá tí almenna galdandi.
§ 8. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Mentamálaráðið, 12. mars 2019
Hanna Jensen (sign.)
landsstýrismaður
/ Poul Geert Hansen (sign.)