19. apríl 2013Nr. 25
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands
§ 1
Í kunngerð nr. 95 frá 27. juni 2005 um treytir fyri avreiðing í Føroyum og uttanlands, sum seinast broytt við kunngerð nr. 92 frá 17. september 2012, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis:
“Stk. 3. Fyri at seljari skal kunna bjóða fisk um eina uppboðssølu, sum er góðkend av Fiskimálaráðnum, skal seljarin skjalprógva, at fiskurin er veiddur av fiskifari við fiskiloyvi sambært løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.”
2. Aftaná § 3 a verður sett:
“§ 3 b. Fram til 1. september 2013 eru treytirnar í § 2, stk. 2 og uppboðssølukravið í § 3 ikki galdandi.”
§ 2
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Fiskimálaráðið, 19. apríl 2013
Jacob Vestergaard (sign.)
landsstýrismaður
/ Rógvi Reinert (sign.)